Føringatíðindi - 01.05.1890, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI
K
Nr. 5.
Maj 1890.
1. árg.
Lindyrking.
Lin er nú nærum eitt ókunnugt orð her
í Forjum. Fleiri rópa tað rhor» (horlorit,
hórgarn o. s. fr. v.). Fyrr i tíðini, áðrenn
bummullin kom i brúk, kenđist línið betri
her hjá okkum. Enn goymast orðini
«líntráður», «línskav» (Charpi) o. fl. Um
teir gomlu, sum fluttu hegar úr Nóríki,
nakrantíð hava fingist við at dyrka lín her,
tað mann eingin vita. Tó at teir hóvdu
ull bæði til stúkur og rekkiváðir, er tað
ikki ótrúligt, at teir hava kennt tann kunstin
at dyrka og virka lin. í seinri tíðini mann
tað hava verið lítið roynt fyrr enn próst
Struer fekk sær nakað fræ, sum hann
sjálvur sáddi ein part av og tillika læt
menn í ymsum bygdum fáa burtur av.
Sógnin er, at tað vaks væl, og ein og
annar fekk bart tað so dánt til, at hann
fekk teymar og snóri av ti. Plómaðurin
Jensen sáđdi Hn i fleiri bygđum og tað sigst
at hava vaksið væl, tó mundi eingin fáa i
lag at gera sær nyttu av tí. Nú fyri
kortum hevur Hansen hin gamli í Sanda-
gerði roynt at sáa lín. Tað vaks so væl,
at hann heldur, at tað mundi ivaleyst verið
til stórt gagn fyri lanđið, um fleiri lógdu
seg eftir at dyrka tað.
Nú i ár hava fleiriætlað sær at royna
lindyrking og er so nógv fræ keypt, at
tað rókkur til at sáa eina hálva mðrk i
jórð. Hopandi at líndyrkingin hesu ferðina
ikki má đoyggja burtur aftur, vil eg her
skriva nókur orð um, hvussu lin skal
đyrkast.
Lin loysur seg best at dyrka á turrari,
feitari jórð. Tað veksur væl aftaná eplum
ella rótum og kann eisini sáast á tvðrvelti
sum korn. øskutó eru best til lín; onnur
frekari tó gera færri, grovari og moyrari
tægrir. Tað er gott at bera eitt syndur av
landi á línveltina, tá ið hon er sáað. Óvmikið
av frekari tóðu ger línið groft, við færri
og moyrari tægrum. Tann, sum vil heysta
fræ av líni, eigur at sáa tað fyrra partin
av Maj mánaði, og er tað best at sáa um
eitt pund á ein teig 2 favnar í breiđd og
6 favnar í longd. Sáast línið ein triðing
tjúkkari, verður tað fínari í tægrunum, men
gevur minni og seinri búnandi fræ.
Línið má helst undir uppvóxtrinum vera
hildið væl frítt fyri illgresi, tí at tá vexur
tað betri og strúgvin vil eisini lætt loypa
óvmikið rót í, tá ið Hnið er innheystað.
Línið verður um heystið ikki sligið
ella skorið, men tugað upp við rót; binđist
so í nólgar og kann goymast til tíð er at
gera tað til. Tað er nakað putlugt at virka
lín, helst fyri tann, sum er óvandur við tað;
tó mann arbeiðið lóna seg úti við tvær
reisur so væl sum at tóta fyri triðing. —
Eftir sum hettar arbeiðið kann goymast til
um vetrakvóldanar, má tað kunna koma
Fóringum væl við, um at tímalónin ikki
verður so stór. tí nú trýtur arbeiði fyri
fólkið, sum veksur í tali ár undan ári.
„Forjarnál i æru“ ljóðar fyrsta boð
Føringafelags. — Heldur felagið taðnu? —
Væl vita vit, at felagið enn sum fyrr vil
royna at fáa tað lagað so, at okkara mál
má koma aftur í tann sessin, tað var sjúggað
burtur úr; minnast má tó, at vit hava meiri
at verka enn hettar, áðrenn vit æra málið
til fulnar, og tað er, at halda tað reint,
nógv reinari enn tað nú fjaðkar millum
manna.
Mær fyri eygum hevur málið fyri
skamri stund slðan borið seg so, sum
skuldi tað ikki verið sjálvbjargið longri.
Mann tað nú vera vorðið so eymisligt og
ikki hava frægari stinnbul í beini, enn at
tað ikki er ment at liva, uttan at súgva
tátu frá ókunnugum fólki? Ella er tað
vorið so nakið, at tað má bjálva seg við
útlenskum pjðkum og glisum, hvórja ferð
tað í skrift og talu fer út at ferðast, har
tað ikki er hvðnndagsgestur? Tað sær
ikki óðruvísini út; og tey, sum ikki vita
betri, mugu halda, at Fórjamál kann ikki
verða hildið uppi, um vit ikki læna og
læna í heilum. Tó, tl betri, er tað ikki