Føringatíðindi - 03.03.1898, Page 3
fleiri ferðir sagt, at nú var ikki long tið
ettir. Ein dagin var sárfeburin komin langt
upp um alt, sum maður sigist at kunna
liva við. Tá segði doktarin, at nú loysti
seg ikki at brúka nøkur ráð. Fekkmaðurin
bredl ettir nøkrum mati edla đrekka, kundi
hann so væl fáa tað til uggilsi, áðrenn hann
gav upp ond. Tá íð doktarin var farin,
varð maðurin spurdur. um hann hevði hug
til at njóta nakað. Ikki visti hann — skuldi
tað vera nakað, so hevði hann best hug til
smeltað fløt. Hann fekk tá fløt upp í
eina spølkummu og đrakk hana so hjarta-
liga til botns. Ettir hendan merkiliga
feburkost batnaði hann sjónliga, og hann
livur enn við so góða heilsu, at hann ikki
attur hevur haft grund til at brúka smeltað
fløt til heilsubót.
Santa rómastamp.
Skipsmaður úr norðanlondum varð
lagdur inn í sjúkahús í staðnum Napoli,
har sum pávaveldi og helgunatrúgvin hevur
fastan fótin. Maðurin var komin til deyðar
av landfarsótt; feburin var hægri enn nakar
hevði vitað um har á sjúkahúsinum, og
professarin segði, at hann kundi berast
út (til gravar) nær sum helst. Best sum
hann lá đólskur og lívleysur at vísa seg,
komu herðinđir á hann. og hann fór í
ørilsi at rópa: »Rómastamp, rómastamp!«
Ettir sum tað var av heitastu summars-
døgum, var tað rímuligt, at hesin norðan-
maðurin i .eburhitanum rópti ettir tí, sum
hann í badnaárunum hevði lært at kenna
sum mest svalandi. Fólkið, sum hoyrdi
tað, trúði at hann rópti til høvuðshelgun
sítt at hjálpa sær, og sá undrandi, at hann
frá tí løtu batnaði snøggliga. Hetta mátti
tí vera eitt frálíka gott helgun at biðja til
í ringum sjúkum.
Tó at mong, mong ár eru umliðin síðan
hetta hendi, plagar mangur fátækur maður
í Napoli enn tann dag í dag at heita á
Santa rómastamp, og hann hevur orð firi
at vera betur enn adlir doktarir og einki
ringari enn Santa Maria at venda sær til
i sótt og sjúku.
Tíðitldir Úr Førjum. Fiskiskapurin hevur
verið nærum eingin í tí farna mánaðinum.
Veðrið hevur verið so ringt, at um bátar
hava komið út á sjógvin ein stakdag, so
hevur lítið komið burtur úr.
— Trí av fiskiskipunum norðanfjørðs
hava roynt á Bankanum, men lítið erkomið
út av. Nú rusta flest ødl seg til at birja
ársfiskaríið. Einki hoyrist um í ár at fólk
manglar.
— Niðurbrent er eitt paknús í Fugla-
firði, sum keypmaðurin Samuel Peter
Petersen átti. Eldurin sigist at vera í
komin av, at maður hevði verið inni í pak-
húsinum við ljósi, og tað hevur so komið
ov nær einum edla øðrurn, íð lætt kemur
eldur í. Húsið var forsikrað (assurerað).
— Omandáttin er skúlalærarin i Fugla-
firði Hans David Hansen fastalávinssunnu-
kvøld. Tað var niðanfiri ein bakka, so at
siga í sjálvari bigdini, hann varð funnin
morgunin etter, og høvdið var so idla farið,
at eingin ivi er um, at hann doyði straks.
— 16. Februar varð funnið í Søltuvík
í Sandoy partur av einum líki. Eitt ledur-
belti (reim) var um miðina, men henda
reim er ómert, so ikki kann síggjast av
henni, kvørjum líkið er av. Summir meina,
at tað kann vera av einum av teimum, íð
fórst við guvuskipinum »Principia« í 1895.
LÍSINGAR.
Stórur komfurur við messingrond er at
selja. Vakrar reyðar føroyskar húgvur
fáast kjá Sam Olsen.
Bergensframsýningin.
Allir framsýningslutir — uttan klipp-
fiskur — mugu til 25da mars vera fram-
komnir til Havnar til nevndarlimin Jens
Olsen. Hinir nevndarlimirnir taka eisini
ímóti lutum at senda til Havnar um so
ynskist. Fyri nevndina
J. Patursson.
Fínasta skandinavisk
Eksportkafíi Surrugat
er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum
nú um stund er at fáa við handlarnar.
Fæst kjá keypmonnunum.
F. Hjorth & Co.
København K.
Fuglaframi.
(Stýrist av Sverre Patursson.)
Kemur 2 reisur út um mánaðan.
Kostar 1 kr. frá 1. apríl—1. oktbr. Bí-
leggjist hjá: S. Patursson, Kirkjubø,
og á posthúsunum.
ForingaMag
stevnist til aðalfund sunnudagin 27da mars
kl. 5 e. m. í gomlu fútahúsum. Umtals-
evni: Málmannanevnd, stavsetingin og
lógbroyting.