Føringatíðindi - 01.07.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.07.1897, Blaðsíða 2
lovaði, edla er tað *valgfif«, at hann ikki hevur sagt veljarinum, kvat hann hevur útint í hesu seinasti 3 árini? Tað kunđi tó verið so stuttligt at fingið at vita, kvussu hann, sum varð valđur við óførari ágrítin- heit av træðarmonnum, fekk »trølógina« gjørda, og kvat góðsku hann við hesu lóg bar havnarmonnum. Eisini hevði tað verið stuttligt at hoyrt, kvat hann (E. D. B.) gjørdi firi at sleppa træðarmonnum frá tí træðar- skatti, sum nú um eini tvey ár vil koma, og kvat hann gjørdi firi at minka um hendan skatt. Ein skuldi trú, at hr. E. D. B. mátti takka til, at menn (um so var) loypti í orð, at hann hevði fingið tingið til at lagt stóran skatt á træðarmenn, tí so frætti veljarinir í sama viðfangi, at hann hevði verið á tingi. Veljarir, sum hoyrdi kvat hann lovaði f 1893 um, kvussu hann árliga vildi greiða frá, kvat hann gjørdi i løgtinginum, og sum vita, at hann einki hevur fortalt um slíkt, teir mugu ivaleyst hugsa sumso: antin er hr. E. D. B. orðloysingur, edla hevur hann ikki gjørt peningsvirði í løg- tinginum síðani 1893, tí einki er greitt frá slíkum firi okkum. Tað »sparki«, hr. E. D. B. gevur hr. S. E. Miiller, eigur hesin seinri at føla seg glaðan ivir, ti hetta vælmeinta »høggi« ber í sær, at hr. Miiller, sum er valdur firi Norðstreymoy, royndi at minka um skattin kjá sinum veljarum við at bítaskattin javnliga ímidlum træðarmenn. Til adla óeydnu er hr. E. D. B.s frágreiðing um hetta tó ósanheit. Hr. Miiiler var ikki heima tá ið >matrikullógin« varð viðtikin, og hann helt ikki uppá 7 kr. í skatt uppá mørkina av træðarjørð. Men henđa søgan um, at hr. Miiller vildi leggja tungan skat á træðar- menninar er lík hinari, hr. E. D. B. irkti á sinni um. at sami Múller var við at stemma firi »lomvialógini«, tó at hr. Múller ikki var limur av løgtinginum, tá ið »lomvialógin« varð smíðað. »Dimmalætting«, sum nú um stund er so køn at irkja valgfif og at røða um »valgfif«. mátti sagt sínum lesarum søguna um løgtings»kandidatin« á sinni, sum vildi »makaskifta« ein gamlan vin firi ein beiskan óvin. bara firi at víðka rásirnar firi sínum heldir tronga og knortluta veg innattur um tingstovudir. At »Dim.«, okkara »autoriseraða« tíð- indi, gevur havnarveljarum tað skoðsmál, at teir eru »ikke særlig kløgtige«, má ljóða vakurt her um oyggjarnar og úttan- lands. Men nú er valgið jú ivirstaðið, og hop- andi er, at hr. E. D. Bærentsen enn eini 4 ár kann sita á sínum høga padli sum løgtingsmaður. Tað kundi tó borið á, at um hann reiðuliga hevði greitt frá roysnum sínum á tingi, at nógv nú var annarsleiðis kjá honum. Tað er ikki ólíkt hr. B., at hann nú, attaná at tað eydnaðist honum at verða atturvaldur, beginnir at tosa um valgstrevið og roynur at dolka aðrar løg- tingsmenn, harvið filgir hann listum sínum og fidlir »Dimmalætting« við hinum sama gamla góða slagnum. »S. F. Hansen« hevur í »Dim.« nr. 24 attur latið hoyra frá sær og hesu ferð er ikki at ivast í, at tað er Føringefelags nevndarmaður, sum talar. »S. F. H.c sigur, at Rasmus Effersø er blivin idlur tí, at hann (S. F. H.) ikki vil vera við at hava skrivað nakað, sum hann ikki hevur skrivað og sum honum ikki dámar. Tá ið hann kunnger í »Dim.«, at R. E. er idlur, so er tað ivaleyst tí, at hann ikki hevur lært Rasmus at kenna, og tá ið hann skildar »Føringatíðindi« firi at finnast at ti, at hann fráleggur sær ta grein, »S.« skrivaði, so má tað verða tí hann lesur »Føringatíðindi«, sum idli maður lesur bíbluna. Tá ið S. H. sigur, at hann ikki svaraði i »Føringatíðindi«, tí hann ikki kann skriva broyting, so er hetta ivaleyst lótir. S. H. veit væl, at tað nítist ikki lítaleys staving í greinum, sum sendast til »Føringatíðindi«, og ikki hevur borið betur til, enn at ein lísing kom til seinasta »Føringatíðindi« og til »Dim.« frá hesum sama S. F. Hansen, og hon var skrivað í lítaleysari broyting. At ein Føringafelags nevndarmaður nú aðru ferð firi teimum »Dim.«s lesarum, sum ikki hava lisið »Føringatíðindi«, og tí ikki sjálvir kurrna døma i sakini, niðursetur tað blað, hann er valdur til at fjálga um, er frálíka løgið. S. H. segði við »Føringat.«s blaðstírara dagin firi, sum »Dim.« nr. 22 kom út, at hann helt seg vita vist, kvør »S.« var. Eisini skal hann hava sagt firi »Dim.«s blaðstírara, at tað ivaleyst ikki var sjálvur blaðstírarin, sum hevði skrivað ta mikið umtalaðu grein við merkinum »S.« Kvussu príðuligt tað er firi S. H. og »Dim.« ettir hettar at kasta »mistankar« á »Føringat.«, tað đømi lesarnir um. Hopandi at tann kærleiki, sum fidlir S. H. til lív og sál, má dríva hann til at kunngera, at hann veit, at hitt,. sum »S.« skrivaði í »Føringat.«, kom norðan úr Vági, heilsa vit honum hesu ferð. Blaðst. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! At koma burtur í hagan um summar- tíð var mín størsti listur, meðan eg var ungur. Tað var mær so upplivandi at

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.