Føringatíðindi - 01.05.1890, Síða 2
annað enn lótur. Hví vilja vit láta, sum
vit ikki eiga nóg nógv av orðum sjálvur ?
Tað havi eg aldrig fingið í mín knokk.
Tað er ikki tí, eg havi hoyrt almikið svass
bæði aftur og framm, og har ímillum, at
vit ikki kunnu nýta 611 tey orð, vit eiga,
tí mong eru so gomul og so lítið brúkt,
at fólk yvir hovur einki virður slík orð.
Yvir hovur hugsi eg nú ikki, tað er so;
tí mong fegnast við, at okkurt gamalt orð
kemur fyri, sum tey ikki í langa tið hava
hoyrt. Enn um so var, at gomlu orð okk-
ara eru mongum ímóti, skullu vit so, eina
fyri at gera teimum til vildar, forkoma
okkum kynið? Bæði er tað ljótt og hartil
er tað av sonnum almikil skomm, at vit,
sum vilja verða sjálvbjargnir menn, skullu
eiga eitt so fátækt mál, sum er so skirvis-
liga klætt, at vit nærum vamlast við
foma norðan málið, fyrr enn tað sunnan
av flatlondum hevur fingið sær nakrar pá-
fuglafjaðrar til prýðu í veli. Tað svíður
sárt í mær og mongum oðrum at síggja
hettar. Eg hopi ikki, bótin í hjalli er í
minking. Tað er langt til heystar enn.
J. Padursson.
Ger við onnur, sum tú vilt, at onnur skula
gera við teg.
Einar var so óvargaligur, at hann var
tiltikin 1 bygdini og um alla oynna. Sá
hann gamalt skirvisligt fólk ganga igjognum
túnið, helt hann tað i ónáðum við orðum
og gerningum, gálvaði og skelkti eftir
teimum. Blinda Bartal leiddi hann eina
ferð út í Lítlumýri og fór so unđan honum.
Um hann hefti spjarrar ella doslar upp í
fólk, ella gjórdi aðrar ódygdir, var tað
ikki frítt, at mamman hevði stutleika av
slíkum og læt dreingin síggja tað.
Hvat hann var ringur ímóti fólki, var
hann enn verri ímóti teimum ómælandi.
Hvorki neyt ella ross, hundar ella kettur
fingu frið; hann steinaði, loypti stokk í
tey og píndi tey alt, hvat hann kundí.
Lá seyður bundin í túninum, trampaði hann
á hann fyri at hoyra, hvussi tað kundi
skvagga í vilinum, ella hann klípti neyðara
dýrini av berum ókynni. Hevði nakar at
honum, svaraði hann illa aftur, og mamman
helt við honum.
Hann knýtti murtar upp í teímasnori,
ein í hvðnn endan og fekk so dunnirnar
til at kulka hvor sín í seg og grein so
hjartaliga, tá ið tær ikki fingu svolgt til
fulnar. Steinstðlpur og aðrar smáfuglar
rændi hann; knústi eggini og meinslaði
ungarnar og vónaði ikki, um mamma teipra
læt aldrig so syrgiliga og lemjdi seg, súm
hon sjálv skulđi verið pínd.
Grindalokkar og flugursleit hann bein
og veingir úr; makkar pettaði hann sundir.
Besti lysturin var tó at fiska ulkur og seta
tundurtðpoar uppá hornini á teimum og
seta har í stórar fjaðrar ella træpinnar við
pappírssegli á. Neyðara beistini kundi
tá ikki sleppa undir kav, hvussi tey stríddist,
og vóru tá stadd nakað sum Einar hevði
verið, um hann var bundin uppá eina fjðl
og sleptur út á sjógv.
Ein dagin, sum hann stutleikaði sær
við at pína ulkur, bar ikki betri til, enn at
hann gleið útfyri har, sum hann ikki grynti.
Tað var leingi, áðrenn hann bleiv tikin upp,
og var hann tá meiri đeyður enn livandi.
Tá, ið hann var borin til hús, var mamman
nærum vitleys av sorg. Hann lá nú í
fleiri dagar við sterkum skjálvta og ðrviti,
so at tey væntaðu honum ikki lív. Tað
var syndarligt at hoyra, hvussi hann gnýsti.
Neyt, hunđar, útlðgukattar og onnur djór
helt hann koma eftir sær, og bað tí pápa
og mammu verja seg.
Eftir tað, at hann hevði fingið vitið
aftur, stakk hann ofta upp úr fastasta
svðvni og tyktist at vera illa trongdur.
Foreldurni fóru tá til skúlameistarin, og
hann fekk út úr honum, at hettar kom av
dreymum, sum flest allir vóru líkir. —• Ein
dreymurin var, at Klodda-Billa (ein av tei-
mum, sum hann altíð helt í ónáðum) kom
eftir honum sum ein stór, ljót og grumm
risakelling. Tá væntaði hann sær at verða
tikin til at gðða og steikja, sum tað sigst
í sðguni um dreingin á sinni. Ein annar
dreymur var, at hann helt ðll đjór vera
samlað uttan um seg. Alt var tá myrkt, so
hann sá lítið annað enn glógvandi katta-
eygur uttan um seg og væntaði at verða
klóraður og bitin. Bukkurin rendi undir
hann, so hann fór fram imóti tarvinum,
sum hevði hann á loft við horninum. Hun-
đar tanlaðu hann í leggirnar og rossini
biti og sparkaðu hann; um tað so var
lombini so stútaðu tey hann hegar og hagar.
— Stundum droymdi hann seg á eini rók
i einum hðgum bergi. Iiar kom ein stór
ðrn og setti seg hjá honum og við henni
flokkar av fuglum, sum hann hevði pínt.
Tey sýntist at halda tíng. Einar, sum
visti, at hann var sekur, helt seg fáa út
av tí, at smáfuglarnir førđu klagu og ðrnin
dðmdí, at krákur og ravnar skuldu pikka
eygurni úr honum. Til endan dróg ðrnin
hann út fyri, so at hann mátti falla fleiri
hundra favnar niður. Tá mátti hann væl
vera trongdur og rópa neyðaróp. — Til
aðrar tíðir đroymdi hann, at sum hann
stóð á sjóarklettinum, kom ein kópur og
stardi uppá hann við glógvandi eldreyðuni
eygum, til hann fór framm eftir rommum
útfyri. So kundi tað koma ein ræðuliga
stór havtaska, sum stutleikaði sær við at
gloypa honum og spýggja hánn út aftur.