Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 3
Sm áfeløgini. § 2 K Kvørt smáfelag’, tað í Havn tó undan- tikið, skal hava sín formann, sum limirnir um Jóansøkuleitið velja firi tað komandi roknskapsárið. Formenninir firi ødlum. smáfeløgunum skulu attaná kvørt valg senda upptaldar listar ivir ákvøðini Føringafelags formanni til handar, so at hann kann lata granska á nevndarfunđi frammanundan Olavsøkufundinum, kvør íð valdur er. Formaðurin í kvørjum smáfelag, í Havn nevndarformaðurin, stevnir limirnar til samankoming um Jóansøku- edla Siftu- søkuleitið til at velja útsendingar til Olav- søkufund og teir aðalfundir, sum verða hildnir til næstu Olavsøku. Formaðurin firi smáfeløgunum skal føra bók ivir limirnar, innkrevja limagjald og senda tað í so góðari tíð til skattmeistarin firi Føringafelag, at tað er innkomið til hansara mánað áðrenn roknskapsárið er úti. § 22. Kvør, sum er limur av Føringafelag, men ikki i nøkrum smáfelagi, skal lata sítt limagjald til nevndarmannin i tí prestagjaldi, hann bír. § 23. Við tað sama eitt smáfelag er íbirt, skal formaðurin boða formanninum í Før- ingafelag frá, og skaltá kunngerast í felags- blaðinum limatal, formaður og limagjald. § 24. Henđan lóg geldur frá........ í einari tíð, tá hart stríð er uppi, tá maður stendir móti manni, tá verður mann ofta uppøstur, so mann ikki lættliga er mótitakandi fyri ti, annar maður hevur at bera fram móti eins egna tanka og hugsan. Mann kennir ofta líkasum at øll vilja gera einum órætt, og verður av ti beiskur i sinni. í sovorðnum tiðum falla ofta orð, sum betri vóru ófallin og sum ikki høvđu fallið, tá mann var róligur og hugsaði grant. Mann spískar pennin, um eg so má siga, til tað ýtasta, og fellir dómir um fólk og ting so harðar og óskónandi, ja, dømir harðliga um eitt og annað, sum mann onga grund og minni rætt hevur til at døma so- leiðis, og voldir harvið oftani stóranskaða; tí orðið, antin tað fer úr munninum ella flýtir úr penninum, tað hevur so víðar rásir og stoðgast ikki aftur. Soleiðis gongur tað teimum flestu, og soleiðis hevur tað gingið landsmanni okkara J. Jakobsen. Eg kann so væl forstanda, at hann við kærleika fevnir onkarbam sítt broytingina av skrivingarlaginum og vil henni allan framburð, eg kann eisini forstanda, at hann er blivin eitt syndur beiskur í sinni av hesum málstríði, sum nú hevur verið fyri í so langa tíð; men fyri tað hevur hann ikki rætt til at umtala fólkaháskúlar og háskúla- lærlingar soleiðis sum hann tilletur sær í nr. 30 av »Dimm.«. Háskúlarnir hava verið umtalaðir uppá sama mátan í Dannimark eisini. eg sigi hava verið. tí um enn mann einkultar ferðir hoyrir sovorðin orð nú, so verður tað betegnað sum »Røster fra gamle Dage«. Háskúlarnir standa nú í almeina um- dømi sum vegtugir framberarir av fólka- upplýsing og andslívi, og tað er nakað, sum hvørt menniskja við dannilsi og sum livir við í lívinum má havafingið eyguni opin fyri. Tað gekk sjón fyri søgn tá háskúlarnir hildu 25-ára hátíð, tá vóru vinir og mót- standarar nakað samsintir í, at teir høvdu gjørt gagn og tað ikki í smáum vís. Tað sæst eisini av tí, at ríkisstýrið hevur tikið í sína hond, við lóggeving at sikra teimum so góð vilkor. at teir uttan ótta fyri framtíðini kunnu blíva við við teirra verki fyri fólka upplísing eftir somu gótum sum hegartil. Her er ikki staðið til at fara at rokna upp alt tað gagn, fólkaháskúlarnir hava gjort í Dannimark, men somikið er vist, at tað mest kann roknast teimum til æru, at tann danski bóndastandur nú stendur sum ein tann fremsti í Evropa bæði í upplýsing og øllum framburði. Væl veit eg, at tað kann ikki í minsta máta skaða teir donsku fólkaháskúlarnar, om J. J. umtalar háskúlalærlingar vanvirði- liga í »Dimm.« ; tf f Dannimark hava teir so góðar fótir at standa á; men eitt annað er, um sovorðin úttalilsir ikki kunnu gera skaða her hjá okkum. Eg meini, at tað hevði verið til ómetu- ligt gagn fyri okkum, um vit her kundu fingið ein háskúla líkan við teir đonsku, og at tað er høvudsvilkorið fyri, at góður upplýsningur kann festa rótur her á landi, tí teir skúlar, sum vit hava, røkka ikki til. Tað halda nok teir flestu góðir menn nú í tíðini, at tann lærdómur, sum kann vinnast í barnaskúlunum, hann er ov lítið fyri lívið, og tá tað er soleiðis i óðrum londum, hvat skal tað tá ikki vera her hjá okkum, her sum skúlagongdin er so lftil og skúlarnir sjálvsagt ikki kunna vera so góðir, sum teir hava teir i hesum stóru lonđunum; so kemur tað aftur at, at í tfðini sum liggur millum unglinga og mannsaldurin, yvir- gongutíðini, tá treingir tað unga menniskja meiri enn nakrantíð at verða undir góðari ávirkan; tað er tann tfðin, tá óll evnir, bæði kropslig og andalig, bróta seg fram, og tað hava tey flestu nokk roynt frá sær

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.