Føringatíðindi - 01.05.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.05.1891, Blaðsíða 3
allur Foroyskur ungđómur hevur lært so mikið, at hann altíð ynskjur sær at læra meiri, bæði av kunskapi um Várharra og um mangt og hvat annað, sum kann verða menniskjum til nyttu. C. Ikki ráðvill. Ein maður sat og fekst við at evna sær eini tuflutrð til. Hann vildi ikki hogga oksuna í gólvið og eftir sum han ikki átti nakran stabba, royndi hann at finna sær okkurt viðarsprek til at leggja unđur, men einki var at finna. »Bíða nú, soti mín,« sigur Billa, kona hansara, og fer at trilva í torvkrubbini. »Mann hettar ikki đuga,« sigur hon og rættur honum eit — pottabrot. FRÁ ÚTLONDUM. Danski ríksdagurin var endaður ista j apríl. Finanslógin var tó ikki fulfort liðug, í tí at hon kom so seint úr fólkatinginum, at landstingið ikki hevði haft hana meiri enn tværreisur fyri; ríkisstýrilse helt seg ikki kunna vænta, at fólkatingið og lands- tingið kundi koma rættuliga til sams um finanslógina og hevur tí givið út eina finantslov fyri fyrst, sum skal galda, til ríksdagurin kemur saman aftur. I hesari finanslógini er játtað tann styrkur, sum var umbiðin úr Forjum.: 200 ícr. til lærara- skúlan í Havn, 2800 kr. til skúlastovur á Skála og Selatri og 350 kr. til teir, sum gjordu garðin yvir Gotu eiði. Eisini er játtað peningur til fýrið á Nólsoy. 3 Foroyskar lógur eru lidnar á hesum ríksdegnum: jagtlógin, grannastevnulógin og lógin um landvesinskommissiónir. Yvir hovur hevur arbeiðið í ríksdegnum gingið betri í vetur, enn árini framman undan, so at nógvar lógur eru gjordar lidnar ir ár. Boisen, sum 1861—67 var lærari í realskúlanum her í Havn, er nú deyður í Kjobinhavn. Hann var ein nærlagdur lærari, sum er hildin kærur í áminnilsi av teimum, sum hava lært hjá honum. Pokunar hava gingið i Kjobinhavn í vetur og fleiri eru deyð av teimum. Úr Islandi frættist, at veturin hevur verið av tí besta. Fiskiskapurin hevur tó verið ójavnur. Náttina míllum 12. og 13. april varð stórur skipaskaði ay útsunnings harðvegri. Eitt Normansskip á ísafjorðinum hálvdist og 5 menn, sum í tí vóru, đoyðí. Uttanfyri Reykjavíkina fóru 20 skip á grunn. Av ísi sást eitt syndur, tá ið »Thyra« fór fyrru ferðina norður um, men á heimferðini sást eingin ísur. í Chili i sunnara parti av Amerika er alt i ringum skili. Ríkisstýrilsið er nærum verri enn teir, sum begyntu ófriðin, til at gera yvirváld og taka góðs og grund frá teimum borgarum, sum eru mistonk- tir fyri at vilja halda við ófriðamonninum. I NewOrleans i Norðamerika hovdu fleiri Italienskir skálkar sligið seg saman tíl at gera morð og herverk. Nýliga vóru fleiri av teimum soktir fyri rættinum fyri morðs skyld. Meðan sakin var fyri, var eitt hóvudsvitni og formaðurin fyri politi- num dripin. Tá ið nú einki fullkomið prógv kunđi berast í sakini, mátti dómarin lata teir Italiensku mordarinar ganga ófeldar. Megin parturin av staðsfólkinum bleiv illa við av hesum og slóg seg saman, tók hendur á skálkarnar og drap teir við tað sama. — Av hesum er stór flokja komin millum Italienska ríkið og tey foreinaðu ríkini í Norðamerika. Bloðini hava sligið uppá kríggj; men tað mann einkið verða av, tí at Italien er so nógv minni til mannar. At friða stórhvalin er núhaftnógv á máli bæði í Islanđi og Noreg, tí tað meinast, at hvalurin rekur sildina at land- inum. Isturbjolgar hava í vetur haft stevni í Berlin. 50 komu til steðar. Prísin (hálva tunnu av Bayerskun oli) fórdí heim ein Týskari, sum vág 399 pd. Tiðindi úr Forjum. Veðurlagið var mesta partin av apríl av tí besta fyri sjó- róður. Fyri landið var vegrið ikkí so gott: Fyrst kaldligt við kava fyri norðan, sum tamaði veltingini og síðan turt, so at lítil gróður hevur verið og nú til endan ein hógættabrestur, sum legði nógvan kava níður og drap nógv av smálombum og ikki sórt av tí gamla seyðinum, sum nú yvir hóvur er veikur, Várfiskiskapurin hevur verið av tí besta yvir mest alt landið. Fiskurin á norð- havínum hevur verið bæði meíri og størri enn hesu síðstu árini herfyri. Fískiskipini hava veitt meiri enn nakrantíð fyrr um hesa tíðina. — Seinast ið frættist úr Suðroy hóvdu skipíni: »Mun- ken« 42, »Peder« 35, »Trangisvaag« 35, »Jeannette« 60 og »Falken« 30 hundrað av fiski. Norðanskipíni, sum óll komu inn fyri illveður í vikuni, ið var, hava flest óll lagt fiskin upp. »Cyclone« hevði 46, »Beautifulstar« 40, »Nordlyset« 70, »Pros- perous« 70, »Gauntlet« 73 og »Delphinen« 95 hundrað av fiski. Eín stórur partur av hesum er góður bankfiskur, sum 25—30 gjórdi út skippundið. Maðurstirnaðurtildeyðar. Mortan Olsen (á gaddi), sum hevði verið til lossinga- arbeiði á Tvóroyri nú ein dagin, var drukkin og fór út fyri skipsbrúnna undir kav, men

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.