Føringatíðindi - 19.08.1897, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr 16.
19. AVGUST 1897.
8. Ár.
Ettir avgerð á nevnđarfundi kunna greinir
upptakast i »Føringatíðindi« við gomlu
Hammershaimbsku stavsetingini, tá ið inn-
sendarin inskir tað.
Føringafelag.
Sum nevnt í seinasta blaði varð aðal-
fundur hildin í felagnum Olavsøkudag,' og
fram varð lagt til umrøðu og avgerð bønar-
bræv frá Føringum í Danmarki um at fáa
»broytingina« burtur og ta gomlu Hammers-
haimbsku stavsetingina attur í brúk kjá
felaginum. Formaðurin gav frágreiðing frá
teim matastu grundinum, bønarbrævið inni-
helt til frama firi Hammershaimbsk skriv-
ingarlag fram íiri broyting.
Tosað varð av presti Petersen, sum
limi av sjeymannanevndini, av J. Poulsen,
D. Isaksen og P. Niklasen firi broyting,
meðan J. Patursson helt við adressu-
monnunum og ynksti Hammershaimbs
stavseting atturtikna. Talað varð ein stívan
tíma. Eitt uppskot til svar til adressu-
menninar soljóðandi
»Av tí at tann stavsetingin av Førja
málinum, sum Føringafelag eigur og
nú brúkar, er hildin at vera bæði góð
og gagnlig, er felagið ikki til sins at
skifta hana burtur við nakað annað
skrivingarlag enn á sinni.«
var framsett og stemmað um. Av tí at
fólkið var nógv og avstemningurin gekk
trekliga firi seg, kundi ikki gerast skil á
stetnmunum á fundinum sjálvum, helst tá ið
fleiri setti fram iva um, at adlir teir, ið
stemmaðu, vóru limir av felaginum. Tí
varð hetta goymt til ein nevndarfund attaná
firi at tað so kunđi avgerast, kvør ið limur
var og kvør ikki.
Tá ið stemmað var um hetta uppskotið,
spurdi orðstírarin, um tey, ið stemmað høvdu
ímóti ti, eisini ødl vildu stemma firi Ham-
mershaimbs skrivingarlag. Hartil varð
játtað og eingin segði nei; men av tí, at
so hervuligur røringur var komin í, fekkst
ikki í lag at stemma skriftliga, og við tað,
at ein partur av fólkinum kundi vera rimt,
er hildið at vera imist, um nøkur røtt av-
gerð kann sigast at vera viðtikin.
Eitt uppskot til broyting av felags-
lógum, so at fráverandi limir skuldu kunna
stemma skriftliga, varð fellt, tí at tveir
partar av samankomandi limum krevjast
til at játta lógbroyting.
Ometuliga livliga gekk til' á fundinum,
helst meðan stemmað varð. Normanna-
blóðið var komið í kók. Harðligari og
livligari fundur hevur neyvan verið i Før-
ingafelag.
Á nevndarfundi, ið hildin varð til at
granska stemmugevingina á aðalfundinum,
sum uppskrivað var av 6 góðum monnum,
vóru so imisligar meiningar, at best funnust
at vera tey ráð, at biða ein óveldugan
(ópartískan) mann til skiljudómara.
Ein slíkur var spurdur og sakin firi-
løgd honum av formanninum og einum
nevndarmanni úr kvørjum sínum par.ti.
Svarið varð framlagt á níggjumnevndar-
fundi soljóðandi, at ødl tey, ið uppskrivað
vóru, høvdu haft rætt til at stemma. Harvið
mátti hitt firr nevnda uppskotið sigast at
vera fellt. Síðan vóru imisligar meiningar
um, kvat ið meiri var avgjørt. og um ivir-
høvur nakað kundi sigast at vera avgjørt.
F'iri at sleppa frá hesu fløkju, varð
framsett uppskot at lata tann, ið skrivar,
kvørja ferð ráa firi, um stavsetingin skal
vera gomul Hammershaimbsk edla broyting.
Bíbilsøgan skuldi tá prentast sum skjótast
við tí broytta skrivingarlagnum. Hetta
uppskotið varð viðtikið í einum ljóði av
øđlum q nevndarmonnum, ið har vóru til
steðar.