Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 3
fleiri ferðir sagt, at nú var ikki long tið ettir. Ein dagin var sárfeburin komin langt upp um alt, sum maður sigist at kunna liva við. Tá segði doktarin, at nú loysti seg ikki at brúka nøkur ráð. Fekkmaðurin bredl ettir nøkrum mati edla đrekka, kundi hann so væl fáa tað til uggilsi, áðrenn hann gav upp ond. Tá íð doktarin var farin, varð maðurin spurdur. um hann hevði hug til at njóta nakað. Ikki visti hann — skuldi tað vera nakað, so hevði hann best hug til smeltað fløt. Hann fekk tá fløt upp í eina spølkummu og đrakk hana so hjarta- liga til botns. Ettir hendan merkiliga feburkost batnaði hann sjónliga, og hann livur enn við so góða heilsu, at hann ikki attur hevur haft grund til at brúka smeltað fløt til heilsubót. Santa rómastamp. Skipsmaður úr norðanlondum varð lagdur inn í sjúkahús í staðnum Napoli, har sum pávaveldi og helgunatrúgvin hevur fastan fótin. Maðurin var komin til deyðar av landfarsótt; feburin var hægri enn nakar hevði vitað um har á sjúkahúsinum, og professarin segði, at hann kundi berast út (til gravar) nær sum helst. Best sum hann lá đólskur og lívleysur at vísa seg, komu herðinđir á hann. og hann fór í ørilsi at rópa: »Rómastamp, rómastamp!« Ettir sum tað var av heitastu summars- døgum, var tað rímuligt, at hesin norðan- maðurin i .eburhitanum rópti ettir tí, sum hann í badnaárunum hevði lært at kenna sum mest svalandi. Fólkið, sum hoyrdi tað, trúði at hann rópti til høvuðshelgun sítt at hjálpa sær, og sá undrandi, at hann frá tí løtu batnaði snøggliga. Hetta mátti tí vera eitt frálíka gott helgun at biðja til í ringum sjúkum. Tó at mong, mong ár eru umliðin síðan hetta hendi, plagar mangur fátækur maður í Napoli enn tann dag í dag at heita á Santa rómastamp, og hann hevur orð firi at vera betur enn adlir doktarir og einki ringari enn Santa Maria at venda sær til i sótt og sjúku. Tíðitldir Úr Førjum. Fiskiskapurin hevur verið nærum eingin í tí farna mánaðinum. Veðrið hevur verið so ringt, at um bátar hava komið út á sjógvin ein stakdag, so hevur lítið komið burtur úr. — Trí av fiskiskipunum norðanfjørðs hava roynt á Bankanum, men lítið erkomið út av. Nú rusta flest ødl seg til at birja ársfiskaríið. Einki hoyrist um í ár at fólk manglar. — Niðurbrent er eitt paknús í Fugla- firði, sum keypmaðurin Samuel Peter Petersen átti. Eldurin sigist at vera í komin av, at maður hevði verið inni í pak- húsinum við ljósi, og tað hevur so komið ov nær einum edla øðrurn, íð lætt kemur eldur í. Húsið var forsikrað (assurerað). — Omandáttin er skúlalærarin i Fugla- firði Hans David Hansen fastalávinssunnu- kvøld. Tað var niðanfiri ein bakka, so at siga í sjálvari bigdini, hann varð funnin morgunin etter, og høvdið var so idla farið, at eingin ivi er um, at hann doyði straks. — 16. Februar varð funnið í Søltuvík í Sandoy partur av einum líki. Eitt ledur- belti (reim) var um miðina, men henda reim er ómert, so ikki kann síggjast av henni, kvørjum líkið er av. Summir meina, at tað kann vera av einum av teimum, íð fórst við guvuskipinum »Principia« í 1895. LÍSINGAR. Stórur komfurur við messingrond er at selja. Vakrar reyðar føroyskar húgvur fáast kjá Sam Olsen. Bergensframsýningin. Allir framsýningslutir — uttan klipp- fiskur — mugu til 25da mars vera fram- komnir til Havnar til nevndarlimin Jens Olsen. Hinir nevndarlimirnir taka eisini ímóti lutum at senda til Havnar um so ynskist. Fyri nevndina J. Patursson. Fínasta skandinavisk Eksportkafíi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Fuglaframi. (Stýrist av Sverre Patursson.) Kemur 2 reisur út um mánaðan. Kostar 1 kr. frá 1. apríl—1. oktbr. Bí- leggjist hjá: S. Patursson, Kirkjubø, og á posthúsunum. ForingaMag stevnist til aðalfund sunnudagin 27da mars kl. 5 e. m. í gomlu fútahúsum. Umtals- evni: Málmannanevnd, stavsetingin og lógbroyting.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.