Føringatíðindi - 01.05.1890, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.05.1890, Blaðsíða 2
annað enn lótur. Hví vilja vit láta, sum vit ikki eiga nóg nógv av orðum sjálvur ? Tað havi eg aldrig fingið í mín knokk. Tað er ikki tí, eg havi hoyrt almikið svass bæði aftur og framm, og har ímillum, at vit ikki kunnu nýta 611 tey orð, vit eiga, tí mong eru so gomul og so lítið brúkt, at fólk yvir hovur einki virður slík orð. Yvir hovur hugsi eg nú ikki, tað er so; tí mong fegnast við, at okkurt gamalt orð kemur fyri, sum tey ikki í langa tið hava hoyrt. Enn um so var, at gomlu orð okk- ara eru mongum ímóti, skullu vit so, eina fyri at gera teimum til vildar, forkoma okkum kynið? Bæði er tað ljótt og hartil er tað av sonnum almikil skomm, at vit, sum vilja verða sjálvbjargnir menn, skullu eiga eitt so fátækt mál, sum er so skirvis- liga klætt, at vit nærum vamlast við foma norðan málið, fyrr enn tað sunnan av flatlondum hevur fingið sær nakrar pá- fuglafjaðrar til prýðu í veli. Tað svíður sárt í mær og mongum oðrum at síggja hettar. Eg hopi ikki, bótin í hjalli er í minking. Tað er langt til heystar enn. J. Padursson. Ger við onnur, sum tú vilt, at onnur skula gera við teg. Einar var so óvargaligur, at hann var tiltikin 1 bygdini og um alla oynna. Sá hann gamalt skirvisligt fólk ganga igjognum túnið, helt hann tað i ónáðum við orðum og gerningum, gálvaði og skelkti eftir teimum. Blinda Bartal leiddi hann eina ferð út í Lítlumýri og fór so unđan honum. Um hann hefti spjarrar ella doslar upp í fólk, ella gjórdi aðrar ódygdir, var tað ikki frítt, at mamman hevði stutleika av slíkum og læt dreingin síggja tað. Hvat hann var ringur ímóti fólki, var hann enn verri ímóti teimum ómælandi. Hvorki neyt ella ross, hundar ella kettur fingu frið; hann steinaði, loypti stokk í tey og píndi tey alt, hvat hann kundí. Lá seyður bundin í túninum, trampaði hann á hann fyri at hoyra, hvussi tað kundi skvagga í vilinum, ella hann klípti neyðara dýrini av berum ókynni. Hevði nakar at honum, svaraði hann illa aftur, og mamman helt við honum. Hann knýtti murtar upp í teímasnori, ein í hvðnn endan og fekk so dunnirnar til at kulka hvor sín í seg og grein so hjartaliga, tá ið tær ikki fingu svolgt til fulnar. Steinstðlpur og aðrar smáfuglar rændi hann; knústi eggini og meinslaði ungarnar og vónaði ikki, um mamma teipra læt aldrig so syrgiliga og lemjdi seg, súm hon sjálv skulđi verið pínd. Grindalokkar og flugursleit hann bein og veingir úr; makkar pettaði hann sundir. Besti lysturin var tó at fiska ulkur og seta tundurtðpoar uppá hornini á teimum og seta har í stórar fjaðrar ella træpinnar við pappírssegli á. Neyðara beistini kundi tá ikki sleppa undir kav, hvussi tey stríddist, og vóru tá stadd nakað sum Einar hevði verið, um hann var bundin uppá eina fjðl og sleptur út á sjógv. Ein dagin, sum hann stutleikaði sær við at pína ulkur, bar ikki betri til, enn at hann gleið útfyri har, sum hann ikki grynti. Tað var leingi, áðrenn hann bleiv tikin upp, og var hann tá meiri đeyður enn livandi. Tá, ið hann var borin til hús, var mamman nærum vitleys av sorg. Hann lá nú í fleiri dagar við sterkum skjálvta og ðrviti, so at tey væntaðu honum ikki lív. Tað var syndarligt at hoyra, hvussi hann gnýsti. Neyt, hunđar, útlðgukattar og onnur djór helt hann koma eftir sær, og bað tí pápa og mammu verja seg. Eftir tað, at hann hevði fingið vitið aftur, stakk hann ofta upp úr fastasta svðvni og tyktist at vera illa trongdur. Foreldurni fóru tá til skúlameistarin, og hann fekk út úr honum, at hettar kom av dreymum, sum flest allir vóru líkir. —• Ein dreymurin var, at Klodda-Billa (ein av tei- mum, sum hann altíð helt í ónáðum) kom eftir honum sum ein stór, ljót og grumm risakelling. Tá væntaði hann sær at verða tikin til at gðða og steikja, sum tað sigst í sðguni um dreingin á sinni. Ein annar dreymur var, at hann helt ðll đjór vera samlað uttan um seg. Alt var tá myrkt, so hann sá lítið annað enn glógvandi katta- eygur uttan um seg og væntaði at verða klóraður og bitin. Bukkurin rendi undir hann, so hann fór fram imóti tarvinum, sum hevði hann á loft við horninum. Hun- đar tanlaðu hann í leggirnar og rossini biti og sparkaðu hann; um tað so var lombini so stútaðu tey hann hegar og hagar. — Stundum droymdi hann seg á eini rók i einum hðgum bergi. Iiar kom ein stór ðrn og setti seg hjá honum og við henni flokkar av fuglum, sum hann hevði pínt. Tey sýntist at halda tíng. Einar, sum visti, at hann var sekur, helt seg fáa út av tí, at smáfuglarnir førđu klagu og ðrnin dðmdí, at krákur og ravnar skuldu pikka eygurni úr honum. Til endan dróg ðrnin hann út fyri, so at hann mátti falla fleiri hundra favnar niður. Tá mátti hann væl vera trongdur og rópa neyðaróp. — Til aðrar tíðir đroymdi hann, at sum hann stóð á sjóarklettinum, kom ein kópur og stardi uppá hann við glógvandi eldreyðuni eygum, til hann fór framm eftir rommum útfyri. So kundi tað koma ein ræðuliga stór havtaska, sum stutleikaði sær við at gloypa honum og spýggja hánn út aftur.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.