Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr 17. 2. SEPTEMBER 1897. 8. Áb I Uppskot • til log firi Føringafelag. Navn, setur og endamál. §>¦ . Høvudsfelagið eitur »Føringafelag«, er firi adlar Førjar og hevur setur í Havn. Tað er skipað í undirfeløg, sum eita smá- feløg og kunnu vera firi eina edla fleiri bigdir. ' 1 § 2. Føringafelags endamál er at røkja og menna móðurmálið, lívga gamlar siðir, fremja vinnuvegirnar og ivir høvur starva firi at fáa Føringar til at ganga fram í ødlum lutum. Felagslimir. § 3- Limur av t øringafelag kann kvør, íð hevur gingið til, verða. Tann, íð inskir at verða limur, biður ein av nevndini um at taka seg upp, og geidur limagjald firi eitt ár (§ 5). Hann verður tá upptikin i felagið og skrivaður í limabókina á firsta nevndarfundi, íð hildin verður attaná (§ 11) og fær sama dag sín rætt sum limur. § 4- Kvørt níggjár skulu limirnir verða listir í felagsblaðnum, og teir nfinnkomnu og frágingnu limimir í firsta blaði, sum út- kemur ettir at teir eru upptiknir í edla gingnir frá felaginum. l.imagjald. § 5- Limagjaldið er 50 oyr. um árið firi kvønn lim og verður firstu ferð goldið, tá ið ein verður upptikin (§ 3); seinri verður tað goldið á kvørjum ári, ikki seinri enn í April mánað. Tann, íð vil vera leysur frá at galda kvørt ár, kann lata 12 kr. eina ferð firi adlar. Tann, íð ikki hevur goldið limagjaldið, áðrenn roknskapsárið er úti, verður útkoyrdur av felaginum. Tað, sum limirnir sameinast um at lata út ivir 50 oyr. um árið, hevur kvørt smá- felag ráð ivir ettir egnum tikki. Frágongd og atturkoming. § 6- I.imir, íð fara frá felaginum, siga tað i Havn til ein av nevndini, á bigd til felags- formannin, sum so boðar tað til nevndar- formannin; teir lata limagjald firi tað rokn- skapsárið, teir ganga út í. Visur ein limur ringan atburð,. sum kann skaða felagið, kann hann koyrast út á aðalfundi (§ 15). § 7- Ein limur, íð sjálvur er farin út av felaginum, kann, tá íð eitt ár er umliðið, koma inn attur uppá sama máta, sum níggjir limir (§ 3), um hann hevur goldið tað, sum hann skildar, og nítt ársgjald. Ein, sum er útkoyrdur firi ringan at- burð edla hevur tvær reisur verið úti av felaginum, kann ikki koma inn attur uttan á aðalfundi. Nevndin. § 8- Høvudsfelagið verður stírt av eini tólv- mannanevnd, sum verður vald á aðalfundi og skal veljast soleiðis, at ein nevndar- maður er í kvørjum prestagjaldi og hinir fimm í Havnini; umframt teir fimm nevndar- menninar í Havn, veljast tveir tiltaksmenn, sum eisini skulu vera búsettir í Havn. . § 9-. • Nevndin veljist firi eitt ár ísenn og tekur við ista August. Til nevndarmann kann eingin veljast, sum er undir 25 ár. Tá íð ein hevur verið nevndarmaður í 3 ár, kann hann nokta at taka imóti valgi, firr ikki. Hevur ein verið 3 ár úr nevndini, kann hann ikki nokta at geva seg til upp- attur, um hann verður valdur. Nevndar- menninir arbeiða firi onga løn. , § ,a Tann samlaða nevnd velur sjálv ein formann, næstformann, tveir roknskaps- granskarar, ein skatmeistara firi Føringa- felag og ein firi »Føringatíðindi«. So leingi, sum sparimerkir verða keypt og seld firi Føringafelag, velur nevndin eisini ein til at hava við tað at gera. Nevndin hevur fund firrapartin í kvørjum mánað, edla oftari, tá ið nevndarformaðurin heldur tað vera neyðugt.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.