Føringatíðindi - 05.05.1898, Síða 3
fyri hetta og okkara forrætningslív, tá mugu
vit fáa upp ein føroyskan bank.
Tað er forðandi og tvørligt. at framihjá
skattur skal liggja á hvørjum byggkorni.
Men tað er uppaftur ikki minni tvør-
ligt, at ikki mætari mál skal vera í monnum,
enn so, enn tá tala skuldi verið um at
javnbýtt hesar framihjá skattir uppá allar,
sum inntøkur njóta, tá leggur løgtingið
sjálvt Førjar í toll.
Vit hava longu tapt 20,000 kr. við at
sleppa frá fiskatíggjund, setur løgtingið
okkum nú í kaffitoll fyri korntíggjund,
tubbakstoll fyri ullatíggjund, siropstoll fyri
fuglatíggjund og sukurtoll fyri kútíggjund,
tá hava vit enn vón um at fáa betalt
nøkur 20,000 afturat og uppá tann máta
nærka okkum at fáa avbetalt ta stóru skuld
uppá 200,000 kr., vit skylda árliga.
Men her skulu Føringar rópa >halt!
nú síga vit ikki longur niður.« Tíggjund-
irnar vilja vit hava av, men korta nei fyri
toll, sum soleiðis fer, tær skulu javnast á
embætismannin, húsmannin. forrætnings-
mannin og bóndan, hvønn eftir sínum føru-
muni, tá verður javnt.
Og teir loootals Føringar, sum í
siglingsferð og á íslandsferð eru valgtíðina
úr Førjum. kannske okkara bestu innløgu
menn, skulu teir fyri tað vera ómagar og
ikki eiga rætt á valgi! Nei, teir skulu
eisini hava fullan og allan rætt og kunna
stemma skriftliga, í hvussu er til sóknavalg
og løgtingsvalg.
Nógv er annað at rudda burt áðrenn
vit sleppa úr íðuni, men hetta havi eg
tikið til.
»Nú er tíð til frið at venda, kastajarn
og stál,« sigur hin onnur tingkempan
(Olsen), men nú er tíð at fara til árar
saman við hinum landspartinum, soleiðis
at vit rógva okkara bát, meðan teir rógva
sínar, tó allir halda eina leið.
Men vit hava nógv og so nógv ta
longstu leiðina, tað mugu vit minna okkara
donsku brøður á og tí krevjist okkum so
nógv meiri uppá seg bæði av styrki og
útgerð.
Ja, tí krevjist okkum størri út-
gerð, soleiðis skal tað verða framborið,
og ikki soleiðis, at teir skulu blaka okkum
valgaroyrur, meðan teir rógva fram um, og
vit liggja eftir í íðuni.
Hetta sigi eg ikki, eg skal fáa fram,
men hetta er mín grundhugsan og út frá
hesum miði vil eg fremja løgtingiðs av-
gerður og ganga á tal við megnandi danskar
menn. um eg komi á fólkatingspallin.
Virðingafullt
Jóanes Patursson.
FRÁ ÚTLONDUM.
Kríggj er nú íbirt midlum Spanialand
og bandaríkini í Norðamerika. Báðir partar
hava tikið fleiri stór førningsskip kvør frá
øðrum, tó høvdu ikki bardagar verið midlum
kríggsflotarnar, seinast íð frættist, men
drigið var saman, so at stórt slag væntaðist
at standa ein av seinastu døgunum í apríli.
Tíðindir úr Førjum. Eysturætt (og
landsinningur) hevur verið mest herskanđi,
stundum við vindi og sjóarilsku, so at sjó-
róður er tarnaður. Avfadl hevur verið í
meira lagi; váring er tí ikki gingin viðari
væl frá honđini í flestum bigdum. Firi
lembingina hevur vegrið verið ímeðallagi;
tó rósast ivir høvur ikki av góðari lambing,
sum væntuligt var. tí gróðurin kom seint
og ein stórur partur av seyðinum var
veikur.
— Meginparturin av fiskiskipinum ger
seg út at fara til íslands. Førjafiskiskap-
urin hevur ivir høvur verið vánaligur.
— Deýður er hin viðgitni »heima-
doktarin« Jákup Ludvíg.
LÍSINGAR
Kvør vil keypa ein góðan, bíligan, 2ársgamlan
tarv frá Hans Andriasi í Skálafirði.
Føringafelag sunnudagin 8. mai í
gomlu fútahúsum kl. 4 e. m. — Firi verður
haft til avgering:
Lógbroyting og stavseting.
v Nevndin.
Bindumaskinur.
Góðar bindumaskinur seljast. Ein og
kvør keypari kann framman undan sjálvur
síggja, kvussu hesar maskinur binda og
kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir
vendið sær til Jens Olsen.
altid ^ Chr.V.MendesbeCede
aromatiske Jern-Likør
anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel
(Højesteretsdom af i4de December 1896)
efter Influenza, for Træthed, Blođmangel,
Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv.
Kronprinsensgades ny Materialhandel 9,
København K.
Ene-Udsalg i Thorshavn hos Hr. Køb-
mand J. P. Evensen.