Føringatíðindi - 17.02.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 17.02.1898, Blaðsíða 2
í~ødlum lutum, so teir'' mugu verða sjálv- bjargnir, [má trívast væl og vinna fótafesti kjá Førjafólki. Nú ein dagin fór eg oman ettir gøtuni midlum H. og B. Attaná meg komu tvær smágentur úr skúlanum so kátar leikanđi út um bøin. Best sum eg gekk, hoyrdi eg, at tað grælaði uppi í bønum og, tá íð eg vendi mær við, sá eg aðra gentuna renna so smátt, men tigandi út ettír. Hin gentan var farin ettir høvdinum í eina smala djúpa veit. F.g dróg hana sum skjótast upp, og tóktist hon ikki at hava fingið stórt mein, tó at hon lá so idla firi, at hon brátt mundi latið lív, um ikki hjálp fekkst. Stutt ettir lcom eg til hina smágentuna og spurdi hana, kví hon var farin frá ti gentuni, sum datt í veituna. »Eg kundi einki hjálpa henni,« var svarið. Eina ferð hendi tað seg, at ein smá- drongur tók út av brimi og slógst út og inn í blámanum. Har vóru o. u. 20 bødn til steðar, men einki av teimum rópti neyðarróp edla tók sær annað firi enn at higgja at honum, íð farin var. Tí betur eru mangar aðrar ferðir at rokna upp, kvar bødn hava verið bæði kvik og djørv og ráðsnild, men tá íð slíkt ivirhøvur kann lienda, sum frammanundan er frágreitt, so má sigast, at srotið er«. Sirgiligt er, at sama dólskheit, sum her er mntalað kjá óvitabødnum, tá íð onnur eru í lívsvanđa, eisini kann finnast kjá tilkomnum fólki. Sirgiligt er, at slíkt kann finna stað ímidlum fólk, sum skal eitast at vera kristnað, og sum tf mátti haft lært at elska næstan eitt pinkulítið sindur um ikki »javnt við seg sjálvan«, sum vit jú ødl hava lært uttanat. Tvífalt sirgiligt er slíkt í einum landi, kvar tað er so sterkt firi neyðini, at kvør hugsar um at hjálpa sínum næsta. Inskiligt var, um foreldur ivir høvur meir enn hegartil høvdu lært bøđnini at hugsa og vera ráðsnar og hartil altíð at gera við onnur, sum tey vilja at onnur skulu gera við tey sjálvu. Inskiligt var, um bødn í skúlunum kundi lært at kenna sínar borgarapligt og sina kristinpligt, og lært tær soleiðis, at tað kundi bera frukt í teirra lívsstarvi. Tað klagast uppá, at skúlatíðin er ov stutt til at læra tað, sum neyðugt er. Man ikki stórur partur av skúlatíðini ganga til at læra slíkt, sum lítið gagnar í lívsstarvinum ? Man ikki kjá summum ein partur av skúla- tíðini verða til fríggjaratos, stástos og alskins túnatos, og man ikki ov lítið vera lagt dent uppá at stirkja vit og vilja og annað, sum kann gera menniskjan frálíkan frá djórum og heidningum? —e—. Humbug og blaðlísingar«. í »Føringat.« nr. 1 í ár skrivar O. A. nakað um »humbug og blaðlfsingar*. Yvir høvur plagar tað at gera mær tað sama, hvat fyri lýsingar íð standa í bløðum, tí, satt at siga, lesi eg tær ikki. Men tað hevur nú f nakra tíð verið mær páfallanđi, sum »Føringat.« hevur verið endaleyst, og eg hugsi, at skyldin fyri størsta partin má koma niður yvir hesar óføra longu lýsingar um »Voltakors«, »Sybilles Livsvækker* og Harrin viti hvat. Eg trúgvi nú ikki, at hesi vælsignaðu ráð hjálpa nakað; men tað kundi verið í sítt verð. A fjórðu síðu kann ikki væntast betri, men tá íð lýsingar koma fram á triðju síðu, er tað ov galið. Eg hugsi, at eg eri ikki tann einasti, sum heldur, at hesar lýsingar eru avlagi langar fyri so lítið blað sum »Føringat.« Kundi tað ikki nú verið nokk av hesum lýsingum, nú tær hava minkað um blaðið í so langa tfð? ella kundi tær nú ikki í alt fall hjálpst, um tær vóru heldur stytri? So mikið er vist, at koma fleiri so- vorðnar lýsingar afturat i »Føringat.«, verður tað skjótt »humbug« alt sum tað er. S. Jógvansson. * * * Blaðstírarin má skjóta hesa klagu inn undir nevndina, sum ræður firi blaðnum, og sum má avgera, um filgjublað skal útgevast, tá íð lísingar fidla meir enn eina síðu av blaðnum, edla um tað skal noktast at upp- taka lfsingar. »Føringat.« hevur hegar til haft so mangar blaðhaldara, at tað hevði loyst seg frálíka væl firi Føringafelag at eiga blaðið, høvdu adlir latið sítt blaðhaldara- gjald greidliga frá sær. Sum nú er statt restar so nógv á av bladhalđaragjaldi, at lísingarnar hava verið góður stuðul til tess at felagið kann hava vinning av blaðnum. Tí tikist tað ikki vera góð ráð at reka lísingar burtur, sum góðar intøkur eru av (upp til 100 krónur um árið). Antin tað, íð líst verður frá, er humbug edla ikki, síggi hann til, íð hevur hug til at keypa av teimum frambjóðaðu varunum. Blað- stírilsið tekur sær einki andsvar uppá í so máta. Blaðst. Skipsmannsskapurin. í bløðunum hevur verið skrivað, og talað hevur verið nógv nú í næstum um tann vandan við fiskiskipunum, at tey eru so gomul og veik í skrokkinum. Tað haldi

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.