Føringatíðindi - 07.04.1898, Síða 3

Føringatíðindi - 07.04.1898, Síða 3
tað ongum við, antin hann verður lærđur í skúlunum edla heima. Tað er tó ógvuliga óheldigt, um Føroyskt ikki kemur í skúl- arnar og tað skjótt, tað er óheldigt i nógvar mútar. Firi tað firsta tora vit at siga. at so leingi Føroyskt ikki er blivið skúlamál, so leingi verður ikki einigheit um stav- setingina, men kom málið í skúlarnar, skulđi tað nokk víst seg, at rætt- skrivningsklandri hoyrdi upp. Firi tað annað er tað ógvuliga rimiligt, at menn her og har um stutta tíð vilja siga, at kemurFøroyskt ikki í skúlarokkara, so lata vit ikki okkara bødn í skúla, og um alt gongur sum hopast má, vil fleir- talið av Føringum skjótt siga so. Tó at tað var gleðiligt, um Føringar vóru so vítt komnir, er tað eisini sirgjuligt, at menn skulu noyðast til at tríva so harðliga í, helst tá íð vit hugsa um, at alt. sum vit krevja firi first, er, at fáa føroyska máiið inn í føroyskar skúlar. Vit hopa, at tá íð nú bíbilsøgan um stutta tíð verður útboðin til sølu, at hon so má vinna innpas kjá fólki. og at tað so eina ferð enn verður roynt at skriva til okkara skúlastiri, um at fáa Føroyskt í skúlarnar. Gongur tað so ettir vild. so er alt væl; fáa vit eina ferð enn »krakk«, so læt okkum mínnast, at kvør ræður sjálvur firi, kvar hann letur bødn síni læra, og so bera teir stírandi ansvar firi, kvat fólkið sær seg noytt til at gera. Fólkatingsvalg. frættist, at tað longu er avgjørt, at Streym- oyarsvslumaður skal búgva í Vestmanna. Tað hevur eisini verið umróða, at ein »ađressa« var send av landinum, undir- skrivað av fleirtalinum av monnum í Streymoy, um at fáa sýslumannin enn sum firr at búgva í Havn. Hetta bønarbræv var tó neyvan niðurkomið til Kjøbinhavnar tá íð avgerðin var kunngjørd, at sýslu- maðurin skal búgva í Vestmanna. Tað kann nú ikki sigast at vera troystiligt fyri fólkið, at tað so sjónliga skal síggjast, at einki »hensyn« verður tikið til tað, íð meginparturin vil, men at spursmál, sum bara viðkemur fólkinum. verða avgjørd tvørtímótur teirras ynski. Men er tað ikki stuttligt at teinkja sær hjá fólki ivir høvur, mátti tað enn minni verið stuttligt hjá løg- tingi okkara at vita, at stór (?) spursmál í Førjum avgerast og tingið ikki verður eftir- spurt. Tað kann nú kanska sigast, at hesu ferð einki óheldigt kemur út av avgerðini, men mátin er ikki heldigur. Ein bygdamaður. LÍSINGAR. Tað níggja bókmentufelagið hevuraðal- fund sunnudagin i. mai í ár kl. 4 e. m. í spæluhúsinum í Havn. Fram verður lagt til viðtøku og um- røðu: Uppskot til lóg firi felagið og valg av nevnd verður firitikið. Valg til fólkatitigið verður firitikið um Førjar 20. mai. Tað sigist, at Norðoyar- síslumaður Olsen og løgtingsmaðurin Schrø- ter skulu stidla seg. Olsen er væl kendur sum ein trúgvur og djarvur høgrumaður frá tí tíðini, hann var firi Førjar í landstinginum, og Schrøter er væl kendur runt um oyggj- arnar, eisini frá tí tíðini, hann var fólka- tingsmaður, sum ein frálíka »krassur« vinstru- maður. »Føringat.« vil ikki spæla politisk »partíblað« og skal tí einki tosa um, kvør av hesum monninum, íð ber bestu vónir í sær, helst tí at veljarirnir sjálvir kenna teir. Ein onnur sak var tað, um vit vóru so langt komnir, at veljarir, áðrenn valt verður, høvdu sett spursmál fram firi teir, íð stidla seg, kvør av monninum íð vildi virka mest firi Førjamálinum og kvør av teimum íð vildi geva tí víðastu rásirnar, tá skuldi vit lagt eitt orð uppí, men nær koma føroyskir veljarir so vít? Um fliting av sýslumannssetri í Streymoy frá Havnini til Vestmanna hevur verið skrivað nógv í »Dimm.«, og við »Lauru« Hann, íð vil selja Føringafelag: Niels Winther : Færøernes Oldtidshistorie Lucas Debes: Færo & Færø reserate firi rímiligan prís, verði so góður at lata B. A, Samuelsen vita av. Pnvi ri ÍTQ folo cr stevnist ti1 aðalfund roi UlgdlUldg sunnudagin 8. mai í • gomlu fútahúsum kl. 4 e. m. — Firi verður haft til avgering: Lógbroyting og stavseting. Nevndin. altid ^ Chr.Y.Mendesbe,£;de aromatiske Jem-Likor anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel (Højesteretsdom af i4de December 1896) efter Influenza, for Træthed, Blodmangel, Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv. Kronprinsensgades ny Materialhandel 9, København K. Ene-Udsalg i Thorshavn hos Hr. Køb- mand j. P. Evensen.

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.