Føringatíðindi - 01.07.1897, Page 3
hoyra tann vakra fuglasongin, sum ljóðaði
frá morgum til kvøld, meðan sólin sá so
fagurliga um dalar og fjødl. Tá var upp-
lívandi at hoyra »foss á kletti spæla« og
siggja adlar teir vakru smáfuglarnar tita
midlum steinarnar og fram á grønan vødl.
Míni ungi ár eru nú runnin, men tað ið
verri er — fuglasongurin, sum firr frigdaði
oyra mítt, — er eisini burtur. Um eg nú á
gamals aldrinum fari burtur í hagan, so
frigdar »fossaspælið« meg ikki longur; eg
havi so nógv at sakna. Kvar eru tednir
og tjøldur, sum firr búðu lið um lið ? Kvar
eru teir vakru tjaldirsungarnir, sum firr
frigdaðu eyga mítt? Alt erburtur. í staðin
firi vakran fuglasong hoyrist nú ravnaróp,
í staðin firi vøkur reiður siggjast fløtir av-
etnar av ormi. Kvussu ber tað til, at slikt
kann so umskiplast eitt mannaminni? Gátan
er góð at gita: eggini eru uppdrukkin,
reiðrini løgd oyðin, og meðan hetta gekk
firi seg, hava rovfuglarnir fingi loyvi til at
nørast til stóran skaða firi landið.
Hopast má, at tey lógboð, sum nú eru
sett og sum forbjóða at rana hagafuglaeg
og sum í adlar mátar fjálga um hagafugl,
mugu hjálpa væl til at fáa hagan attur í
hitt gamla lagið til stuttleika, gagn og
gleði firi kvønn rættteinkjandi Føring.
Ein gamalur bigdamaður.
* *
*
»Føringat.« hevur sama hop sum hesin
gamli bigdamaður. Sind, skom og skaði
er tað firi land og fólk, at hagafuglar og
smáfuglar ikki skulla kunna nørast her í
Førjum. Fáur grunar, kvussu nógv gott
hesir fuglar bera tí landi, sum vil hísa
teimum.
Latið tí smáfuglar og hagafuglar njóta frið.
Blaðst.
»Dim.« letur 80 ókunnug seinasta leygar-
dag, tá ið hon nevnur um, at diakonissa er
komin til hospitalið í Havn og onnur væntast
at koma hegar við næsta postskipi; og so
leggur hon til, at inskjuligt var, at føroyskar
gentur høvdu farið út at læra seg at røkja
sjúk fólk.
Veit hon »Dimma«, góðan, ikki at
tríggjar føroyskar gentur júst hava lært
slíkt. Kví skula so fleiri fara av stað, og
síðani ikki fáa innivist í sínum egna landi?
—a—.
Fysikus Boeg hevur roynt neyt í Norða-
dali við »tuberkulininnsproyting« og funnið,
at ein partur av teimum er fongdur við
tuberkelsjúku.
Til »FørÍngat.« eru tíðindir komin frá
skilafólki, at 5—600 menniskir vóru saman-
komin til fólkafundin norð í Vági seinasta
sunnudag. Ur Havn var einans maður,
úr Kirkjubø fjøldin av mannsevnum, og úr
Sandoy vóru ið. Kvat tosað varð um, er
enn einki frætt.
Fólkafund er ætlan at halda sunnudagin
tann 11. Júli. Hopast má, at Havnarfólk
má filkjast í flokki, um vegrið verður gott.
Til spedalskasjúkuhúsið á íslandi hevur
»Føringat.« fingið frá M. 2 kr., Andr., 2 kr.
og C.-io kr. — Tilsaman 14 kr. — Gávur
ímótirtakast enn sum áður.
Gudlringurin.
(S@ga av S.)
»Her hjálpa míni ráð einki,« segði
doktarin við son Elinu á grótheggi; »móður
tín má sigla av, tað er eingin ivi um.
Sjúka hennara er til đeyðan, tað havi eg
sagt og leingi sætt. At geva henni meiri
»međicin«, dámar mær ikki, tí tað er bara
peningaspeđl og einki annað.«
»Halda tigum tað,« svaraði sonurin,
Olavur, attur, og' hann piprar á málinum.
»Mundi tað tó ikki bætt at latið hana roynt
tann »meksturin«, hon fekk hin dagin, eina
ferð enn, tað tókti mær. at hann hjálpti
henni, hon svav betri og fekk heldir betri
upp, tá ið hon hostaði. Peninginum skullu
tigum ikki stúra firi, tí enn er ein gidlin
ettir, og hann kann eisini rúka, um tað er
nakað, mammi nítist.« t
»Tosa ikki so, Ólavur,« svarar eitt
neyðar kvinnumál innanfiri; »nú er ov
mikið selt sum er, meiri skal ikki verða
oytt uppá meg, tí eg føli. at mín tíð er
komin. Eg má fara verðins gong, men
stúri nú ikki longur firi tí. Eg livi uppattur
í tær og sistur tíni, ikki sum sjúk og ar-
móðslig, men ung og sjálvbjargin. Tað
hop havi eg.«
»Mamma hevur hoyrt okkum,« sigur
Ólavur og snjúgvar sær frá doktarinum
inn í stovuna, kvar Elin lá hálvuppreist í
seingini. Doktarin helt ikki meiri vera
at gera kjá sær og smoygdi sær tí út
um đir.
»Mamma, mamma,« sigur Ólavur og
leggur seg á knæ frammanfiri song hennara.
»Kví skal eg ikki keypa tær meiri »medicin«,
tað kundi hent tað hjálpti. Kvør veit?«
»Einki hjálpur tað,« svarar Elin, »eg
føli, at eg ikki livi hendan tíman adlan.
Rópa mær sistur tína inn, tí eg havi nakað
at siga við tikkum bæði, áðrenn eg skiljist
frá tikkum; áh, tú kemur, Guðrin, set teg