Føringatíðindi - 17.02.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 17.02.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 4. 17. FEBRUAR 1898. Til skattmeistara firi »Føringatíðinđi« og Føringafelag hevur Føringafelags nevnd valt frúnna Marie Mikkelsen. Seyðarøktin. sum vitja Førjar, hava hesu seinastu árini verið fá. Har attur ímóti keypa Føringar meir av rúsdrekka í íslandi, enn útlendingar keypa 1 Førjum, so at 120,000 kr. er ikki ov stívt sett til at vera drukkið upp i tí framfarna árinum. Førja seyður hevur ringt lív um veturin og um várið, inntil gróður kemur á jørð. Tá íð stórkavar eru og í ringum kavaroki plágast seyðurin av svult. Kvat pínsla harí er, liggur nøkurlunda beint firi at vita, eisini kjá teimum, sum ikki hava haft firi neyðini at spenna sær hungursbandið. At seyður eisini kann líða neyð til tær tíðir, tá íð hann fær búkfidlu, man minni vera hugsað um. Vit síggja jú bestu vetrar, at seyður, sum heystardagin hevur verið í góðum holdum, lívligur og sterkur, tá, íð várdagurin er komin, hevur mist síni hold, er veikur og maktaleysur. Hetta voldir tann armóðsliga føði, sum seyðurin hevur til vetrakost. Kjá teimum flestu grassløgum, og helst teimum bestu, doyr edla følnar [ blað og stelkur um heystið. Heystregnið, frost og rotevni, sum altíð er til reiðar, har sum lívsmaktin minkar, beina brátt firi teimum góðu føðievninum. Kvussu hevði menniskjan verið til passar við líknandi kost, sum tann, íð seyður okkara fær um veturin? I .at ein ísturbjølg í fleiri mánaðir ikki fáa annað enn sáðugreyt og væl kókað fínhakkað hoyggj, sum løgurin er rendur frá. Kvussu verður hann til passar? Hetta er ein spurningur, sum vit ikki hava lov at skjóta frá okkum, um vit hava seyð gangandi úti vetrađagar. »Rikir bøndir oksar keypa«. í »Dúgvuni« er greitt frá, at spiritus- todlurin, sum kom úr Førjum inn í ríkis- kassan í tí framfarna árinum (1896—97) var 30,915 kr. 6 oy. Ilar sigist eisini, at drekki- varan verður seld út firi o. u. 4 ferðir so nógv sum todlurin er. Hetta man ikki vera skeivt ætlað; men har attur ímóti er tað ivaleyst rangt at ætla 20,000 kr. til at vera keypt firi av útlendskum skipum. Tað er minni enn slíkt, tí tey útlendsku skipini, Postskipini frá Kjøbinhavn eru ætlað at fara úr Havn norð ettir 12. mars, 22. apríl, 20. mai, 18. og 30. júni, 7. ogi5.júli, 3. og 23. avgust, 15. september, 4. og ig. oktober og 22. november. Ur Havn fara tey suður ettir 28. mars, 20. apríl, 5. og 27. mai, 22. júni, 20. og 29. júli, 14. avgust, 10. og 27. september, 30. oktober, 10. no- vember og 6. december. »Smiril« eigur at fara úr Havn til Leith 27. apríl og 25. november og til Kjøbin- havn 8. júli og koma attur til Havnar úr Leith um 1. mai og 14. december og úr Kjøbinhavn 26. júli. Guvuskipið »Egil« er ætlað til at koma eystan ettir til Havnar 2. mai, 15. júni, 25. júli og 4. september, og vestan ettir 23. mai, 6. júli, 15. avgust og 27. september. »Vaagen« er ætlað at gera 4 ferðir í hesum árinum og fara úr Kjøbinhavn í mai, sep- tember og december. »Fuglaframi«. Sum síggjast kann av lísingini attan í blaðnum, er ætlan at útgeva eitt hítt før- oyskt blað, til støddar sum »Føringat.«. Blaðið skal nevnast »Fuglaframi«, kemur út tværreisur um mánaðin og skal stírast av Sverre Patursson, Kirkjubø (S. P. er ein bróður til bónđan í Kirkjubø, Jóanes Patursson). Til okkara er sent eitt útboð til tegning av blaðháldarum. 1 hesutn útboð greiðist midlum annað frá, at blaðið skal kosta 1 kr. firi hálvárið frá ista apríl til ista oktbr. og gjaldast frammanundan, at mætastu menn í Førjum hava lova blaðnum studning, og at tað firi first verður prentað við tí gomlu stavsetingini. Tó at »útboðið« høggur í »Føringat.«, vilja vit ikki høggja attur, men inskja, at tað níggja blaðið, um tað hevur til mál: at fáa Førjamálið til æru og at fáa Føringar til at ganga fram

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.