Føringatíðindi - 17.03.1898, Page 3

Føringatíðindi - 17.03.1898, Page 3
»Betri er at vera breyðleysur enn ráð- leysur,« segði kedlingin, tá íð hon turkaði burt av borðinum við kettuni. So søgdu eisini Dungansmenn á sinni. Teir høvdu fingið sær eina níggja nót, og svikur var ikki í henni, tí hon var av tí góða gamla føroyska tilfarinum. Tó bar ikki til, tá íð teir fóru at royna við henni; — hon lak seið. Nú vóru góð ráð dír; men ráð eru ímóti ødlum óráðum. Ein av monninum visti higgjuráðini: Nótin skuldi verða tøvd. Túnatos. Pál: Spedl er, at vit so skjótt skulu verða av við okkara góða ministara. Per: Kvat sigur tú? Eru nøkur merkir til, at hann skal fara frá? Pál: Jú. tí verri. Tú minnist, at »Dim.« eina ferð á sinni skrivaði harðliga um grundforbetringslógina, at hon ikki var rært handhavd. Tá fór okkara góði gamli Nellemann av padlinum, sum hann hevði sitið á í so mong ár, og kvørki fingið piprilsi, tá íð Rasmussen skeyt kúluna, edla blunkað, tá ið Schrøtar gav ríkisstírilsinum hina sterku ábreiðsluna. Nú hevur »Dim.« attur rørt sama strong, og eg stúri firi, at tað eisini hesu ferð verður ministarskifti. FRÁ ÚTTONDUM. Innanríkis tíðindir eru eingi stórvegis, uttan um politisk stríð og kevl, sum vant er at vera framman undan ríksdagsvalg- unum. — Á oynni Cuba stendur upprørskríggið við sama lagið sum í fjør. 15,000 krígs- menn eru níliga sendur úr Spanialandi ivir um hav til at stirkja tann her, sum roynir at kúga upprørið; men tó sigist lítil vón at vera um, at teir kunnu temja ófriðakropp- arnar, sum ikki vilja geva seg attur undir Spaniaveldi uttan teir fáa slíkt sjálvræði, sum teir hava kravt adla tíðina. Á oynni eru búsettir nógvir borgarir úr bandaríkinum (foreinaðu statunum) í Amerika. Fleiri av teimum hava liðið ivirlast í krígsrumblinum. Hetta hevur vakt harm kjá landsmonnum teirra heima í bandaríkinum, sum eisini av hesum vanlukku kríggi tarnast nógv i sigling og handilsviðurskiftum, sum teir eru vanir at hava við hesa ríku oyggj. Spania- menn hava klagað ivir, at Ámerikamenn hava ført krígsamboð og tilfar til ófriða- kropparnar, og harav er íbirt ilstøða midlum ríkini. Nú um dagin sprakk eitt krígsskip úr bandaríkinum í luftina við 300 monnum, meðan tað lá í havnini við Havana (høvuðs- staðurin á Cuba). Spaniamenn fáa skild firi at hava verið atvoldin í hesari ólukku, og tað hevur vakt stóran harm kjá Amerika- monnum, og hevur ivaleyst gjørt sítt til, at ríksdagurin í bandaríkinum næstan í einum ljóði hevur givið presiđentinum lov til at taka 180 milliónir kr. til krígsútrustningar. Spaniamenn rusta seg sum harðast ettir sínum førimuni og sigast at vera skikkiliga væl útgjørdir við krígsskipum og dinamit- spreingibátum. — Seinastu tíðindir úr China eru. at Russarnir hava kravt ein stað, Port Arthur, við góðari skipahavn og rætt til at leggja jadnbreyt gjøgnum landið til hesa havnina, attur firi at Ttskarnir hava fingið eitt petti Chinaríkinum, sum teir kunnu hava flota- støðu í. Chinakeisarin torur sjálvsagt ikki at siga nei, og hetta dámar Eingilskmonnum idla, tí tað minkar um teirra handilsvónir, at Russarnir fáa størri veldi í Chinalandi. — Úr Grikklandi frættist, at ófriða- kroppur hevur skotið fleiri skot ettir kon- ginum, men skaðaði hann ikki. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið so umløypandi og vindsamt, at tað ikki meir enn hendingadagar hevur verið fiskiveður. Størri parturin av fiskiskipinum er nú útbúgvin, men fá hava enn fingið roynt at fiska. Bátar hava stakdagar fingið góða veiðu bæði firi norðan og firi sunnan. — Ringir harðveðursđagar hava verið í vetur. Ein tann ringasti var 12ti februari. Tá varð húsaskaði í’Leirum, í Jansagerði, á Nesi og f fleiri øðrum støðum. Leygar- dagin har ettir var góðveður um morgunin og bátar vóru farnir til sjós. Um dagin kom kavatjukn og harðnandi landnorðings- stormur. sum íser var óførur firi sunnan. Dalbingar, sum vóru úti við stórum báti, tóku sær tey higgjuráð at seta upp á Breiðanesbarmi i Stóru Dímun. har sum bónđin hevur gjørt góða lending og spæl til at draga bát upp við. Fleiri bátar av Vágsfjørði vóru á Dalagrinnuni og reddaðu seg við neyð til Sunnbiar. Ein bátur úr Porkeri setti upp á Trælurð við Mírafjørð og báturin fór av brimi dagin ettir. Til postekspeditør í Havn er frá ista apríl at rokna útnevndur C. C. Danielsen, kammerassessor, løgtingsrevisor, fulmekt- igur kjá skrivarinum og skattmeistari firi sparikassanum. Sislumannsembætið i Streymoyar sislu (við bústað f Vestmanna) sigist at verða útboðið til umsøkin firsta dagin. Kjølhálingsbrugvin í Vestmanna. Av teimum royndum, íð gjørdar eru, sigist

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.