Føringatíðindi - 04.10.1894, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 04.10.1894, Blaðsíða 2
Bazar og Tombola. Sum síg-gjast kann av lýsingini aftaná í blaðnum frá nokrum kvinnum úr Suðroy, er ætlan seinast í oktober mánaði at halda Bazar og Tombola á Tvoroyru. Vinningurin fer til einkju og born eftir einum av teimum Suðringunum, sum gingu burt í Islanđi í heyst, G-ott fólk her norðanfjorðs, sum við gávum vil fremja hesa fyritoku, verið so góð at senda tær víð s>Lauru* 22. oktbr. Rýpurnar, sum nú i næstum lítið er frætt frá, hava fyri kortum verið sæddar í rúgvu í Norðoyjum. Sumstaðnis í haganum skulu tær vera sædđar at bðlast. Ikki er at spara at biðja ein og hvonn lata tær hava frið, „Reminiscences of a trip to Shetland, Orkney and Scotland in the summer of 1839 by Christian Ployen, Amtmand and Comman’ dant in the Faroe lslands“, er ein bók ný- liga útgivin av T. & I. Mansson, Leiwick i Hetlandi. Hetta er fyrstu ferð, Ployens bók om Hetlandsferðina er útgivin í Eing- ilskum máli. Bílæti av Ployen er i bókini, Syrgjuligt hjúnarlag. Ein maður kom ein vakran dag og tók yngsta barnið burt úr songini frá konini, bar tað til báts og síðani burt í annað prestagjald, Har fekk hann taó doypt, meðan konan einki grunaði, hvat ið fyri var, og minst av ollujn visti hvat navn barnið mundi fáa, ,,Tað er ov scint at leggja lok yvir brunnin, tá ið bainið er druknað.^ Skansavegurin er vakur at ganga á, tað munnu fleiri enn eg halda, tí ganga tey dagliga har. Aðrenn uppkemst á sjálvan vegin, má tugast upp ígjognum eina brekku, sum um veturin í frosti og herslu er nærum ógongd. I brekkuni eru tvey træverk, sum ein kann halda sær við, eitt ovari og eitt niðarí, men tey eru bæði so kavrotin, at tað er at vága lívið, at líta á tey. íðiliga sýggjast born hanga á teimum, og guđs undur er tað, at ólukka ikki er hend; brotnar træverkið og tey detta út av vegnum, so er ikki vón um at tað spinnir i teymum. Ofta hevur tað undrað meg, at hetta ikki fyrr hevur verið pátalað, og at ikki har, so væl sum aðra staðnis í Havnini, er gjort eitt sterkt jarnrekverk, tí »Politiið« gongur har aftur og fram fleiri ferðir um dagin, og ofta síggjast teir »stóru og klóku* at ferðast tann vegin, vist er tað, at tað eru ikki rnong pláss, hvar ið tað er meiri neyðugt, enn har í ti umtalaðu brekku. Eina tíð, áðrenn tað stóra guvuskipi við »turistum« var væntandi hertil í summar, var tað ovara træverkið brotna, og tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú mann hetta gamla blíva »kasserað«, teir kunna ikki lata tað hanga so klođdugt, nú alt hetta fremmenda fólki kemur her, tí tað vita 611, at á skansavegin fara tey so fegin. Nakrar dagar seinri var rnær gangandi tann vegin yvir, men hvatsáeg? tað gamla træverkið var klampa saman við tveimum seymum, Nú er ’veturin tilstundandi; hopanđi er at kommunan ella kommunustviílsið tekur sær um reigg'j og setur ella letur seta upp eitt jarnrekverk, sum álit er í. e. i. n. Jlag: Gubben Noah. í: Forjamálið, : nú er ringt hjá tær, nú er stórur vanđi, trokað út av landi j: skalt tú verða, :| so tey siga mær. |: Illa dugur : tú til bónđaskrál, ólukkan fyrst hendur, — so í »Dimmu« stendur — |: um tú verður : Fórjtikirkjumál. |: Lítíð batar : til at nolcta her, góðir menn tað siga, Fórjamál er viga, : ov lætt funnið, : syrgjuligt tað er. : Fórjamálið, :j ringt er nú hjá tær, tó vil eg ei gloyma, burtur ella heima, ]t tú mann vera :| Jljartamál hjá mær, Andr. S. Eftírfylgjandi ríma er komín »Føringat.« til handar við hesum broytta skrivingar- lagnum: Botast má firi í ár so long. Bótast má firi í ár so long, ta, sum aina lótu vardi. Títt smílist burt eina stókkuta stunđ, ta, sum jarta í áravís tærdí. — Harmur og sorg rennur av rósinun reiu. — Tú ekur við lukkuni snógliga framm, so fort, at ainki tú sansar. Men sorgabiran so kroistandi tung bíar eftir tær, kvar tú enn stansar. — Harmur og sorg rennur av rósinun reiu. —

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.