Føringatíðindi - 05.05.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 05.05.1898, Blaðsíða 2
í staðin fyri at hugsa um, hvussu vit best skulu hjálpa lanđinutn á føtur við at rudda burtur úr okkara egna bóli tað, sum heftur og lemjur hvørja đugandi hond og hvørja fríheitssál, og í staðin fyri at hugsa um, hvussu her eigur at vera vorið og hvussu- leiðis vit skulu fáa rásarúm til at arbeiða undir somu korum sum fólkið í hinum norðanlondinum, so hugsa vit um, hvussu vit so dánt kunnu nøra okkum við tí vit hava, hvussu vit so dánt kunnu lata út okkara leigur og skattar, hvussu vit sum skikkiligast skulu skikka okkum fyri at fáa bitar inn í munnin frá Danimarki til so dánt at hjálpa okkum við. Fáa vit so nakrar gloypubitar, so er »eingin landspartur í ríkinum nær ella námi so væl staddur sum Føroyar«. Og so kemur ein av teimum. sum søkir um at sleppa at vera slógbrótari fyri okkum, fram og sigir: 30—40,000 kr. gevur tað danska fólkið tykkum í gávu árliga, vita tit hvat tit skuldu betalt, um tykkum gekk, sum tit høvdu fortjent: tit skuldu ikki fingið 30—40,000 kr. frá Danmark, men tit skuldu latið 200,000 kr. og meir afturat til Danmark á hvørjum ári. tá fyrstani var javnbýtt, og hin annar fólka- tingsmaðurin tegir, tí hann man finna við sær, at onkur minnist hvat hann skrivaði móti »Cibba«, síðst hann var í landstingi, og fólkið tegir, men —tað sjóðar undir loki hjá mongum. Tí havi eg stillað meg. Nú kunnu Føringar sleppa at vera har, sum teir vilja vera, tí nú eru adlir partar frammi, nú kann eingin bera seg undan frá at fara á valg, tríggjar eru gøturnar, ein maðurin stendur á hvørjari, veljið nú og veljið so tit velja beint. Ikki beri eg hvørki hat ella illfoykni at Danimarki, sum mær er lagt fyri. Tvørt ímóti: mær dámar Danimark væl og eg havi virðing fyri Danimarki. Men so vil eg eisini at ikki Danimark einans skal dáma okkum, men eisini at tað skal hava virðing fyri okkum. Hitt fyrsta ger Danimark, hitt seinna ikki, tað kann tað ikki, tí — vit hava ikki enn lært at virða okkum sjálvi; tá kunnu vit ikki krevja, at aðrir gera tað. Hvussu virða vit best okkum sjálvi? Sum útiróðramaðurin, íð situr við stýrið, við skeytið, við ár ella eyskar, tá ódn er á sjónum og glavustrok í vindi. Hann veit tá, at alt stendur í Guds honđ, men hann veit eisini, at svíkir hann sín sess eitt tað einasta eygablik, so liggur lívið við. Soleiðis skulu Føringar líta á seg sjálvan, eisini tá íð tær politisku ódnir eru uppi- Tá skulu vit ikki taka tann til at sita við stýrið, við seglið, við ár ella eyskar, sum lovar at hann skal ansa eftir, at sjógv- arnir ikki bróta, ti tað kann hann ikki, heldur ikki hann, sutn sigur, at sleppur hann til róðurs, so væntar hann tað fer at slætna, tí tað ræður hann ikki fyri, men tann mann seta tit við stýrið, sum best kennur bátin. sum best kennur bátsskipanina, sum best veit sjóvarfall og — sum best veit, hvussu hann skal taka eitt brot. Tá líta Føringar sær sjálvum nakað til, og tann fremmandi, ’nonum ikki aleina dámar teir væl. men tá lítur eisini hann Føringum nakað til, tá virður hann teir, tí teirra gerningar bera prógv um, at teir eru tað verđir. Tolltos og annað skattatos, tos um bíttlingabølir. fongsil, riddaraborgir o. a„ sum vit áttu at útreitt til, tað eru aldurnar, sum tann eina kempan vil forða at bróta. Men tað sigi eg: Brýtur hon. — ikki bjóða vit bøtur, tí maðurin sjálvur kann ikki ganga frá, at hann hevur sagt, at vit eiga at fáa hana so bláa omanyvir okkum. Men at stýra okkum út úr teimum íðum, sum malið hava okkum í klingur summar í ioo ár, summar í meiri og summar í minni, tað hevur ikki verið fram- borið : »At loysa tjórið av fótinum, haftið av hondinum og ríva skruðuna frá eyginum, tað er ikki tingmannamál.« Eg sigi, hetta er tingmannamál, hetta er tað fyrsta, tí fyrst má rudđast og loysast, áðren nakað betri fæst aftur í staðin. Hvat er tað, sum má ruddast og loysast, og hvat skal koma i staðin? Eg skal nevna tað: Skúlaiagið. Skúlin má umskipast í síni grund. Alt, alt útlendskt siga vit ikki passar í Førjum, uttan hetta eina, sum seinast skuldi passað: útlendsk uppaling, ella enntá meir. avløgđ útlendsk uppaling, hon passar her. Tá vit nýta útlendskan mat, knarra mong, men tá vit bjølga okkum út á tamb í óhóskandi andsføði, tað er einki at finnast at. Skúlarnir skulu hjálpa til at geva góða grund í hvønn mannabarm og skúlin skal geva okkum vápn, sum vit đuga at brúka og sum vit kunnum brúka í lívinum. Men Gud náði okkum fyri grund og Gud náði okkum fyra vápn; tað gevur at bíta, tá vit koma millum menn. Og sum barnaskúlin er í ólagi, so er ungdómsskúlin eingin. Fólkaháskúla fyri sannan andsframburð, vinnuvegsskúlar, fyri at tann rætti gløggi hugur kann leggjast í verkið, og kvinnuskúla, hvar annað verður athavt enn at fara við tráð og við nál. Órættuligar og framburðsforð- andi lógreglur. Tað heftur, tjórar og gevur vantreysti, at ikki bóndin, ikki hús- maðurin, ella hvør hann er, skal hava sítt burtur av, um hann vil og hann orkar. Her nýtist lógbroyting og — bæði

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.