Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 5. 3. MARS 1898. g. Ár. „Takk til Harran, ødlum ræður, landið hevur vart, skilt væl fólkið, hoyrt tess klagur, hjálpt, tá alt var svart, tá íð hann, tann drottin sterki, signing sína ber atturat okkara egna verki, trigg vár framtíð er.u Attur beginnur várið. og attur búgvast menn til skips. Tað er inskið kjá okkum ødlum, at fiskiskapurin so væl kjá skipum sum kjá bátum má verða góður og at heilsan má verða góð kjá okkarasjómonnum, so at teir kunna forvinna væl, til framafiri okkara land og fólk. Her kjá okkum er tað jú so. at tá íð fiskiskapurin slar frá, gongur nógv attur kjá fólki ivir høvur. Tí er tað vituligt, at menn leggja nógv dent uppá at søkja sjógvin bæði við bátum og skipum. Einans fiskiskapurin kann geva landi og fólki framgongd í stórum. Við hesum reglum er tó mest hugsað um skipini. Kvørja ferð tey fara út um várið, liggur tað beint firi at hugsa um, kvussu lívs- vilkorini eru kjá okkara skipsmonnum. Ár undan ári geva skipseigarirnir betri løn- vilkor, og ettirsum skipini nørast og tað gongur verri og verri at fáa mannskap til teirra, blíva skiparirnir meiri og meiri vin- skipiligir, betri at hava við at gera. Hetta er alt gott, ógvuliga gott, men enn er ein síða av skipsmannslivinum, sum nærum verður gloymd, og tað er tó tann allar vigtigasta síðan. Kvat verður gjørt firi at stirkja tað andliga lívi kjá skipsmonnunum ? Ødl vita vit, at sjómanslívið ikki kann málast við somu 'stikkini, sum tað meiri friðaliga lívið uppi á landi, og vilkorini, skipsmenninir til adlar tíðir koma til at liva undir, vera verri enn kjá teimum, íð á landi búgva, men nakað má tó kunna gerast firi at bøta um tey andligu viður- skiftini kjá skipsmonnum, bæði meðan teir ferðast á sjógv og landi. Kvussu livimátin er umborð, er ikki gott kjá einum land- krabba at tosa um, men søgur ganga frá, at nógva staðnis er lívið ringt. Á fleiri skipum sigast menn ikki at hoyra eitt guds- orð frá tí, teir koma um borð um várið, til teir fara heim attur um heystið. Ta tlðina, skipini liggja í havn, gongur tað neyvan betri í tann máta. Lítið verður gjørt firi at halda skipsmenn burtur frá tí, sum ilt er, og lítið verður gjørt firi at halda teir til tað, íð gott er; ósiður og iđlir listir kunnu sigast at fáa fríðar rásir. Ei undur I, um menn títt og ofta eru nógv forandraðir frá tí teir fara heimanífrá um várið, til teir koma attur um heystið. Gud náði tann kropp, sum eitt heilt summar og longri ikki fekk annað enn spiltan, sjúkuberandi mat at liva av; men tolur kroppurin ikki slíkt, tolur sálin tað minni. Okkara skips- menn verða ivaleyst — takkaðir veri skips- eigarinir — so væl kroppsliga føddir, sum teir kunnu inskja, men sálin fær bara tað til llvs, sum ger hana sjúka, deyðsjúka. Skal hetta nú verða gangandi soleiðis? Skal tað, sum kundi bigt okkara land og fólk upp bæði í ein og annan máta, verða tí andliga lívinum kjá Føringum at bana? Ja, um ikki ein edla annar tekur sær um reiggj, um ikki menn í flokki filkjast saman til at arbeiða, so kvíði eg firi, at endin verður ringur. Væl verði teimum firi, sum seta pening í skip til gagn firi fólk og land, men skal hesin peningur koma land- inum I sanna nittu, so má nakað gerast firi at lívga um tað andliga 11 vi kjá okkara skipsmonnum. Lat okkum hugsa um, at I attur í ár fara ungir menn firi firstu ferð út at sigla. Á sjóarmálanum stendur móð- urin við vátum eygum. Móðurhjartað vildi helst, at sonurin skuldi verði heima, men út má hann, jarðalívið krevur tað av honum. Royndir hava víst, at móðurin hevur góða grund til at gráta. Lat okkum tó royna at minka um óttan kjá henni við at gera, kvat vit eru mentir, tí annars fadla hennara tár tung niður ivir okkara skipsfiskiskap. Á kvørjum vári hevur nú í longri tíð verið tosað um at fáa eitt sjómannsheim í Havn. Einki er komið enn. Kundi ikki eitt slíkt komið í lag I vár? Her er arbeiði firi ein og kvønn, sum kemur saman við skipsmenn. Skulu vit ikki taka arbeiðið upp? Her er arbeiði firi kvønn fosturlandsvin. Eg inski gott oman ivir skipsmenn okkara og skipsfiskiskapin, inski góða ednu, góða heilsu og ivir høvur alt gott firi tað nlggja árið, men eg veit væl, at skulu inskini ganga í uppfidlilsi, so má arbeiði til. Ein Føringur.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.