Føringatíðindi - 01.04.1897, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 7.
I. APRlL 1897.
8. Ár.
Lond og fólk.
(Av J.)
V.
Fólkavandring'in.
So sum frammanundan er frásagt. var
Gotafólkið komið inn i og hevði breitt seg
um ein stóran part av Evropa, og sum ein
lætt kann vita, kom hetta fólkið sjótt í
stríð við nábúfólkið sunnan- og vestanfiri,
Romarar; tó kundi alt, kann henda, gingið
nakalunda í frið, um ikki eitt annáð fólk
hevði komið upp í. Gotarnir eystur við
Svartahavið bittu seg í Eyst- og Vest-
gotar. Teir (og summi onnur av hesum
fólkunum) tóku sjótt við kristnari trúgv (um
ein kann kadla tað so, tí tað var Áriusar
læra, og hann lærdi, at Kristus ikki var
Gud).
Innan úr Asia kom nú, sama vegin,
sum áður nevnt, eitt annað fólkaslag, sum
er kadlað Hunnar. Teir vóru ferðahirðar
og høvdu raskar hestar; viđlir og ósiðaligir
vóru teir og ótu rátt kjøt. Ár 375 e. Kr.
komu teir vestur umVolga, herjaðu á F.yst-
gotarnar og løgdu teir undir seg. Vest-
gotarnir hildu undan og inn í Romaríkiú,
meðan Hunnarnir herjaðu vestur ígjøgnum
Evropa, drópu frá hond og oyddu alt, sum
firi teir kom, og einki kundi standa seg
ímóti teimum. Ár 451 vóru teir, um 700,000
manns, komnir líka vestur i Frankaríkið,
sum tá stóð undir Romarum; har vóru nú
Vestgotar firi teimum. Gotakongurin Tíð-
rikur og Romara-herhøvdingurin Aetus
tóku seg nú saman at halda ímóti. Tíðrikur
fadl, men Hunnarnir høvdu fingið sovorðna
mótitøku, at teirra mesta makt oyddisthar;
tó hildu teir siðani suður í Italialand, men
her doyði kongur teirra, Attila (Artala
kongur?) 453, og síðani kvurvu Hunnarnir.
Evropa var bjargað undan teirra óargaveldi.
Nú var einaferð ófriður komin í Gota-
fólkið. Vandalar herjaðu inn i Spania-
land, og hevur síðani ein partur av landinum
navn av teimum: Andalusien; hiðani hildu
teir ivir til Afrika, grundaðu har eitt ríki
og røvaðu á sjógv og landi. Teir vóru
Arianar og fóru iđla við Katolikum; teir
oyddu alt, ið firi teir kom, rivu bílætir úr
kirkjum og ødl príðir og minnismerkir.
Ettir teimum er tað nú kadlað Vandala-
siður (Vandalisme) at oyða príðir og annað,
sum fodnir hava virt høgt. Vestgotarnir
vóru, sum áður nevnt, trongdir inn í Romara-
ríkið, teir herjaðu suður ígjøgnum Italia og
tóku 410 Rom. Frá Frankaríki herjaðu
teir suður í Spanialand og róku first Vandalar
og síðani Romarinar burtur. Eystgotarnir
vóru, sum firr er sagt, noyddir at geva seg
undir Hunnakongin og filgdu honum vestir
ettir; tá ið Hunnarnir kvurvu, búsettist
Eystgotar í Ungarn. Heðani herjaðu teir
first inn í eystara Romaríkið, síðani løgdu
teir alt Italia undir seg 48Q. Kongur teirra
um hesa tíðini (475—526) varTíðrikur av
Bern (hetta var tó ikki Bern í Sveysalandi,
men Verone í Italia). Hann var ein við-
gitin maður. Frankar búsettust í Franka-
ríki, Anglasaksar í Einglandi o. s. v.,
sum her ikki er rúm at siga frá.
Kvar ið Gotafólkini komu saman við
kristin fólk, vóru tey ofta sjót at taka við
kristindómi, og har sum tey funnu betri
siðir og meiri kunnskap enn tey sjálvi átti,
tóku tey ettir tí, sum tey sóu og hoyrdu,
og blandaðu seg saman við tey fólkini, tey
komu til. í Italia- og Spanialandi og í
Frankaríki tóku Gotafólkini við Romara
máli og lógum og eisini við stórum parti
av teirra siðum og listum og birtu nítt Hv
í hesi fólkini. Ettir tungumáli og siðum eru
hesi fólkini kadlaði romansk fólk; men
Gota-blóðið man tó ikki enn vera rættuliga
kalt. í teimum norðaru londunum í Evropa
hildu fólkini fast við Gota - eđla Germana-
tungumál og siðir. Hesi tungumálini eru
nú ofta ógvuliga ólík kvørjum øðrum, men
ødl eru tey nær skilđ, og ødl hava hesi
fólkini nógv lættarí við at skilja kvørt
annað, enn tey kunnu skilja nakað annað
tungumál.
Til Førja fólk.
Rætt nú riggin, tú treysta fólk!
reisist og filkist saman í bólk,
streingið nú á við megi,
nørast má nú vár gleði.
Rætt nú riggin, tín egna rigg!
ikki longri í dólskheit ligg,
far frfður um hav og firðir,
kvirlur og brot tú ei virðir.