Føringatíðindi - 02.09.1897, Qupperneq 1

Føringatíðindi - 02.09.1897, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI Nr 17. 2. SEPTEMBER 1897. 8. Ár. Frágongd og atturkoming. Uppskot til log firi Føringafelag. Navn, setur og endamál. § >• Høvudsfelagið eitur »Føringafelag«, er firi adlar Førjar og hevur setur í Havn. Tað er skipað í undirfeløg, sum eita smá- feløg og kunnu vera firi eina edla fleiri bigdir. ' t § 2. Føringafelags endamál er at røkja og menna móðurmálið, lívga gamlar siðir, fremja vinnuvegirnar og ivir høvur starva firi at fáa Føringar til at ganga fram í ødlum lutum. F elagslimir. .§ 3- Limur av Føringafelag kann kvør, íð hevur gingið til, verða. Tann, íð inskir at verða limur, biður ein av nevndini um at taka seg upp, og geidur limagjald firi eitt ár (§ 5). Hann verður tá upptikin í felagið og skrivaður í limabókina á firsta nevndarfundi, íð hildin verður attaná (§ ti) og fær sama dag sín rætt sum limur. § 4- Kvørt níggjár skulu limirnir verða lístir í felagsblaðnum, og teir níinnkomnu og frágingnu limirnir í firstablaði, sum út- kemur ettir at teir eru upptiknir í edla gingnir frá felaginum. Limagjald. § 5- 1 imagjaldið er 50 oyr. um árið firi kvønn lim og verður firstu ferð goldið, tá ið ein verður upptikin (§ 3); seinri verður tað goldið á kvørjum ári, ikki seinri enn i April mánað. Tann, ið vil vera leysur frá at galda kvørt ár, kann lata 12 kr. eina ferð firi adlar. Tann, íð ikki hevur goldið limagjaldið, áðrenn roknskapsárið er úti, verður útkoyrdur av felaginum. Tað, sum limirnir sameinast um at lata út ivir 50 oyr. um árið, hevur kvørt smá- felag ráð ivir ettir egnum tikki. § 6. ] imir,, íð fara frá felaginum, siga tað í Havn tif ein avnevndini, á bigd til felags- formannin, sum so boðar tað til nevndar- formannin; teir lata limagjald firi tað rokn- skapsárið, teir ganga út í. Vísur ein limur ringan atburð, sum kann skaða felagið, kann hann koyrast út á aðalfundi (§ 15). § 7- Ein limur, ið sjálvur er farin út av felaginum, kann, tá íð eitt ár er umliðið, koma inn attur uppá sama máta, sum níggjir limir (§ 3), um hann hevur goldið tað, sum nann skildar, og nítt ársgjald. Ein, sum er útkoyrdur firi ringan at- burð edla hevur tvær reisur verið úti av felaginum, kann ikki koma inn attur uttan á aðalfundi. Nevndin. § 8. Høvudsfelagið verður stírt av eini tólv- mannanevnd, sum verður vald á aðalfundi og skal veljast soleiðis, at ein nevndar- maður er í kvørjum prestagjaldi og hinir fimm i Havnini; umframt teir fimm nevndar- menninar í Havn, veljast tveir tiltaksmenn, sum eisini skulu vera búsettir í Havn. § 9-. • Nevndin veljist firi eitt ár ísenn og tekur við ista August. Til nevndarmann kann eingin veljast, sum er undir 25 ár. Tá íð ein hevur verið nevndarmaður í 3 ár, kann hann nokta at taka ímóti valgi, firr ikki. Hevur ein verið 3 ár úr nevndini, kann hann ikki nokta at geva seg til upp- attur, um hann verður valdur. Nevndar- menninir arbeiða firi onga løn. § 10. Tann samlaða nevnd velur sjálv ein formann, næstformann, tveir roknskaps- granskarar, ein skatmeistara firi Føringa- felag og ein firi »Føringatíðindi«. So leingi, sum sparimerkir verða keypt og seld firi Føringafelag, velur nevndin eisini ein til at hava við tað at gera. § 11. Nevndin hevur fund firrapartin í kvørjum mánað, eđla oftari, tá íð nevndarformaðurin heldur tað vera neyðugt.

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.