Føringatíðindi - 01.05.1890, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.05.1890, Blaðsíða 4
hann og hesin nýggi keisarin ikki komu j um samt. Tó skiltust teir í ollum góðum. Ríksdagurin var enđaður I. April. Tað hevur verið nógv stríð millum hógri menn og vinstri menn, so at lítið er komið burtur úr arbeiðinum í ár. Allar Fóroyskar sakir, sum ymsar nevndir hava fingið til viðger, eru goymdar so, at tær ikki vóru komnar framm aftur, tá ið ríksdagurin endaði. Úr íslandi er at siga, at veturin hevur verið vindsamur og yvir hóvur táur. ísur hevur ikki ligið við landið. Fiskiskapurin á vesturlandinum hevur verið ójavnur. Teir dagarnar, vegrið bar til í Mars mánaði, vóru summir bátar nærum sórir, summir veiddu væl, teir bestu fylltu seg 3 ferðir ein dagin. Tíðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur verið av tí besta fyri seyðin og lembingina. Váringin er nú komin væl á veg, tívegrið hevur verið turrligt og kavaleyst. Sjóveður hevur verið lítið av. Fiski- skapurin má sigast at vera í miðal lagi. Um Suðuroynna er fiskað væl. Skipini hava vunnið nókurlunda væl á bankanum so víða, sum frætt er. Grind. Haraldsunđsmenn hava nú leygardagin, ið var, sætt stóra grind á norðhavinum. 3 skip eru nú í vár keypt úr Eing- landi hegar til Fórjar. Jens Anđreasen (i Dali tey rópa) o. fl. hava keypt eina slupp »Beautiful star«, sum í vikuni, ið var, fór út at fiska; skipari: J. Andreasen. A. W. Restorff o. fl. hava keypt eina slupp »Prosperous«, sum nú skjótt er útgjórd til at fara út at fiska; skipari: O. Svend- sen. G. Heinesen úr Miðvági hevur í Orkneyoyggjunum keypt sær ein skotsk- an sildabát um 18 tons, sum hann ætlar at hava til farmaskip. Nýggjur Havnardoktari A. N. K. Boeg kom hegar við »Lauru« 25. Apríl. Ætlan er, at hann skal taka við í sínum embæti í dag, og er nú Vestmannađoktarin farin heim til sín sjálvs. Danska krígsskipið »Ingolf« var her á veg frá Kjóbinhavn til íslands. Tað sigldi nakað her ímillum oyggjamar og fekst við uppmáling á Trangisvágsfjórði, meðan tað tók inn kol. Tað fór til íslands fríggjadagin, ið var. Belgiska krígsskipið »Ville đ’An- vers« var her á havnini á páskum. Postskipið »Laura« fór leygardagin til íslands. Fleiri Fóroyskir útróðramenn fóru við til vesturlandið. LYSINGAR. Sildagorn, barkað, við og uttan viðfer, seljast hjd A. Djurhuus. Fræ til alskyns blóm- og prýðuvóxtir, rótafræ, græsfræ og seteplir seljast hjá D. ísaksoni. Foroyskar rotur eru góðar út í súpan. Keyp fræ hjá Jens Olsen, sum eisini hevur annað kálfræ, græsfræ og línfræ at selja, alt av útvaldum slagi. Grótarbeiði. Um nakar hevur húg at gera arbeiðið við útfylling av »Punthavnini« vestanfyri gomlu fútahús, vendi hann sær til Jens Olsen, sum hevur uppskrivað, hvat treytur fyri eru lagdar. Sjúkukassin stevnist til samankoming i gomlu fúta- húsum sunnudagin 4. Maj, kl. 5 e. m. í bókhandlinum i Havn fáast: Rafn: Færingesaga; N. Winther: Færøernes Olđ- tidshistorie; Thurah: Færøernes Historie; Sjúrðar kvæði; Ormurin langi; Corpus Carminum Færoensium; Olgars Krónika; Carla Magnus’ Krónika; Fortunatus; Ugl- spegel o. fl. stutligar og góðar bókur. íhe Normal Co. Limited under Konkursbehandling ved Englands Højesteret — Chancery Division. — Alle og Enhver, som have noget at fordre hos nævnte The Normal Co. Lim., opfordres herved til at anmelde og bevis- liggjøre deres Krav for undertegnede Be- fuldmægtigede i Boet. Thorshavn, ^ote April 1890. T. G. Paterson, 53 George Street, Edinburgh. Prentað hjá „Fær« Amtstiđendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Effers®.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.