Føringatíðindi - 01.07.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.07.1897, Blaðsíða 3
hoyra tann vakra fuglasongin, sum ljóðaði frá morgum til kvøld, meðan sólin sá so fagurliga um dalar og fjødl. Tá var upp- lívandi at hoyra »foss á kletti spæla« og siggja adlar teir vakru smáfuglarnar tita midlum steinarnar og fram á grønan vødl. Míni ungi ár eru nú runnin, men tað ið verri er — fuglasongurin, sum firr frigdaði oyra mítt, — er eisini burtur. Um eg nú á gamals aldrinum fari burtur í hagan, so frigdar »fossaspælið« meg ikki longur; eg havi so nógv at sakna. Kvar eru tednir og tjøldur, sum firr búðu lið um lið ? Kvar eru teir vakru tjaldirsungarnir, sum firr frigdaðu eyga mítt? Alt erburtur. í staðin firi vakran fuglasong hoyrist nú ravnaróp, í staðin firi vøkur reiður siggjast fløtir av- etnar av ormi. Kvussu ber tað til, at slikt kann so umskiplast eitt mannaminni? Gátan er góð at gita: eggini eru uppdrukkin, reiðrini løgd oyðin, og meðan hetta gekk firi seg, hava rovfuglarnir fingi loyvi til at nørast til stóran skaða firi landið. Hopast má, at tey lógboð, sum nú eru sett og sum forbjóða at rana hagafuglaeg og sum í adlar mátar fjálga um hagafugl, mugu hjálpa væl til at fáa hagan attur í hitt gamla lagið til stuttleika, gagn og gleði firi kvønn rættteinkjandi Føring. Ein gamalur bigdamaður. * * * »Føringat.« hevur sama hop sum hesin gamli bigdamaður. Sind, skom og skaði er tað firi land og fólk, at hagafuglar og smáfuglar ikki skulla kunna nørast her í Førjum. Fáur grunar, kvussu nógv gott hesir fuglar bera tí landi, sum vil hísa teimum. Latið tí smáfuglar og hagafuglar njóta frið. Blaðst. »Dim.« letur 80 ókunnug seinasta leygar- dag, tá ið hon nevnur um, at diakonissa er komin til hospitalið í Havn og onnur væntast at koma hegar við næsta postskipi; og so leggur hon til, at inskjuligt var, at føroyskar gentur høvdu farið út at læra seg at røkja sjúk fólk. Veit hon »Dimma«, góðan, ikki at tríggjar føroyskar gentur júst hava lært slíkt. Kví skula so fleiri fara av stað, og síðani ikki fáa innivist í sínum egna landi? —a—. Fysikus Boeg hevur roynt neyt í Norða- dali við »tuberkulininnsproyting« og funnið, at ein partur av teimum er fongdur við tuberkelsjúku. Til »FørÍngat.« eru tíðindir komin frá skilafólki, at 5—600 menniskir vóru saman- komin til fólkafundin norð í Vági seinasta sunnudag. Ur Havn var einans maður, úr Kirkjubø fjøldin av mannsevnum, og úr Sandoy vóru ið. Kvat tosað varð um, er enn einki frætt. Fólkafund er ætlan at halda sunnudagin tann 11. Júli. Hopast má, at Havnarfólk má filkjast í flokki, um vegrið verður gott. Til spedalskasjúkuhúsið á íslandi hevur »Føringat.« fingið frá M. 2 kr., Andr., 2 kr. og C.-io kr. — Tilsaman 14 kr. — Gávur ímótirtakast enn sum áður. Gudlringurin. (S@ga av S.) »Her hjálpa míni ráð einki,« segði doktarin við son Elinu á grótheggi; »móður tín má sigla av, tað er eingin ivi um. Sjúka hennara er til đeyðan, tað havi eg sagt og leingi sætt. At geva henni meiri »međicin«, dámar mær ikki, tí tað er bara peningaspeđl og einki annað.« »Halda tigum tað,« svaraði sonurin, Olavur, attur, og' hann piprar á málinum. »Mundi tað tó ikki bætt at latið hana roynt tann »meksturin«, hon fekk hin dagin, eina ferð enn, tað tókti mær. at hann hjálpti henni, hon svav betri og fekk heldir betri upp, tá ið hon hostaði. Peninginum skullu tigum ikki stúra firi, tí enn er ein gidlin ettir, og hann kann eisini rúka, um tað er nakað, mammi nítist.« t »Tosa ikki so, Ólavur,« svarar eitt neyðar kvinnumál innanfiri; »nú er ov mikið selt sum er, meiri skal ikki verða oytt uppá meg, tí eg føli. at mín tíð er komin. Eg má fara verðins gong, men stúri nú ikki longur firi tí. Eg livi uppattur í tær og sistur tíni, ikki sum sjúk og ar- móðslig, men ung og sjálvbjargin. Tað hop havi eg.« »Mamma hevur hoyrt okkum,« sigur Ólavur og snjúgvar sær frá doktarinum inn í stovuna, kvar Elin lá hálvuppreist í seingini. Doktarin helt ikki meiri vera at gera kjá sær og smoygdi sær tí út um đir. »Mamma, mamma,« sigur Ólavur og leggur seg á knæ frammanfiri song hennara. »Kví skal eg ikki keypa tær meiri »medicin«, tað kundi hent tað hjálpti. Kvør veit?« »Einki hjálpur tað,« svarar Elin, »eg føli, at eg ikki livi hendan tíman adlan. Rópa mær sistur tína inn, tí eg havi nakað at siga við tikkum bæði, áðrenn eg skiljist frá tikkum; áh, tú kemur, Guðrin, set teg

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.