Føringatíðindi - 01.09.1893, Page 1

Føringatíðindi - 01.09.1893, Page 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. g. SEPTEMBER 1893. 4. Ár. Latið ikki seyð liggja bundnan longri enn neyðugt er! Próst Hammershaimbs burturferð. Tá ið Hammershaimb fór til skips, varð hann fylgdur av mannfjóld, og á bátum, sum samlaðust úti við skipið, vóru sungin eftirfylgjandi órindir: Hægstur heilagur anđi, himla kongurin sterki, lovliga lít tú á meg; signaður á sjógv og landi, sannur í vilja og verki, hoyr tú, eg heiti á teg. l'orða tú mær vanđans pínu og díki, hottin av feigdar kvólum frá mær víki, mær veit tú tað Mariu sonurin ríki, mæla eg kundi nakað, so tær líki. Faðir, sum væl mann stýra, brúsandi bylgju tú vendi við tíni sterku hond! Takk verði dróttinum đýra, eydnu so ymsa tú sendir, væl beinir tú leið millum lond. Bæði í logn og ódnarvegri harða, faðir góði, tú mannst okkum varða, so leingi tú vilt lívið okkum spara, gjógnum dunandi bárur trygg vit fara. I. a g: Nú fellur riman. 1. Vensil legði at Fórjalandi morgun ein so blíðan, nú vil han aftur í havið halda, sigla tann streymin stríða. Niðurlag: Nú siglir Vensil yvir Atlantshav, goymdur skal verða skatturin, hann Fóroyingum gav; nú siglir Vensil. 2. Vardur skal verða skatturin, Fðringar skulu hann rókja, vápnaðir standa vit allir einir, hvðr sum borg vil sókja. 3. Sigl í friði, gamli maður, hóvdingi vár, verkið títt vit minnast á, alt meðan landið stár. 4. Borin Varð tú Fórjum á, fostraður har á landi, eingin knýtti heitari við okkum ástarbandið. 5. Brandin tú úr fjalli sókti, okkum gav til handa, prýddi hann við hug og dugnað, tí er hann gitin um landa. 6. Takkaður verði tú, maður gamli, fyri hvat tú vann, vit hava gingið aftaná, tí tú vart hann, ið fann. 7. Far tú væl í harrans frið, Gud hann goymi teg; Ijósar liggi leiðirnar um tín allan veg. 8. Blíðar liggi góturnar, mælir hvór fyri sær, — heilsast vit á skilnarstund: Jesus fylgi tær! Logtingið hevur nú verið saman úti við 6 vikur og fer nú fyrsta dagin at enda sítt j starv í ár. Her skal nú greiðast eit sindur frá, hvat ið avrikað er. Traðarlógin er viðtikin við 14 st. ímóti 3. Eftir hesara lóg kunna teir, í sum hava fingið traðir av kongshógum, fáa traðinar til ognar fyri 25 ferðir traðarleiguna; hesir peningar fara í ríkiskassan; men j hvórja ferð bóndin fer til fútans við leigu sínari,fær hann traðarleiguna aftur haðani; eftirmenninir fáa tó ikki meira enn hálva traðarleigu. Tær traðir, sum seinri verða tiknar av kongsgórðum, kunnu keypast fyri 50 kr. fyri hvórt kúfóður (vetra- og summar- fóður). Ráðgevarin (ministarin) kann eisini selja nýggjar traðir, um bóndin noktar, tá ið tað ikki skynnist at vera til skaða fyri

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.