Føringatíðindi - 06.12.1894, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI.
Nr 23.
6. DECEMBER 1894.
5. Ár.
Hugsið um framsyningina, so at hvór
tann, io kann leggja líkligt verk úr hondum
til at visa fram, fær tað í lag meðan tíð er.
Bendilormur.
Um benđilormar hevur fleiri ferðir
verið skrivað í »Føringatíðindi« ; tó verður
hetta mál aftur haft á lofti, meðan ov lítið
sýnist at hava rinið við.
Av bendilormi eru mong ymislig slóg,
sum halda til í innvðlunum hjá fólkioghjá
đjórum. í ongum djóri mann vera meir av
bendilormum enn hjá hundinum. Fyri tað
mesta hevur hvórt djóraslagið sítt bendil-
ormaslag; og hvðrt av teimum livur eina
tíð av ævu síni sum blóðruormur innan
I einum hvórjum óðrum djóri. Flundar
hava ymislig slóg. í íslandi er ikki sjald-
samt hjá hundum eitt bendilormaslag, sum
kiknar upp av stórum blóðrum, ið finnast
á livur og lungum ella netju hjá seyði ella
fólki og har volda ta skaðiligu sjúku, snm
tslendingar nevna sullaveiki. Eitt annað
bendilormaslag, sum tí verri eisini er hjá
hundum her í Fórjum, kiknar upp av
bløðrum, sum finnast á heilanum ella món-
uni hjá seyði ella neytum og har volda
hóvuðsótt ella mónusótt. Uppaftur er eitt
slag — og tí er nógd av hjá nærum ðllum
hundum her á landi —, sum kiknar upp av
teimum vatnblóðrunum, ið nærum altíð eru
at finna í netjuni hjá heimaseyði og óðrum
seyði, sum hevur haft bit har, sum nógv
hundatrakk er. Hetta bendilormaslagið
livur og nórist soleiðis, at hundarnir gloypa
tær vatnblóðrur, sum iðuliga verða tveittar
til teirra, tá ið seyðurin er flettur. Blóð-
rurnar eru livandi, sum ein og hvór kann
vissa seg um við at sleppa teimum í flótt
vatn, og hava longu fullbúgvið hóvur við
bendilormaskapilsi. Tær umskapast innani
hundunum til sannar bendilormar, sum ókjast
alt meir og meir i longd. So við og við
loysna tey aftastu liðini av; og tey eru
meir ella minni full av eggum, sum kunna
kikna upp til vatnblððrur, tá ið seyður etur
tey niður í seg. Lærdir menn hava granskað
og við royndum útfunnið, at bendilormar
ikki kunna koma til fullan vókstur og
verða búgvnir til at alva av sær, uttan at
teir skifta ham ella innivist, sum her
framman undan er greitt frá; við tí skili
sýnist vísur vegur til at útrudda hendan
óreinaskap við at ansa eftir, at hundar
ikki fáa hesar vanlukku blóðrur í seg.
Eisini eri góð ráð at geva hunđunum inn
okkurt, sum kann drepa bendilormarnar
ella dríva teir út úr innvólinum.
í Scotlar.đi hevur i langar tíðir verið
brúkt árliga at geva hundum ormapulvur
og aftaná halda teir innistongdar inntil teir
eru reinskaðir. Til ormadrívandi medicin
hevur verið brúkt mangt og hvat. Eina
tíð brúktist mest Kamala ella Cousso. í ís-
landi er ein doktari, sum ræður til at
brúka flogið av blómunum á Areka pálm-
anum. Ein viðgitin lærdur maður i F'anka-
ríki ræður til at brúka soðið av trólla-
kambarót, og tað sýnist at vera hentast
fyri Foringar at taka til. Tað tekur ikke
hundunum so fast sum annað medicin, og
sýnist at vera so vist ráð sum nakað, um
tað verður rætt brúkt.
Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.
Smíl alt tað burtur við sfullgott treyst«,
sum hjartað vil tyngja og bága;
tí ribbingsvár gevur gyltast heyst,
um harran tú letur ráða.
Harmur og sorgburtdusastavrósum reyðum.
Legg altíð sorgina aftur um bak;
strúk fróður og lættur frá harmi,
men hóliga lukkuna til tin tak,
og goym hana leingi í barmi.
Harmur og sorg burt đusast av rósum reyðum.
Um myrkrið vil stjala makt og mót,
og fóra fram Ijótar dreymar,
lat sól og blómur tær bera bót,
til gleðin i ægrum streymar.
ILarmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.
Lat grátin verða sum náttardógg,
so lívgar mest sólarmegi,
unga rósan í tornum so snógg
tá sprongir sveipið við degi.
Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.