Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 7

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 7
TÍÐiNDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975 1 Sflahyljarnir verða skjótt tiknir f brúk Tóku 27 tons av sílum í fjør Tann ytri sílahylurin er so gott sum klárur at taka í brúk Annar av leimum nýKKju sílahyljunum, sum verða gjørđir sunnanfyri brúnna um Streymin, er nú um at vera klárur at taka í brúk. Tað er tann ytri, ið er so gotl sum liðugur, men síl verða ikki slept í hann, fyrr enn teir hava fingið net til at býta hylin sundur við, so at tær ymsu stødd- irnar av sílum kunnu hald- ast fyri seg. Hesi netini eru umbiðin úr Noreg, men. tey eru ikki komin enn. í fyrsta umfari verða tvær støddir av sil- um slept í henda hylin. Tað eru fyri tað mesta síl, sum verða flutt úr teimum núverandi hyljunum har norðuri, men nøkur skulu eisini flytast úr Skálabotn- 3 ferðir so nógv Tann innari av teimum báðum nýggju hyljunum verður ikki liðugur at taka í brúk fyrr enn um okkurt um ein mána. Har skal dýpast nakað aftrat. Hyljarnir eru 165 x 15 metrar hvør til støddar. Eftir hesa útbyggingina rokna teir við at kunna hava meira enn tríggjar ferðir so nógv síl í hyljun- um sum nú. I teimum gomlu hyljunum har norð- uri kunnu teir hava 30 tons av sílum í senn. Teir siga, at sílini hava vaksið væl í fjør. Teir tóku 27 tons í fjør móti 18 tonsum árið fyri. í tí broytta fíggjarlógar- uppskotinum, sum varð lagt fram á tingi í farnu viku, varð skotið upp at hækka játtanina til P/F Sílaaling við 250.000 krón- um at gera byrgingarnar á Oyrabakka lidnar fyri. Seta nýtt flogfar í flúgving Tvær tær seinastu week- endirnar hava seinkingar verið í flogferðsluni av tí at tað ikki hava verið floglík- indi. Hetta komst av, at tað hevur verið so lýtt í veðrinum og támut. Tað er ikki vanligt, at flogferðsl- an til Føroya plagar at vera tarna av hesi orsøk á vetri. Síðani óhappið hendi vesturi í Vágum undir lendingini hjá Føroya-flog- farinum hava broytingar verið i ferðaætlanini. Flog- farið fer næstan tveir tím- ar seinni úr Keypmanna- havn enn ásett í ferðaætl- anini, men hetta kemur helst ikki at standa við so leingi aftrat. Tá landsstýr- ismenninir nú vóru niðri, hittu teir umboð fyri Dan- air, sum lovaðu at eitt flogfar aftrat skal setast inn í flúgvingina innan 1. apríl. Enn er ongin frágreiðing kunngjørt frá nevndini, sum var her uppi og kann- aði lendingaróhappið í farna mána. Tað verður roknað við, at flogfarið verður uppgivið sum vrak, men endalig boð eru ikki komin um hetta enn. Volleybóltur Hesi bæði komandi viku- skiftini verður føroya- meistarakapping í volley- bólti. Komandi leygardag og sunnudag verður kapp- ing í ítróttarhøllini í Havn, tá eru tað gentu-, kvinnu- og unglingaliðini, sum leika, og 22. og 23. verða dystirnir í meistara- og meðaldeildini fyri menn. Hesir dystir verða í Klaks- vík. í føroyameistarakapp- ingini luttaka sjey ung- lingalið, fimm damulið, fimm manslið í meðaldeild og seks i meistaradeildini. Eftir dystirnar í Klaksvík verður ársfundur hildin har norðuri , og tá verður nýgg volleybóltnevnd vald. Garnasteinar bíliga til sølu. Tlf. 52011 Huannasund Síða 7 TIÐINDI UR NORÐOYUM „* ; ií * 'l ■ Forn hús Tey gomlu bóndahúsini í Depli eru eitt av tí, sum fremmandum gestum dámar at siggja, tá teir vitja Norðoyggjar. Guttormur bóndi og húski hansara býr fram- vegis í húsunum, men tað hevur verið frammi á tingi at fáa húsini sett í stand og at hava tey so, at vitjandi altið kundu fara inn uttan at órógva fastbúgvandi. Lands- stýrið hevur eisini um- hugsað spurningin um hesi og onnur hús, og tað Ósemja um svimjihøllina I Klaksvík hevur ósemja verið millum býráðið og tað nýstovnaða svimji- felagið Ægir um rættin hjá svimjifelagnum at nýta høllina. Eitt upp- skot varð gjørt til eina ætlan um, hvussu høllin skuldi vera opin, og hvør ið skuldi sleppa at nýta hana til tær ymsu tíðir- nar, men hetta uppskot varð seinni vrakað. Mál- ið og opningartíðir var aftur fyri á býráðsfundi- num seinasta týskvøld, og eftir tí nýggja upp- skotinum skal svimji- felagið sleppa at nýta høllina í tríggjar timar um vikuna frá kl. 20—23 mikukvøld. Tað hevur eisini verið strið um limir í svimjifelagnum skulu gjalda fyri at sleppa inn, men hesin spurningur varð ikki greiddur, tá vit frættu. Skal reinsa býin Mentunnarnevndin hjá Klaksvikar býráð hevur fingið samtykt eitt upp- skot um at boðið verður út til kappingar um at gera eitt slagorð um at halda býin reinan. Trolararnir Fyrst í vikuni frættist frá teimum báðum trol- arunum Sjúrðarberg og frættist, at møguliga verður roynt at fáa eina skipan, har bæði komm- unurnar og landið taka sær av varðveitsluni. í Norðoyggjum er annars eitt fornminnis- felag, sum ivaleyst eisini kemur inn í myndina. Sunáaberg. Teir royna yviri í St. Lawrence- flógvanum, og annar hevði 260 og hin 270 tons. Endurnýggja sáttmálan Pf. Kjølbro hevur endur- nýggjað sáttmálan við Noreg um sølu av mink- afóðri. Hesin sáttmáli plagar at vera gjørdur fyri eitt ár í senn, og minkafóðrið hevur verið selt til Noregs øll árini, síðani flakavirkið á Kós- ini var bygt. í hesum sáttmálanum er talan um somu nøgd sum í fjør millum 3 og 4.000 tons, men prísurin í ár er 25 prosent lægri enn í 1974. Billard- kapping í Klaksvíkar klubba verður billard-kapping í dag og leygardagin. Tey luttakandi liðini eru Havnar Kiubbi, Mimir og Klaksvíkar Klubbi. Kappingin er ikki al- menn. Skúlatannlæknín flytir Skúlatannlæknin í Klaksvík skal um stutta tíð flyta niðan í tann- læknahølini i tí nýggja skúlanum. Skúlatann- læknin varð settur við Klaksvíkar skúla frá 1. januariár TaðerBogiá Steig. sum hevur hetta starv, og hann tekur sær einans av skúlabørnun- um. Hann starvast enn i teimuin gomlu hølunum í Norðoya banka. Vatnmeistari Klaksvikar býráð hevur avgjørt at lýsa eftir ein- um manni til at hava vatnveitingina hjá kommununi nm hendur og til at ha. ,i eftirlit við amboðum hjá kommun- uni. Hetta varð samtykt á liýráðsfundi týskvøld- ið. Útróður Fyrst í vikuni kom nógv- ur fiskur upp á land í Klaksvik frg útróðrar- bátunum. Mánadagin komu bátarnir, sum royndu við línu. upp í 6.500 pund. Aarberg og Dragasur 1 avreiddu á- vikavist 7.800 og 4.000 pund a\ upsa av snellu- vniðu. Týsdagin komu bát- arnir, sum avreiddu til Kósavirki upp i 13.200 pund. Mikudagin vóru færri bátar, sum av- reiddu, teir 1.000 upp í 6.800 pund.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.