Føringatíðindi - 03.03.1898, Blaðsíða 2
Tann heilagi andi.
(Sálmur av Nord. Krun, settur út av „Lítlaw.)
Anđ yvir andum, stig nú frá ti høga,
and, sum við faðir og syni er gud,
kom okk’ra sálir nú allar at grøða,
himmalsins brúður tú búgva skalt út,
heita og savna, gudsorðið úttýða,
byggja guds kirkju, uplýsa hans tjóð,
so er tín gerningur; oss skal tú víga,
tú, sum í hjartað guđs kærleika dróg.
Harri blaðstýrari!
Hetta til tygara frágreiðing í »Føringat.«
nr. 4 um blaðið »Fuglaframa«:
Tað lá mær nær at hugsa, atfólkvildi
halda, at tað næsta føroyska blaðið, sum
útkom, vildi brúka tann sama (ella teir
somu) skrivumáta, sum tað einasta, íð fyri
var: »Føringatíðindi«. Ikki minnst av tí,
at »Føringat.« nettupp verður útgivið av
Føringafelag, tí felaginum, sum strevast við
at reinska og fremja P'øroyskt so væl í
skrift sum í talu.
Nú havi eg avgjørt við meg sjálvan at
brúka bara ein skrivumáta, tann »gamla«,
fyri fyrst.
Fyri at gera blaðhaldarum tað kunnugt,
hví eg ikki havi tikið tann, sum okkara
einasta føroyska blað, »Føringat.«, brúkar,
havi eg — i útboðnum til blaðhaldarar —
sagt, at »Føringat.« brúkar tveir skrivu-
mátar, og tað hóskar ikki, og tí havi eg
ikki kunna fylgt »Føringat.« eftir i stav-
seting.
Hesar reglurnar í útboðnum meintu
tygum helst við, tá tygum skrivaði um
»høgg«.
Ikki sum »høgg« til »Føringat.«, men
til kunngering fyri blaðhaldarum eru tær
prentaðar.
Mær hevði tykt tað líka gott, um
tygum vildi sett hetta í »Føringat.«
Sverre Patursson.
Harí liggur tað, skamsett!
Eitt »f.« finnist í seinasta »Dim.« at
tí, sum seinasta »Føringat.« bar fram, at
fólk ikki eru ráðsnar til at hjálpa kvørjum
øðrum í vanda, og at skúlarnir áttu atbøtt
uppá slíkt. »f.« sigur, at tað, vit »lesa«,
er gott at taka fram, tá íð vit hava stundir
til at hugsa okkum um. Vanlukkan er
júst, at tað ikki i heimunum og í skúlum
verður lagt nóg mikið dent uppá at læra
bødnini at hugsa og hugsa kvikliga og
greidliga. Vanlukkan er, at ein partur av
skúlunum er ikki komin longri, enn at
bødnini læra so dánt at »lesa« men ikki
at hugsa.
Tá íð »f.« meinar, at »Føringatíðindi«s
blaðstírarin drítur í egið reiður, í tí hann
finnist at skúlunum, og hann sjálvar er
»skúladirektør«, so má hartil svarast,
at hann víst í seinasta løgtingi var valđur
til at vera triðimaður í skúlanevndini; men
»Dim.«s blaðstírari hevur verið »skúla-
direktør« framman undan, og sjálvsagt av-
rikað óføra nógv. Tó má enn sigast:
»Føringatíðindi« hevur ikki sagt so ringt
frá skúlum okkara, at teir ikki eru vána-
ligari.
Ber ikki falskan vitnisburð.
I.andbrúkskonsulenturin hevur 1 mong
ár verið tuggumatur kjá »Dim.«. »Land-
brúkskonsulenturin átti at gjørt hetta og
landbrúkskonsulenturin átti at gjørt hatta«,
og altið er so stilað, at fólk mugu lesa tað
so, sum landbrúkskonsulenturin ikki hevði
gjørt sína plikt f teimum umtalaðu viður-
skiftinum.
Lat okkum t. d. taka tað, sum skrivast
um, at konsulenturin átti at ansa ettir, at
fjós, sum verða betalt av rikiskassanum,
eru so gjørd: ljós og luftig. Hevur »Dim.«
granskað, kvat konsulenturin hevur skrivað
um slík fjós, so má hon vita, at hon her
hevur borið falskan vitnisburð, og hevur
hon ikki granskað sakirnar, so átti hon at
tagt.
Lat okkum attur taka seyðahúsini, sum
»Dim.« leingi hevur haft til jótur. Har
hevur konsulenturin iðuliga í »Føringat.«
greidliga borið fram, kvat gagn seyðahús
kunnu gera, og hann hevur eisini skrivað,
kvussu tey eiga at vera. Hann hevur á
sínum ferðum hildið talur firi bigdafólkinum
um seyðahús og talað við einkultar menn,
sum antakast at hava hug og evnir til at
útinna nakað í tann máta. Hann hevur
altíð verið til reiðar at geva kvørjum
manni góð og vælgrunda ráð viðvíkjandi
seyðahúsum, og tó roynur »Dim.« at mála
tað so, sum hann einki hevði gjørt. Man
hetta ikki vera at bera falskan vitnisburð,
antin tað so er vart edla óvart?
Tað, ið drepur skræddarir, kann livga
skómakarir.
Maður lá á sjúkahúsinum í H. Leingi
lá hann og stríddist, og doktarin hevði