Føringatíðindi - 05.05.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 05.05.1898, Blaðsíða 3
fyri hetta og okkara forrætningslív, tá mugu vit fáa upp ein føroyskan bank. Tað er forðandi og tvørligt. at framihjá skattur skal liggja á hvørjum byggkorni. Men tað er uppaftur ikki minni tvør- ligt, at ikki mætari mál skal vera í monnum, enn so, enn tá tala skuldi verið um at javnbýtt hesar framihjá skattir uppá allar, sum inntøkur njóta, tá leggur løgtingið sjálvt Førjar í toll. Vit hava longu tapt 20,000 kr. við at sleppa frá fiskatíggjund, setur løgtingið okkum nú í kaffitoll fyri korntíggjund, tubbakstoll fyri ullatíggjund, siropstoll fyri fuglatíggjund og sukurtoll fyri kútíggjund, tá hava vit enn vón um at fáa betalt nøkur 20,000 afturat og uppá tann máta nærka okkum at fáa avbetalt ta stóru skuld uppá 200,000 kr., vit skylda árliga. Men her skulu Føringar rópa >halt! nú síga vit ikki longur niður.« Tíggjund- irnar vilja vit hava av, men korta nei fyri toll, sum soleiðis fer, tær skulu javnast á embætismannin, húsmannin. forrætnings- mannin og bóndan, hvønn eftir sínum føru- muni, tá verður javnt. Og teir loootals Føringar, sum í siglingsferð og á íslandsferð eru valgtíðina úr Førjum. kannske okkara bestu innløgu menn, skulu teir fyri tað vera ómagar og ikki eiga rætt á valgi! Nei, teir skulu eisini hava fullan og allan rætt og kunna stemma skriftliga, í hvussu er til sóknavalg og løgtingsvalg. Nógv er annað at rudda burt áðrenn vit sleppa úr íðuni, men hetta havi eg tikið til. »Nú er tíð til frið at venda, kastajarn og stál,« sigur hin onnur tingkempan (Olsen), men nú er tíð at fara til árar saman við hinum landspartinum, soleiðis at vit rógva okkara bát, meðan teir rógva sínar, tó allir halda eina leið. Men vit hava nógv og so nógv ta longstu leiðina, tað mugu vit minna okkara donsku brøður á og tí krevjist okkum so nógv meiri uppá seg bæði av styrki og útgerð. Ja, tí krevjist okkum størri út- gerð, soleiðis skal tað verða framborið, og ikki soleiðis, at teir skulu blaka okkum valgaroyrur, meðan teir rógva fram um, og vit liggja eftir í íðuni. Hetta sigi eg ikki, eg skal fáa fram, men hetta er mín grundhugsan og út frá hesum miði vil eg fremja løgtingiðs av- gerður og ganga á tal við megnandi danskar menn. um eg komi á fólkatingspallin. Virðingafullt Jóanes Patursson. FRÁ ÚTLONDUM. Kríggj er nú íbirt midlum Spanialand og bandaríkini í Norðamerika. Báðir partar hava tikið fleiri stór førningsskip kvør frá øðrum, tó høvdu ikki bardagar verið midlum kríggsflotarnar, seinast íð frættist, men drigið var saman, so at stórt slag væntaðist at standa ein av seinastu døgunum í apríli. Tíðindir úr Førjum. Eysturætt (og landsinningur) hevur verið mest herskanđi, stundum við vindi og sjóarilsku, so at sjó- róður er tarnaður. Avfadl hevur verið í meira lagi; váring er tí ikki gingin viðari væl frá honđini í flestum bigdum. Firi lembingina hevur vegrið verið ímeðallagi; tó rósast ivir høvur ikki av góðari lambing, sum væntuligt var. tí gróðurin kom seint og ein stórur partur av seyðinum var veikur. — Meginparturin av fiskiskipinum ger seg út at fara til íslands. Førjafiskiskap- urin hevur ivir høvur verið vánaligur. — Deýður er hin viðgitni »heima- doktarin« Jákup Ludvíg. LÍSINGAR Kvør vil keypa ein góðan, bíligan, 2ársgamlan tarv frá Hans Andriasi í Skálafirði. Føringafelag sunnudagin 8. mai í gomlu fútahúsum kl. 4 e. m. — Firi verður haft til avgering: Lógbroyting og stavseting. v Nevndin. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann framman undan sjálvur síggja, kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir vendið sær til Jens Olsen. altid ^ Chr.V.MendesbeCede aromatiske Jern-Likør anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel (Højesteretsdom af i4de December 1896) efter Influenza, for Træthed, Blođmangel, Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv. Kronprinsensgades ny Materialhandel 9, København K. Ene-Udsalg i Thorshavn hos Hr. Køb- mand J. P. Evensen.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.