Føringatíðindi - 17.02.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 4.
17. FEBRUAR 1898.
Til skattmeistara firi »Føringatíðinđi«
og Føringafelag hevur Føringafelags nevnd
valt frúnna Marie Mikkelsen.
Seyðarøktin.
sum vitja Førjar, hava hesu seinastu árini
verið fá. Har attur ímóti keypa Føringar
meir av rúsdrekka í íslandi, enn útlendingar
keypa 1 Førjum, so at 120,000 kr. er ikki
ov stívt sett til at vera drukkið upp i tí
framfarna árinum.
Førja seyður hevur ringt lív um veturin
og um várið, inntil gróður kemur á jørð.
Tá íð stórkavar eru og í ringum kavaroki
plágast seyðurin av svult. Kvat pínsla harí
er, liggur nøkurlunda beint firi at vita, eisini
kjá teimum, sum ikki hava haft firi neyðini
at spenna sær hungursbandið.
At seyður eisini kann líða neyð til tær
tíðir, tá íð hann fær búkfidlu, man minni
vera hugsað um. Vit síggja jú bestu vetrar,
at seyður, sum heystardagin hevur verið í
góðum holdum, lívligur og sterkur, tá, íð
várdagurin er komin, hevur mist síni hold,
er veikur og maktaleysur. Hetta voldir
tann armóðsliga føði, sum seyðurin hevur
til vetrakost. Kjá teimum flestu grassløgum,
og helst teimum bestu, doyr edla følnar [
blað og stelkur um heystið. Heystregnið,
frost og rotevni, sum altíð er til reiðar, har
sum lívsmaktin minkar, beina brátt firi
teimum góðu føðievninum. Kvussu hevði
menniskjan verið til passar við líknandi
kost, sum tann, íð seyður okkara fær um
veturin? I .at ein ísturbjølg í fleiri mánaðir
ikki fáa annað enn sáðugreyt og væl kókað
fínhakkað hoyggj, sum løgurin er rendur
frá. Kvussu verður hann til passar?
Hetta er ein spurningur, sum vit ikki hava
lov at skjóta frá okkum, um vit hava seyð
gangandi úti vetrađagar.
»Rikir bøndir oksar keypa«.
í »Dúgvuni« er greitt frá, at spiritus-
todlurin, sum kom úr Førjum inn í ríkis-
kassan í tí framfarna árinum (1896—97) var
30,915 kr. 6 oy. Ilar sigist eisini, at drekki-
varan verður seld út firi o. u. 4 ferðir so
nógv sum todlurin er. Hetta man ikki
vera skeivt ætlað; men har attur ímóti er
tað ivaleyst rangt at ætla 20,000 kr. til at
vera keypt firi av útlendskum skipum. Tað
er minni enn slíkt, tí tey útlendsku skipini,
Postskipini frá Kjøbinhavn eru ætlað
at fara úr Havn norð ettir 12. mars, 22.
apríl, 20. mai, 18. og 30. júni, 7. ogi5.júli,
3. og 23. avgust, 15. september, 4. og ig.
oktober og 22. november. Ur Havn fara
tey suður ettir 28. mars, 20. apríl, 5. og 27.
mai, 22. júni, 20. og 29. júli, 14. avgust,
10. og 27. september, 30. oktober, 10. no-
vember og 6. december.
»Smiril« eigur at fara úr Havn til Leith
27. apríl og 25. november og til Kjøbin-
havn 8. júli og koma attur til Havnar úr
Leith um 1. mai og 14. december og úr
Kjøbinhavn 26. júli.
Guvuskipið »Egil« er ætlað til at koma
eystan ettir til Havnar 2. mai, 15. júni, 25.
júli og 4. september, og vestan ettir 23.
mai, 6. júli, 15. avgust og 27. september.
»Vaagen« er ætlað at gera 4 ferðir í hesum
árinum og fara úr Kjøbinhavn í mai, sep-
tember og december.
»Fuglaframi«.
Sum síggjast kann av lísingini attan í
blaðnum, er ætlan at útgeva eitt hítt før-
oyskt blað, til støddar sum »Føringat.«.
Blaðið skal nevnast »Fuglaframi«, kemur
út tværreisur um mánaðin og skal stírast
av Sverre Patursson, Kirkjubø (S. P. er
ein bróður til bónđan í Kirkjubø, Jóanes
Patursson). Til okkara er sent eitt útboð
til tegning av blaðháldarum. 1 hesutn útboð
greiðist midlum annað frá, at blaðið skal
kosta 1 kr. firi hálvárið frá ista apríl til
ista oktbr. og gjaldast frammanundan, at
mætastu menn í Førjum hava lova blaðnum
studning, og at tað firi first verður prentað
við tí gomlu stavsetingini. Tó at »útboðið«
høggur í »Føringat.«, vilja vit ikki høggja
attur, men inskja, at tað níggja blaðið, um
tað hevur til mál: at fáa Førjamálið til
æru og at fáa Føringar til at ganga fram