Føringatíðindi - 01.09.1893, Blaðsíða 2
bóndagarðin, men skal hann fyrst spyrja [
»landvæsenskommissionina« til ráds.
í oðrum lonđum hava menn haft lógir
um, at einhvor kann fáa sær eitt frámerki
til sínar varir og nokta oðrum at brúka
sama merki; nú er ætlanin at hin Danska
lógin um varumerkir eisini skal galda í
Forjum.
í fjor var her smiðað ein lóg um
»politiviðtektir«; ráðgevarin hevur sent
hana aftur pakað broytta og nógv longda |
við reglum um »politi« og »politisakir«.
Hon er viðtikin við nókrum broytingum.
F.ftir sjólógini, sum kom í fjor, hevur
ráðgevarin sett reglur fyri skipsmanna-
kosti; nú er tingið spurgt, um hesar reglur
hóska fyri Forisk fiskaraskíp. Við tað, at
Foringar nú eru vanir við annan kost enn
đanskir menn, ræður tingið til at broyta
hesar reglur nakað nógv fyri fiskaraskipini.
Hesar lógir eru allar sendar hegar frá
ríkisstýrilsinum (regeringen).
Fyrsta menn tóku sær fyri at ferðast
í flokkum til Amerika til at búsetast har,
bar tað oftani á, at ein og annar, sum var
kendur i Amerika, beyð seg til at fylgja
fólki yvir og hjálpa teímum, tá ið tey vóru
yvirkomin; hann tók so peningar fra teimum
fyri ferðina og annað, sum hann lovaði at
hjálpa teimum við; men tá ið skipið kom
inn á aðra havn, hvarv hann og slepti
ferðafólkunum upp á fjall. Nú liava fólk
í óllum londum lógir til at verja ferðafólk
fyri sovorðnum skálkum, og amtmaður
okkara heldur, at slík lóg eisini kann koma
at nýtast í Forjum. Tingið hevur tí biðið
um eina so vorðna lóg, sum íslendingar
longu hava um útflyting.
Sorenskri\rarin heldur tað vera ónyttu |
og peningaspell at halda várting og
heystting har, sum einki er at gera á
tingi. Lógtingið heldur við honum og ræður j
til, at vártingini í Eysturoy og Streymoy,
og heysttingini í Norðoyjum, Vágum og
Sandoy skulu leggjast av; várting í Norð-
oyjum, Vágum og Sandoy skal ikki yerða
hildið, uttan sakir eru at fóra og biðið
verður um ting; liarímóti skal ting haldast
tvær reisur um mánadin í Havn fyri allar
oygjanar norðapfyri Suðroyjafjórð. í Suðroy
verður várting og heystting enn sum áður.
Suðringar hava nógvar sakir og so langt
til Havnar, at teir ikki kunna koma til
dómarin, og við tað, at han ikki kemur meir
enn tvær reisur um árið til teirra, varar ein
sak ofta niong ár. Tí er biðið um at fáa
ein dómara í Suðroy.
Talað hevur verið um at fáa eitt guvu-
skip til at ferðast her ímillum oyjanar.
(Niðurlagt.)
Foringafelag. Sunnudagin eftir Ólav-
sóku kom Fóringafelag saman til at sam-
ráðast um og avgera, hvussu best kundi
fáast enđi á tí striði, sum verið hevur í
felagnum um skrivingarlagið.
Viðtikið varð at lata sakina upp í
hendur á eini skiljudómsnevnd. Próst
Hammershaimb og cand. mag. J. Jakobsen
skuldu biðast at velja hvór sín aftur at sær.
Felagið valdi qand, jur. Chr, Bærentsen og
lærarin C. L. Johannesen og teir allir
skuldu so velja ein sjeynda mann aftur at
sær. Viðlagt var, at allir skuldu vera
fóddir Fóringar, Fellur J. Jakobsen ella
Hammershaimb frá, fer sakin aftur til av-
gerðar hjá felagnum. Fellur ein av teimum,
felagið valđi, ella sjeyndimaðurin frá, velja
hinir ein i staðin.
Felagsskipan var broytt og viðtikin
soleiðis, sum hon skal koma fram í næsta
blaði.
Góð hoyggjíng er hálvt fóður. Hoyggj
missur nógv av góðsku og fóðievni, tá ið
tað rekst fyri regni og náttadógg. Hóvuðs-
ráðini eru: at sláa tíðliga men ikki leggja
ov nógv niður unđir óterra; ikki at rysta
líggjaskógvin út í ólíkindum; ikki at spara
at koyra saman tað hoyggj, sum hevur
góðskuna í sær, men hoyggja væl tað, sum
er komið til at rekast. í sátubórnum
skaðast hoyggj ikki stórvegis av dógg og
regni, men fer nógv fram, tá ið gjóstur er.
í harðfórum plássum er gott at leggja
gamalt brætt snóri á bórnini, men festa tað
við hælum og ikki klýggja grót upp i til
at tyngja hoyggjið saman,
Harri blaðstýrari!
Tó at eg veit, at »Fóringatíðindi« ikki
er rætta staðið at frambera svar í ti sak,
sum skrivarin, Andersen, hevur elvt stríð
av í »Dimmalætting«, hopi eg fyri eina
ferðs skyld at fáa rúm fyri eftirfylgjandi
reglum.
A. hevur gjórt seg inn á meg sakleysan
í »Dim.« nr. 28. S0 gay eg aftursvar í
nr. 31. A. kom tá aftur við mótsvari í
nr. 32, sum eg gav svar til í nr. 34. í
hesum nr. av »Dim.« hevur blaðstýrarin
gjórt bragd, sum eg ikki veit makan til
frá tí at »Dim.« kom út á fyrsta sinni, í tí
at hann hevur latið mótpartin svara aftur í
sama blaði og við tað sama kvett sakina
av. Tað fall mær við tað sama fyri,
at blaðstýrarin her ikki hevði býtt sól
og vind javnt, sum hann hevur lovað.
Tó, — alt eigur at verða tikið upp i bestu
meining, og við gjórliga at hugsa um sa-
kina, má eg halda, at blaðstýrarin, sum
ivaleyst kennir A. frá grundini av, mann
halda, at 3 greinir frá honum ikki kunna
metast meir enn 2 frá mær. Hetta haldi