Føringatíðindi - 06.12.1894, Blaðsíða 4
— Á sleipustoðini í Trongisvági eru
nú 1 heilum tvey skip uppdrigin og smíð-
ingin gongur væl frá hondini. Ein Danskur
skipssmiður stendur fyri verkinum. Hann
ber orð fyri at vera đugnamaður og álitis-
maður.
— Fyrrverandi bóndi í Gjorum í Porkeri
er blivin «Dannebrogsmaður«.
— Greivin, PJaten Hallermunđ, doyði
28. nov. á hospitalinum í Havn. Hann
hevur verið her í Havn í 13 ár, og 611
bera honum, at hann var friðamaður.
— Eitt fiskiskip hevur Magnus Chri-
stiansen á Tvoroyru nýliga keypt sær úr
Einglandi.
— Ófriðaskip! Eitt Eingilskt guvuskip
hevði nú fyri kortum sett kalvalínu vestan-
fyri Sunnbyarstein, og tað niður undir harða
vestfallið. Av tí botnurin er skorrutur,
slitnaði linan sum hon stóð; men Eingilsk-
maðurin helt. at Sunnbingar hovdu skorið
hana av. Tí fór hann at halda stavnrætt
á tann fyrsta bátin, hann kom fram at, og
tað við fullari ferð. Báturin skákaði undan,
men bleiv eltur fleiri ferðir, og tað so at
grovin frá skipinum fyllti nógv inn í bátin.
Síðan fór Eingilskmaðurin at elta ein annan
bát, men kom aftur til tann fyrra og sprændi
tá vatn á hann úr »slangu«, so at hann til
endan fleyt undir bekkir. Ein Vestmenningur
var við Eingilskmanninum, og hann sýntist
at hava fragd av at ræða Sunnbingarnar
uppá hendan ófólkaliga máta.
Minnislisti.
15. marts 1895 er varsilstíðin úti:
1. í búgvinum eftir Thomas Haraldsen,
Sandavági, og konu hansara,
2. í búgvinum eftir bátasmiði Gregers
Joensen á Strondum,
3. í búgvinum eftir fyrrverandi kongsbónda
Hans Petersen, Skálabotni, og konu
hansara.
4. í búgvinum eftir drongi Christian Jo-
hansen á Strondum,
5. fyri tey, sum vilja biðja um stuđning til
at koma á háskúla.
Eftir sum fleiri blaðhaldara hava fram-
sett ynski um at frætta úr »Fóringatíðindi«,
nær ið arvskiftir, uppboð (auktiónur) og
tílíkt fer at verða, skal hereftir setast í
blaðið minnislisti uppá slíkt, sum neyðugt
kann vera at vita.
Lýsingar.
Oføra bíligar galoschir fáast hjá
Tórshavns handilsforeining.
Funnin er ein knívur við »innlagdum«
skefti og slíðra og fæst hjá Just Jacobsen.
Til bestar fyri framsýuingiiia
er ætlan at fáa gjort ymisligt smávegis
handaverk, sum passaligt kann vera at
luta burtur á Olavsoku komandi. Vit, sum
eru útnevndar á felagsfundi til at standa
fyri hesum verki, bjóða felagslimum, bæði
kallum og kvinnum, sum hava lmg til at
hjálpa okkum, at koma til steðar á motum,
sum verða hilđin hvort Tórskvold kl. 8 í
gomlu fútahúsum.
Else B. Andreasen. Maren Michelsen.
Petra Olsen.
g'øvfifvutøfovctltltðcit
fov fovnlljffcíífá cftcvlnítc p«ut goevocvuc.
$ct er ^ovcninflcitw jsovumal ot fifvc í>e
of benð SWeblemmcv cllcv be of biSfc foviovgcbe
(Jamilicv, bcv ocb UUjffcc-tilfccibc mnntte miftc
bcvcí {^ovfovgcv, cu onvlig Unbcvftottctfe jaa
Icettflc ínbct nf bcitnc iot bcm mnn anjcð fom
fcctiifl fofcligt.
ÚJtou opfovbvev bevfov cnbocv, bct oceve fig
SDtnub dlcv áuinbe, til ot itiomclbe fig i gov=
eníiiflcn Ofl ftottc bcuð fvovmaal. goveninflcuð
SlJíiblcv cv i bcn fibftc Tib ooDct faa bctpbelig,
bclð ocb fovoflct SDfcblcm«bibvng og belá ucb
©auev, at beu fulbt ub fev fig i ©tnitb til at
opfplbe fine govpligteliev. Subntclbclfcv ffcv
l)o§ 09 Ðplt)*ningev giueð af cftcviiccunte ^evvcv:
Spbftvomø: ííuavtcvmeftcv ©nmucl øamuelien,
'H)ov§()auu,
Díovbftvømo: ítaubeDmaiib O. Sncobictt, fíuiuig,
Øiovbcvocvuc: fyaftov S- Tjuv()uní’, KtlaDuig,
©anbø: ©pófclmanb SBiutbcv, ©aub,
Ðftevo: ©tjøielntaub 2>auieífeii, ©otmuube,
23aago: ^taubclsfulbmcegtig 3. ^eiuejen,
Sftibunag,
Subcvø: fpnftov gv. fPetcvfctt, Síualbø.
fj3an Q3efti)velfenð 23cgue
%. 26. Mcftovff/
g'ovmanb.
Blaðhaldara, sum ikki enn hava goldið
fyri blaðið í 1894, biðjast senda pengarnar
sum skjótast til Jens Olsen.
Prentað hjá „Fær» Amtstidendes Bogtrvkkeri11 — Blaðstýrari: R. Effers®.