Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 2
Firi at avgera nakað á nevndarfundi, mugu minst 5 limir vera møttir. Tað, sum flestir av nevndini eru við, erviðtikið; tað, sum flestir eru ímóti, er felt; eru líka mangir við og ímóti, verður avgjørt við luti. Á hesum fundi verða teir limir, íð vilja koma í felagið, skrivaðir í limabókina og slík mál, sum ikki tola at bíða, avgjørđ. Tó skal alt, sum á slíkum fundum verður avgjørt, framleggjast firi firsta aðalfundi, íð hildin verður attur. Tað, ið verður avgjørt á nevndarfunđi, verður skrivað í gerðabókina og prentað í firsta »Føringatíðindi«, íð útkemur attaná. § I2- Degi og tíð, nær íð felagshúsið er opið til skriving og tjak, ræður nevnđin firi og letur tað lísa í blaðinum. Aðalfundur. § 13- Aðalfundur skal haldast i Havn um Olavsøkuleiti og má lísast 8 vikur framman- undan í felagsblaðinum. § J4- Tey mál, íð framberast til umrøðu og avgerðar á aðalfundi, eru: 1) Tað granskaða roknskapið firi tað seinasta árið. b) Veljing av nevnd og blaðstirara firi »Føringatíðindi«. c) Broyting av lógum, um tað er líst 8 vikur frammanundan i felagsblaðinum. d) Uppskot og umbøtingar; uppskot frá liminum mugu tó vera send til nevndar- formannin 4 vikur frammanundan aðal- fundi. § 15- Til at møtar firi seg á aðalfundinum velja smáfeløgini ein mann uppá kvørjar 10 limir i felaginum. Teir valđu menn, sum skulu nevnast útsendingar, mugu kvør frá sínum felagi hava bræv við sær til funđar um, at teir eru valdir til at møta á aðal- fundinum. Hesi brøv skulu so leggjast fram á aðalfundinuro og nevndin firi F'ør- ingafelag skal higgja ettir, at ikki meir enn ein útsendingur er valdur uppá kvørjar 10 limir í smáfelaginum. Eitt smáfelag, sum er undir 10 limir, kann ongan útsending velja, og partar av 10 verða ongantíð rokn- aðir. Hesir útsendingar kunnu so avgera kvørt framsett mál. Kvør felagslimur hevur rætt til at koma á Olavsøkufundin at lurta ettir, kvat ið avgjørt verður, meðan eingin hevur nakað at siga uttan tólvmannanevndin og hesir valdu útsendingar. Tað, sum meginparturin av aðalfundinum verður við, er viðtikið. og tað, sum megin- parturin noktar, er felt. Lóg kann ikki broytast, uttan 2/s av aðalfundinum mæla firi. Heldur ikki kann nakar koyrast út avfelaginum, uttan Hka nógvir, sum krevjast til lógbroyting, eru firi tí. § 16. Formaðurin í Føringafelag og teir nevndarmenn, sum lættliga kunnu spirjast, avgera nær og kvar aðalfundurin skal verða hildin, og dagur, tið og pláss má umframt lísingina í feiagsblaðinum kunn- gerast ikki seinri enn 2 dagar framman- undan við uppslidnum lísingum í Havn. Aðalfundurin velur sær sjálvum ein orð- stírara, meðan formaðurin framleggur málini til umrøðu. Alt, sum avgjørt verður edla firi verður haft, verður straks skrivað í gerðabókina og prentað í firsta »Føringa- tíðindi«, íð útkemur attaná. Gerðabókin verður upplisin áðrenn fundurin er endaður og so undirskrivað av orðstirarinum og nevndarmonninum. , § i7- Umframt Olavsøkufundin, skulu aðrir aðalfundar verða hildnir, tá íð minst 30 limir ivir 18 ár krevja tað, edla tá íð nevndin heldur tað vera neyðugt. Teir verða lístir líkasum Olavsøkufundurin (§§ 13 og 16). »Føringatiðindi«. §. l8- Føringafelag eigur »Føringatíðindi«; tað ber undirskot og eigur ivirskotið av blaðinum. § iQ- Blaðstirarin firi »Føringatíðinđi« veljist firi eitt ár ísenn og tekur við frá ista September. Eingin kann veljast til blaðstírara, sum ikki er í Føringafelag edla er undir 25 ár. § 20. Blaðstírarin hevur ta løn, sum aðal- fundurin setur firi. Hann svarar firi blaðið tað ár, hann er valdur firi, um hann so letur ein annan stíra tí firi seg. Nevndin skal kvørja ferð, íð ein niggjur blaðstírari er valdur, skriva ímiđlum sín og hann eitt semjingarbræv, so at felagið ikki skal liða vansa. Blaðstirarin kann uppsigast straks, tá íð hann arbeiðir og skrivar so, at Før- ingafelags endamál kann liða skaða. Alt, sum í blaðið kemur, skal vera skrivað við hampuligum og sømuligum orðum. Fer blaðstírarin uppá ein edla annan máta frá, áðrenn árið er úti, sum hann er valdur firi, skal nevndin firi Føringafelag sirgja firi, at ein álitismaður kann stíra blaðinum inntil árið er úti og níggjur blað- stírari er valdur. Nevndin hevur tá tað ansvar, sum blaðstírarin hevur haft. Prisurin á »Føringatíðinđi« kann kvørki hækkast edla lækkast, uttan av aðal- fundinum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.