Føringatíðindi - 01.09.1893, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI.
Nr. g.
SEPTEMBER 1893.
4. Ár.
Latið ikki seyð liggja bundnan longri enn
neyðugt er!
Próst Hammershaimbs burturferð.
Tá ið Hammershaimb fór til skips, varð
hann fylgdur av mannfjóld, og á bátum,
sum samlaðust úti við skipið, vóru sungin
eftirfylgjandi órindir:
Hægstur heilagur anđi,
himla kongurin sterki,
lovliga lít tú á meg;
signaður á sjógv og landi,
sannur í vilja og verki,
hoyr tú, eg heiti á teg.
l'orða tú mær vanđans pínu og díki,
hottin av feigdar kvólum frá mær víki,
mær veit tú tað Mariu sonurin ríki,
mæla eg kundi nakað, so tær líki.
Faðir, sum væl mann stýra,
brúsandi bylgju tú vendi
við tíni sterku hond!
Takk verði dróttinum đýra,
eydnu so ymsa tú sendir,
væl beinir tú leið millum lond.
Bæði í logn og ódnarvegri harða,
faðir góði, tú mannst okkum varða,
so leingi tú vilt lívið okkum spara,
gjógnum dunandi bárur trygg vit fara.
I. a g: Nú fellur riman.
1. Vensil legði at Fórjalandi
morgun ein so blíðan,
nú vil han aftur í havið halda,
sigla tann streymin stríða.
Niðurlag:
Nú siglir Vensil
yvir Atlantshav,
goymdur skal verða skatturin,
hann Fóroyingum gav;
nú siglir Vensil.
2. Vardur skal verða skatturin,
Fðringar skulu hann rókja,
vápnaðir standa vit allir einir,
hvðr sum borg vil sókja.
3. Sigl í friði, gamli maður,
hóvdingi vár,
verkið títt vit minnast á,
alt meðan landið stár.
4. Borin Varð tú Fórjum á,
fostraður har á landi,
eingin knýtti heitari
við okkum ástarbandið.
5. Brandin tú úr fjalli sókti,
okkum gav til handa,
prýddi hann við hug og dugnað,
tí er hann gitin um landa.
6. Takkaður verði tú, maður gamli,
fyri hvat tú vann,
vit hava gingið aftaná,
tí tú vart hann, ið fann.
7. Far tú væl í harrans frið,
Gud hann goymi teg;
Ijósar liggi leiðirnar
um tín allan veg.
8. Blíðar liggi góturnar,
mælir hvór fyri sær,
— heilsast vit á skilnarstund:
Jesus fylgi tær!
Logtingið hevur nú verið saman úti við
6 vikur og fer nú fyrsta dagin at enda sítt
j starv í ár. Her skal nú greiðast eit sindur
frá, hvat ið avrikað er.
Traðarlógin er viðtikin við 14 st.
ímóti 3. Eftir hesara lóg kunna teir,
í sum hava fingið traðir av kongshógum, fáa
traðinar til ognar fyri 25 ferðir traðarleiguna;
hesir peningar fara í ríkiskassan; men
j hvórja ferð bóndin fer til fútans við leigu
sínari,fær hann traðarleiguna aftur haðani;
eftirmenninir fáa tó ikki meira enn hálva
traðarleigu. Tær traðir, sum seinri verða
tiknar av kongsgórðum, kunnu keypast fyri
50 kr. fyri hvórt kúfóður (vetra- og summar-
fóður). Ráðgevarin (ministarin) kann eisini
selja nýggjar traðir, um bóndin noktar, tá
ið tað ikki skynnist at vera til skaða fyri