Føringatíðindi - 06.12.1894, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 06.12.1894, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr 23. 6. DECEMBER 1894. 5. Ár. Hugsið um framsyningina, so at hvór tann, io kann leggja líkligt verk úr hondum til at visa fram, fær tað í lag meðan tíð er. Bendilormur. Um benđilormar hevur fleiri ferðir verið skrivað í »Føringatíðindi« ; tó verður hetta mál aftur haft á lofti, meðan ov lítið sýnist at hava rinið við. Av bendilormi eru mong ymislig slóg, sum halda til í innvðlunum hjá fólkioghjá đjórum. í ongum djóri mann vera meir av bendilormum enn hjá hundinum. Fyri tað mesta hevur hvórt djóraslagið sítt bendil- ormaslag; og hvðrt av teimum livur eina tíð av ævu síni sum blóðruormur innan I einum hvórjum óðrum djóri. Flundar hava ymislig slóg. í íslandi er ikki sjald- samt hjá hundum eitt bendilormaslag, sum kiknar upp av stórum blóðrum, ið finnast á livur og lungum ella netju hjá seyði ella fólki og har volda ta skaðiligu sjúku, snm tslendingar nevna sullaveiki. Eitt annað bendilormaslag, sum tí verri eisini er hjá hundum her í Fórjum, kiknar upp av bløðrum, sum finnast á heilanum ella món- uni hjá seyði ella neytum og har volda hóvuðsótt ella mónusótt. Uppaftur er eitt slag — og tí er nógd av hjá nærum ðllum hundum her á landi —, sum kiknar upp av teimum vatnblóðrunum, ið nærum altíð eru at finna í netjuni hjá heimaseyði og óðrum seyði, sum hevur haft bit har, sum nógv hundatrakk er. Hetta bendilormaslagið livur og nórist soleiðis, at hundarnir gloypa tær vatnblóðrur, sum iðuliga verða tveittar til teirra, tá ið seyðurin er flettur. Blóð- rurnar eru livandi, sum ein og hvór kann vissa seg um við at sleppa teimum í flótt vatn, og hava longu fullbúgvið hóvur við bendilormaskapilsi. Tær umskapast innani hundunum til sannar bendilormar, sum ókjast alt meir og meir i longd. So við og við loysna tey aftastu liðini av; og tey eru meir ella minni full av eggum, sum kunna kikna upp til vatnblððrur, tá ið seyður etur tey niður í seg. Lærdir menn hava granskað og við royndum útfunnið, at bendilormar ikki kunna koma til fullan vókstur og verða búgvnir til at alva av sær, uttan at teir skifta ham ella innivist, sum her framman undan er greitt frá; við tí skili sýnist vísur vegur til at útrudda hendan óreinaskap við at ansa eftir, at hundar ikki fáa hesar vanlukku blóðrur í seg. Eisini eri góð ráð at geva hunđunum inn okkurt, sum kann drepa bendilormarnar ella dríva teir út úr innvólinum. í Scotlar.đi hevur i langar tíðir verið brúkt árliga at geva hundum ormapulvur og aftaná halda teir innistongdar inntil teir eru reinskaðir. Til ormadrívandi medicin hevur verið brúkt mangt og hvat. Eina tíð brúktist mest Kamala ella Cousso. í ís- landi er ein doktari, sum ræður til at brúka flogið av blómunum á Areka pálm- anum. Ein viðgitin lærdur maður i F'anka- ríki ræður til at brúka soðið av trólla- kambarót, og tað sýnist at vera hentast fyri Foringar at taka til. Tað tekur ikke hundunum so fast sum annað medicin, og sýnist at vera so vist ráð sum nakað, um tað verður rætt brúkt. Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum. Smíl alt tað burtur við sfullgott treyst«, sum hjartað vil tyngja og bága; tí ribbingsvár gevur gyltast heyst, um harran tú letur ráða. Harmur og sorgburtdusastavrósum reyðum. Legg altíð sorgina aftur um bak; strúk fróður og lættur frá harmi, men hóliga lukkuna til tin tak, og goym hana leingi í barmi. Harmur og sorg burt đusast av rósum reyðum. Um myrkrið vil stjala makt og mót, og fóra fram Ijótar dreymar, lat sól og blómur tær bera bót, til gleðin i ægrum streymar. ILarmur og sorg burt dusast av rósum reyðum. Lat grátin verða sum náttardógg, so lívgar mest sólarmegi, unga rósan í tornum so snógg tá sprongir sveipið við degi. Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.