Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 2
Tann heilagi andi. (Sálmur av Nord. Krun, settur út av „Lítlaw.) Anđ yvir andum, stig nú frá ti høga, and, sum við faðir og syni er gud, kom okk’ra sálir nú allar at grøða, himmalsins brúður tú búgva skalt út, heita og savna, gudsorðið úttýða, byggja guds kirkju, uplýsa hans tjóð, so er tín gerningur; oss skal tú víga, tú, sum í hjartað guđs kærleika dróg. Harri blaðstýrari! Hetta til tygara frágreiðing í »Føringat.« nr. 4 um blaðið »Fuglaframa«: Tað lá mær nær at hugsa, atfólkvildi halda, at tað næsta føroyska blaðið, sum útkom, vildi brúka tann sama (ella teir somu) skrivumáta, sum tað einasta, íð fyri var: »Føringatíðindi«. Ikki minnst av tí, at »Føringat.« nettupp verður útgivið av Føringafelag, tí felaginum, sum strevast við at reinska og fremja P'øroyskt so væl í skrift sum í talu. Nú havi eg avgjørt við meg sjálvan at brúka bara ein skrivumáta, tann »gamla«, fyri fyrst. Fyri at gera blaðhaldarum tað kunnugt, hví eg ikki havi tikið tann, sum okkara einasta føroyska blað, »Føringat.«, brúkar, havi eg — i útboðnum til blaðhaldarar — sagt, at »Føringat.« brúkar tveir skrivu- mátar, og tað hóskar ikki, og tí havi eg ikki kunna fylgt »Føringat.« eftir i stav- seting. Hesar reglurnar í útboðnum meintu tygum helst við, tá tygum skrivaði um »høgg«. Ikki sum »høgg« til »Føringat.«, men til kunngering fyri blaðhaldarum eru tær prentaðar. Mær hevði tykt tað líka gott, um tygum vildi sett hetta í »Føringat.« Sverre Patursson. Harí liggur tað, skamsett! Eitt »f.« finnist í seinasta »Dim.« at tí, sum seinasta »Føringat.« bar fram, at fólk ikki eru ráðsnar til at hjálpa kvørjum øðrum í vanda, og at skúlarnir áttu atbøtt uppá slíkt. »f.« sigur, at tað, vit »lesa«, er gott at taka fram, tá íð vit hava stundir til at hugsa okkum um. Vanlukkan er júst, at tað ikki i heimunum og í skúlum verður lagt nóg mikið dent uppá at læra bødnini at hugsa og hugsa kvikliga og greidliga. Vanlukkan er, at ein partur av skúlunum er ikki komin longri, enn at bødnini læra so dánt at »lesa« men ikki at hugsa. Tá íð »f.« meinar, at »Føringatíðindi«s blaðstírarin drítur í egið reiður, í tí hann finnist at skúlunum, og hann sjálvar er »skúladirektør«, so má hartil svarast, at hann víst í seinasta løgtingi var valđur til at vera triðimaður í skúlanevndini; men »Dim.«s blaðstírari hevur verið »skúla- direktør« framman undan, og sjálvsagt av- rikað óføra nógv. Tó má enn sigast: »Føringatíðindi« hevur ikki sagt so ringt frá skúlum okkara, at teir ikki eru vána- ligari. Ber ikki falskan vitnisburð. I.andbrúkskonsulenturin hevur 1 mong ár verið tuggumatur kjá »Dim.«. »Land- brúkskonsulenturin átti at gjørt hetta og landbrúkskonsulenturin átti at gjørt hatta«, og altið er so stilað, at fólk mugu lesa tað so, sum landbrúkskonsulenturin ikki hevði gjørt sína plikt f teimum umtalaðu viður- skiftinum. Lat okkum t. d. taka tað, sum skrivast um, at konsulenturin átti at ansa ettir, at fjós, sum verða betalt av rikiskassanum, eru so gjørd: ljós og luftig. Hevur »Dim.« granskað, kvat konsulenturin hevur skrivað um slík fjós, so má hon vita, at hon her hevur borið falskan vitnisburð, og hevur hon ikki granskað sakirnar, so átti hon at tagt. Lat okkum attur taka seyðahúsini, sum »Dim.« leingi hevur haft til jótur. Har hevur konsulenturin iðuliga í »Føringat.« greidliga borið fram, kvat gagn seyðahús kunnu gera, og hann hevur eisini skrivað, kvussu tey eiga at vera. Hann hevur á sínum ferðum hildið talur firi bigdafólkinum um seyðahús og talað við einkultar menn, sum antakast at hava hug og evnir til at útinna nakað í tann máta. Hann hevur altíð verið til reiðar at geva kvørjum manni góð og vælgrunda ráð viðvíkjandi seyðahúsum, og tó roynur »Dim.« at mála tað so, sum hann einki hevði gjørt. Man hetta ikki vera at bera falskan vitnisburð, antin tað so er vart edla óvart? Tað, ið drepur skræddarir, kann livga skómakarir. Maður lá á sjúkahúsinum í H. Leingi lá hann og stríddist, og doktarin hevði

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.