Føringatíðindi - 01.05.1890, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.05.1890, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI K Nr. 5. Maj 1890. 1. árg. Lindyrking. Lin er nú nærum eitt ókunnugt orð her í Forjum. Fleiri rópa tað rhor» (horlorit, hórgarn o. s. fr. v.). Fyrr i tíðini, áðrenn bummullin kom i brúk, kenđist línið betri her hjá okkum. Enn goymast orðini «líntráður», «línskav» (Charpi) o. fl. Um teir gomlu, sum fluttu hegar úr Nóríki, nakrantíð hava fingist við at dyrka lín her, tað mann eingin vita. Tó at teir hóvdu ull bæði til stúkur og rekkiváðir, er tað ikki ótrúligt, at teir hava kennt tann kunstin at dyrka og virka lin. í seinri tíðini mann tað hava verið lítið roynt fyrr enn próst Struer fekk sær nakað fræ, sum hann sjálvur sáddi ein part av og tillika læt menn í ymsum bygdum fáa burtur av. Sógnin er, at tað vaks væl, og ein og annar fekk bart tað so dánt til, at hann fekk teymar og snóri av ti. Plómaðurin Jensen sáđdi Hn i fleiri bygđum og tað sigst at hava vaksið væl, tó mundi eingin fáa i lag at gera sær nyttu av tí. Nú fyri kortum hevur Hansen hin gamli í Sanda- gerði roynt at sáa lín. Tað vaks so væl, at hann heldur, at tað mundi ivaleyst verið til stórt gagn fyri lanđið, um fleiri lógdu seg eftir at dyrka tað. Nú i ár hava fleiriætlað sær at royna lindyrking og er so nógv fræ keypt, at tað rókkur til at sáa eina hálva mðrk i jórð. Hopandi at líndyrkingin hesu ferðina ikki má đoyggja burtur aftur, vil eg her skriva nókur orð um, hvussu lin skal đyrkast. Lin loysur seg best at dyrka á turrari, feitari jórð. Tað veksur væl aftaná eplum ella rótum og kann eisini sáast á tvðrvelti sum korn. øskutó eru best til lín; onnur frekari tó gera færri, grovari og moyrari tægrir. Tað er gott at bera eitt syndur av landi á línveltina, tá ið hon er sáað. Óvmikið av frekari tóðu ger línið groft, við færri og moyrari tægrum. Tann, sum vil heysta fræ av líni, eigur at sáa tað fyrra partin av Maj mánaði, og er tað best at sáa um eitt pund á ein teig 2 favnar í breiđd og 6 favnar í longd. Sáast línið ein triðing tjúkkari, verður tað fínari í tægrunum, men gevur minni og seinri búnandi fræ. Línið má helst undir uppvóxtrinum vera hildið væl frítt fyri illgresi, tí at tá vexur tað betri og strúgvin vil eisini lætt loypa óvmikið rót í, tá ið Hnið er innheystað. Línið verður um heystið ikki sligið ella skorið, men tugað upp við rót; binđist so í nólgar og kann goymast til tíð er at gera tað til. Tað er nakað putlugt at virka lín, helst fyri tann, sum er óvandur við tað; tó mann arbeiðið lóna seg úti við tvær reisur so væl sum at tóta fyri triðing. — Eftir sum hettar arbeiðið kann goymast til um vetrakvóldanar, má tað kunna koma Fóringum væl við, um at tímalónin ikki verður so stór. tí nú trýtur arbeiði fyri fólkið, sum veksur í tali ár undan ári. „Forjarnál i æru“ ljóðar fyrsta boð Føringafelags. — Heldur felagið taðnu? — Væl vita vit, at felagið enn sum fyrr vil royna at fáa tað lagað so, at okkara mál má koma aftur í tann sessin, tað var sjúggað burtur úr; minnast má tó, at vit hava meiri at verka enn hettar, áðrenn vit æra málið til fulnar, og tað er, at halda tað reint, nógv reinari enn tað nú fjaðkar millum manna. Mær fyri eygum hevur málið fyri skamri stund slðan borið seg so, sum skuldi tað ikki verið sjálvbjargið longri. Mann tað nú vera vorðið so eymisligt og ikki hava frægari stinnbul í beini, enn at tað ikki er ment at liva, uttan at súgva tátu frá ókunnugum fólki? Ella er tað vorið so nakið, at tað má bjálva seg við útlenskum pjðkum og glisum, hvórja ferð tað í skrift og talu fer út at ferðast, har tað ikki er hvðnndagsgestur? Tað sær ikki óðruvísini út; og tey, sum ikki vita betri, mugu halda, at Fórjamál kann ikki verða hildið uppi, um vit ikki læna og læna í heilum. Tó, tl betri, er tað ikki

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.