Føringatíðindi - 21.01.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 21.01.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 2. 21. JANUAR 1897. 8. Ár. Leirvíkspádl. (Uppatturtikið.) Pácll hann heilsar Glivramonnum, hann hevði so stórar hendur: >himmiríkis kosnir veri tit, føri meg ivir á Strendur.« Játtaður varð fluttningur áðrenn hálvt talað varð orðið; mannaður bátur av Glivrum fór, triggir í kvørt borið. Settu teir hann um fjørðin ivir, tungur var tann róður. Pádl hann st'gur á bakkan upp, hann tikist at vera móður. Pádl hann heilsaði Glivramonnum, ødlum mannatali: »koma tit attur til I.eirvíkar, so ske tikkum sama skjali. Pádl hann stendur á klettinum og hugsaði sær um ráð: »eg skal gista kjá ertnabúki, standist kvat av ið má.« Pádl hann gisti kjá ertnabúki, so er sagt herfrá, fisk fekk hann til náttverða og súpan omaná. Nógv drakk hann av skrindusúpan, væl tiktist møðin renna, landsmakk sterkan tóktí hann at skrindusúpan kenna. Tað var um ein annan morgum, vindurin lá av norði, slátumørur og køka við, tað var sett á borðið. Nógv át hann av slátumøri, væl mundi mørur smakka, siðani stóð frá borði upp og firi mat at takka. Flutning hann av Strondum fekk, so sigist i hesum tátti, drógu bát av lunni oman, sum »greivin« sjálvur átti. Rógva nú suður á Kvítanes, árarnar leika í todli, skjótt er gjørt við ferðini, sum væl mann dáma Pádli. Setti mann í Akkersvík, Pádl á kletti stendur: »beri tit mína blíðu heilsu heim attur á Strendur.« Pádl hann gongur á Kvítanes, hann hevði ikki føtur lavnar, sveitti dreiv av anlitinum tá ið hann kom til Havnar. Pádl hann gongur til hosnamannin, pøruni upp hann rættur: »hevði tú sloppið mær av við tey, tað var ein góður lætti. Tikin vóru pøruni, so væ\ tóktist maður at liva; síðani gekk hann til bókhaldarin for varu út at skriva.. (Niðurlagt.; í seinasta »Føringatíðindi« var skrivað ein grein om føriskar embætismenn. Harum kann skrivast nógv attur og fram; tí »so mangt er tikki sum maðurin«. Eitt kunna ødl koma á samt um: at tá ið idlsemja kemur midlum ein førisk føddan embætismann og fólkið, tá mann oftast frá báðum síðum galda orðatakið: »Frændi er frænda verstur.« Eisini er ødlum kunnugt, at evnagóðir dansk føddir em- bætismenn hava verið í Førjum, sum hava lagt sær eina við at røkja síni embætir væl, og sum í ødlum lutum hava víst so fólka- ligan atburð, at teir hava verið saknaðir av kvørjum manni, tá ið teir eru farnir attur til útlondini. Taka vit tveir embætismenn, báðir líka væl lærdir, líka hjartagóðir og líka evna- góðir í ødlum lutum, íá mátti verið eyðvitað, at tann av teimum, sum var Føringur, mátti kunna gjørt meiri gagn í sínum embæti enn hin, sum kom hegar ókunnugur við Føroysk viðurskiftir. Fosturlandsalsk- ¦urin mátti eisini elvt Føringinum til at stremba síni evnir Førjum og Føringum til gagn, meðan 'hin, ið kvussu heimastaddur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.