Føringatíðindi - 04.10.1894, Page 2
Bazar og Tombola. Sum síg-gjast kann
av lýsingini aftaná í blaðnum frá nokrum
kvinnum úr Suðroy, er ætlan seinast í
oktober mánaði at halda Bazar og Tombola
á Tvoroyru. Vinningurin fer til einkju og
born eftir einum av teimum Suðringunum,
sum gingu burt í Islanđi í heyst,
G-ott fólk her norðanfjorðs, sum við
gávum vil fremja hesa fyritoku, verið so
góð at senda tær víð s>Lauru* 22. oktbr.
Rýpurnar, sum nú i næstum lítið er
frætt frá, hava fyri kortum verið sæddar
í rúgvu í Norðoyjum. Sumstaðnis í haganum
skulu tær vera sædđar at bðlast. Ikki er
at spara at biðja ein og hvonn lata tær
hava frið,
„Reminiscences of a trip to Shetland,
Orkney and Scotland in the summer of 1839
by Christian Ployen, Amtmand and Comman’
dant in the Faroe lslands“, er ein bók ný-
liga útgivin av T. & I. Mansson, Leiwick
i Hetlandi. Hetta er fyrstu ferð, Ployens
bók om Hetlandsferðina er útgivin í Eing-
ilskum máli. Bílæti av Ployen er i bókini,
Syrgjuligt hjúnarlag. Ein maður kom
ein vakran dag og tók yngsta barnið burt
úr songini frá konini, bar tað til báts og
síðani burt í annað prestagjald, Har fekk
hann taó doypt, meðan konan einki grunaði,
hvat ið fyri var, og minst av ollujn visti
hvat navn barnið mundi fáa,
,,Tað er ov scint at leggja lok yvir
brunnin, tá ið bainið er druknað.^
Skansavegurin er vakur at ganga á,
tað munnu fleiri enn eg halda, tí ganga
tey dagliga har. Aðrenn uppkemst á
sjálvan vegin, má tugast upp ígjognum eina
brekku, sum um veturin í frosti og herslu
er nærum ógongd. I brekkuni eru tvey
træverk, sum ein kann halda sær við, eitt
ovari og eitt niðarí, men tey eru bæði so
kavrotin, at tað er at vága lívið, at líta á
tey. íðiliga sýggjast born hanga á teimum,
og guđs undur er tað, at ólukka ikki er
hend; brotnar træverkið og tey detta út av
vegnum, so er ikki vón um at tað spinnir
i teymum. Ofta hevur tað undrað meg, at
hetta ikki fyrr hevur verið pátalað, og at
ikki har, so væl sum aðra staðnis í Havnini,
er gjort eitt sterkt jarnrekverk, tí »Politiið«
gongur har aftur og fram fleiri ferðir um
dagin, og ofta síggjast teir »stóru og klóku*
at ferðast tann vegin, vist er tað, at tað eru
ikki rnong pláss, hvar ið tað er meiri neyðugt,
enn har í ti umtalaðu brekku.
Eina tíð, áðrenn tað stóra guvuskipi
við »turistum« var væntandi hertil í summar,
var tað ovara træverkið brotna, og tá
hugsaði eg við mær sjálvum, at nú mann
hetta gamla blíva »kasserað«, teir kunna
ikki lata tað hanga so klođdugt, nú alt
hetta fremmenda fólki kemur her, tí
tað vita 611, at á skansavegin fara tey
so fegin. Nakrar dagar seinri var rnær
gangandi tann vegin yvir, men hvatsáeg?
tað gamla træverkið var klampa saman við
tveimum seymum,
Nú er ’veturin tilstundandi; hopanđi er
at kommunan ella kommunustviílsið tekur
sær um reigg'j og setur ella letur seta upp
eitt jarnrekverk, sum álit er í.
e. i. n.
Jlag: Gubben Noah.
í: Forjamálið, : nú er ringt hjá tær,
nú er stórur vanđi,
trokað út av landi
j: skalt tú verða, :|
so tey siga mær.
|: Illa dugur : tú til bónđaskrál,
ólukkan fyrst hendur,
— so í »Dimmu« stendur —
|: um tú verður :
Fórjtikirkjumál.
|: Lítíð batar : til at nolcta her,
góðir menn tað siga,
Fórjamál er viga,
: ov lætt funnið, :
syrgjuligt tað er.
: Fórjamálið, :j ringt er nú hjá tær,
tó vil eg ei gloyma,
burtur ella heima,
]t tú mann vera :|
Jljartamál hjá mær,
Andr. S.
Eftírfylgjandi ríma er komín »Føringat.«
til handar við hesum broytta skrivingar-
lagnum:
Botast má firi í ár so long.
Bótast má firi í ár so long,
ta, sum aina lótu vardi.
Títt smílist burt eina stókkuta stunđ,
ta, sum jarta í áravís tærdí.
— Harmur og sorg rennur av rósinun reiu. —
Tú ekur við lukkuni snógliga framm,
so fort, at ainki tú sansar.
Men sorgabiran so kroistandi tung
bíar eftir tær, kvar tú enn stansar.
— Harmur og sorg rennur av rósinun reiu. —