Føringatíðindi - 01.09.1893, Side 2

Føringatíðindi - 01.09.1893, Side 2
bóndagarðin, men skal hann fyrst spyrja [ »landvæsenskommissionina« til ráds. í oðrum lonđum hava menn haft lógir um, at einhvor kann fáa sær eitt frámerki til sínar varir og nokta oðrum at brúka sama merki; nú er ætlanin at hin Danska lógin um varumerkir eisini skal galda í Forjum. í fjor var her smiðað ein lóg um »politiviðtektir«; ráðgevarin hevur sent hana aftur pakað broytta og nógv longda | við reglum um »politi« og »politisakir«. Hon er viðtikin við nókrum broytingum. F.ftir sjólógini, sum kom í fjor, hevur ráðgevarin sett reglur fyri skipsmanna- kosti; nú er tingið spurgt, um hesar reglur hóska fyri Forisk fiskaraskíp. Við tað, at Foringar nú eru vanir við annan kost enn đanskir menn, ræður tingið til at broyta hesar reglur nakað nógv fyri fiskaraskipini. Hesar lógir eru allar sendar hegar frá ríkisstýrilsinum (regeringen). Fyrsta menn tóku sær fyri at ferðast í flokkum til Amerika til at búsetast har, bar tað oftani á, at ein og annar, sum var kendur i Amerika, beyð seg til at fylgja fólki yvir og hjálpa teímum, tá ið tey vóru yvirkomin; hann tók so peningar fra teimum fyri ferðina og annað, sum hann lovaði at hjálpa teimum við; men tá ið skipið kom inn á aðra havn, hvarv hann og slepti ferðafólkunum upp á fjall. Nú liava fólk í óllum londum lógir til at verja ferðafólk fyri sovorðnum skálkum, og amtmaður okkara heldur, at slík lóg eisini kann koma at nýtast í Forjum. Tingið hevur tí biðið um eina so vorðna lóg, sum íslendingar longu hava um útflyting. Sorenskri\rarin heldur tað vera ónyttu | og peningaspell at halda várting og heystting har, sum einki er at gera á tingi. Lógtingið heldur við honum og ræður j til, at vártingini í Eysturoy og Streymoy, og heysttingini í Norðoyjum, Vágum og Sandoy skulu leggjast av; várting í Norð- oyjum, Vágum og Sandoy skal ikki yerða hildið, uttan sakir eru at fóra og biðið verður um ting; liarímóti skal ting haldast tvær reisur um mánadin í Havn fyri allar oygjanar norðapfyri Suðroyjafjórð. í Suðroy verður várting og heystting enn sum áður. Suðringar hava nógvar sakir og so langt til Havnar, at teir ikki kunna koma til dómarin, og við tað, at han ikki kemur meir enn tvær reisur um árið til teirra, varar ein sak ofta niong ár. Tí er biðið um at fáa ein dómara í Suðroy. Talað hevur verið um at fáa eitt guvu- skip til at ferðast her ímillum oyjanar. (Niðurlagt.) Foringafelag. Sunnudagin eftir Ólav- sóku kom Fóringafelag saman til at sam- ráðast um og avgera, hvussu best kundi fáast enđi á tí striði, sum verið hevur í felagnum um skrivingarlagið. Viðtikið varð at lata sakina upp í hendur á eini skiljudómsnevnd. Próst Hammershaimb og cand. mag. J. Jakobsen skuldu biðast at velja hvór sín aftur at sær. Felagið valdi qand, jur. Chr, Bærentsen og lærarin C. L. Johannesen og teir allir skuldu so velja ein sjeynda mann aftur at sær. Viðlagt var, at allir skuldu vera fóddir Fóringar, Fellur J. Jakobsen ella Hammershaimb frá, fer sakin aftur til av- gerðar hjá felagnum. Fellur ein av teimum, felagið valđi, ella sjeyndimaðurin frá, velja hinir ein i staðin. Felagsskipan var broytt og viðtikin soleiðis, sum hon skal koma fram í næsta blaði. Góð hoyggjíng er hálvt fóður. Hoyggj missur nógv av góðsku og fóðievni, tá ið tað rekst fyri regni og náttadógg. Hóvuðs- ráðini eru: at sláa tíðliga men ikki leggja ov nógv niður unđir óterra; ikki at rysta líggjaskógvin út í ólíkindum; ikki at spara at koyra saman tað hoyggj, sum hevur góðskuna í sær, men hoyggja væl tað, sum er komið til at rekast. í sátubórnum skaðast hoyggj ikki stórvegis av dógg og regni, men fer nógv fram, tá ið gjóstur er. í harðfórum plássum er gott at leggja gamalt brætt snóri á bórnini, men festa tað við hælum og ikki klýggja grót upp i til at tyngja hoyggjið saman, Harri blaðstýrari! Tó at eg veit, at »Fóringatíðindi« ikki er rætta staðið at frambera svar í ti sak, sum skrivarin, Andersen, hevur elvt stríð av í »Dimmalætting«, hopi eg fyri eina ferðs skyld at fáa rúm fyri eftirfylgjandi reglum. A. hevur gjórt seg inn á meg sakleysan í »Dim.« nr. 28. S0 gay eg aftursvar í nr. 31. A. kom tá aftur við mótsvari í nr. 32, sum eg gav svar til í nr. 34. í hesum nr. av »Dim.« hevur blaðstýrarin gjórt bragd, sum eg ikki veit makan til frá tí at »Dim.« kom út á fyrsta sinni, í tí at hann hevur latið mótpartin svara aftur í sama blaði og við tað sama kvett sakina av. Tað fall mær við tað sama fyri, at blaðstýrarin her ikki hevði býtt sól og vind javnt, sum hann hevur lovað. Tó, — alt eigur at verða tikið upp i bestu meining, og við gjórliga at hugsa um sa- kina, má eg halda, at blaðstýrarin, sum ivaleyst kennir A. frá grundini av, mann halda, at 3 greinir frá honum ikki kunna metast meir enn 2 frá mær. Hetta haldi

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.