Føringatíðindi - 01.07.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.07.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr 13. I. JULI 1897. 8. Ár. Bróstsjúka (Tuberkelsjúka) Fleiri ólíkar sjúkur verða nevndar bróst- sjúka t. d. bróstmøði og aðrar barka edla lungasjúkur. Firi tað mesta er tað tó teringssjúkan (tuberkelsjúkan), sum fær hetta navnið. Hon vísur seg at stíga upp av evurslítlum smittuevnum (bacillum edla bakterium), sum kunna vera fleiri túsund i einum dropa av spíttu. Tuberkelsjúkan artar seg oftast til brósttering, men stundum vísur hon seg sum rundir eitlar víða kvar í invølunum og aðrastaðins í kroppinum. Hesir eitlar eru stundum smáir sum knappanálshøvd og stundum so stórir sum høsnaregg; oftast eru teir innan sum gulur kostur, men stundum er í teimum gráligur vágur. Stundum herskar tuberkelsjúkan í heilanum, helst kjá smábødnum, og stundum setur hon seg í beinræðið. so at beinið verður innan sum kostur við tunnari skorpi uttan á, sum til endan kann bresta, so at beinleggir kunna støkka av so at siga av sær sjálvum. Tuberkelsjúkan finnist bæði kjá fólki og kjá imisligum fenaði. Hon vísur seg at kunna smitta av fólki á neyt og av neytum attar á fólk, sum rímuligt er, ettir sum smittuevnið er tað sama. Rákin, sum verður upphostaður av teimum, ið hava lungetering, sínist at vera høvuðsleiðin til útspreiðing av smittu, í tí at spíttið. tá ið tað todnar upp, kann fidla luftina við millónstals smittuevnum til vanda firi alt livandi, sum má anda inn í seg slíka luft. Tí betur drepur sólarljósið stóran part av smittuevnunum, og meginparturin av tí, vit anda inn í okkum, fær ikki støðu í lungunum, men fer av stað attur við rákanum edla verður sníst út. Av hesum grundum átti ødl fólk at vara seg firi at spíta og spræna kvar sum helst í tún, á gólv og í seingjarklæðir, serskilt áttu tey, sum grunast at hava »bróstsjúku« altið haft ílát við karbol edla øðrum smittudrepandi til at spíta 1. Treystlig føði og treystligur livumáti ivir høvur sínist at hjálpa væl til at hindra smittuevninum at seta seg fast í kroppinum og ikki minni til at hindra sjúkuni frá at breiða seg í kroppinum, tá ið hon er inn- komin. Stavsetingin. Sum áður er nevnt her í blaðnum, er bræv komið frá Føringum í Kjøbinhavn, sum krevja at fáa upptikið til avgerðar á Ólavsøku uppskot um broytingina. Hetta bræv verður at siggja kjá nevndarmonnum í kvørjum prestagjaldi og kjá næstformann- inum J. Olsen í Havn. Úr brævinum skal her framsetast: Firsta uppskotið er at Hammershaimbska stavsetingin verður tikin attur til brúks. Annað uppskotið er at §§ 4, 6, 7 og 8 av broytingini verða strikaðar. Triðja uppskotið er at stavsetingaspurs- málið attur verður givið sjevmannanevnd- ini upp í hendur til avgerðar. § 4 ljóðar: hj verður broytt til kj, tá ið tað ljóðar sum kj. § 6 — 11 verður broytt til dl, tá ið tað ljóðar sum dl. § 7 — rn verður broytt til dn, tá ið tað ljóðar sum dn. § 8 — I staðin firi aftur, aftan og eftir skal skrivast attur, attan og ettir. Valgfif. í einari grein, skírd »valgfif«, hevur hr. E. D. Bærentsen í blað sínum »Dimma- lætting« framdrigið eina »históriu«, sum frammanundan seinasta lógtingsvalgi í Havn skal hava verið i munni midlum manna um, at løgtingið skuldi hava viðtikið ein skatt av 7 kr. uppá kvørja mørk av træðarjørð. í sama bili, sum hr. E. D. B. rættar hetta og rósar sær av at hava frelst træðarmenn frá hesum vanlukku skatti, sigir hann, at »saa vidt vi mindes« stóð løgtingsmaðurin firi Norðstreymoy hr. S. E. Miiller uppá, at heáin sami skattur skuldi leggjast á træðarmenninar. Aftaná løgtingssamankoming í 1893 helt hr. E. D. B. eitt møti í Havn firi veljarinum, og har lovaði hann hart og dírt, at hann attaná kvørt løgting vildi greiða veljarinum frá, kvat hann hevði avrikað á tingi. Hevur hann nú gloymt hetta, hann

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.