Føringatíðindi - 05.05.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 05.05.1898, Blaðsíða 1
Til fólkatingsmannasessin firi Førjar hava stidlað seg Cl. Olsen, síslumaður í Norðoyggjum, J. Patursson, bóndiíKirkjubø, og J. H. Scnrøter, løgtingsmaður úr Suðroy. Kiæð fjadlið. Tá íð eg sá hesi orð í »Fuglaframi«, rann mær mangt til hugu. Eg hugsaði first um søguna kjá hinum viðgitna norska skjaldinum Bjørnson, um kvussu baraldur (einber) klæddi fjadlið. Harav fekk eg hugveking sama vegin sum vit hava úr mongum góðum orðataki, govmt úr gomlum døgum. Eg mintist á: >Grør um gangandi fót« og »Havn fær hann. íð rør«; eg min- tist til »Adlir bati bøtir«. Síðan varð mær at hugsa: »Kví skal fjadlið klæðast?« og »Kvat kann gerast til at klæða fjadlið?« »Fuglafr.« setur fram sum eina inskju- liga grund til at klæða fjadlið at gera tað vakurt, so at ferðafólk (turistar) harvið kunnu dragast til landið. Mær dámar ikki, at fólk skal vera innibirgt og síggja lítið uttanfiri sín egna køstagarð, og ikki kann annað sigast, enn at samvera við útlend- ingar kann vera til gagn og framburð í mangar mátar; tó havi eg, ettir tí eg kenni til »turistar«, ringar vónir um, at teirra ferðir verða til frama firi Førjar. Stórur partur av turistunum eru letingar edla annað vánafólk, sum ikki er inskiligt at læra siðir kjá. Tað sindrið av peningi, sum sløðist út ímidlum fólk, har sum teir ferðast fram, gevur stokkutan varma, og Føringar hava meiri firi neyðini at upfostrast til at verða hugagóðir i jøvnum arbeiði, enn til at søkja vinning við imisligan handil og lukkuspæl, sum turistferðsilin førur við sær. Teir hava eisini meiri firi neyðini at koma út í verðina og læra snildir og kunstir frá grundini av, enn at ganga heima kjá sær sjálvum og fáa ranguna av »civilisatiónini« heim ti! sín við »turistunum«. Slíkum hava vit fingið nóg mikið av við útlendskum út- skotspakki, íð hegar er komið, og við teimum av okkara egnu landsmonnum, sum hava verið úti ein og annan krákumánað, og ettir teirra heimkomandi virðast sum prestar av ødlum, íð stunda ettir at læra níggjar siðir. Eg samtikki við »Fuglafr.«, at tað er ettirinskjandi at fáa fjadlið klætt, so at tað kann verða vakrari og harvið bæði í seg sjálvt og av tí felagsstrevi, sum nítist til at útinna klæðingina, kann økja kærleikan til okkara føðiland. Tó má eg, áðrenn eg leggi hond og hug til at klæða tað, soleiðis sum »Fuglafr.« vil, granska sakina eitt sindur. Tann vøkstur, sum í søguni gekk undan í arbeiðinum til at klæða fjadlið, var barald- urin, ein viður, sum enn er nógv til av í summum plássum í Førjum. Nøkur hundrað ár herfiri hevur i mongum støðum her í landinum verið almikið til av baraldi; tær nógvu viðir, sum finnast víða kvar í mónum, bera prógv harfiri. — Kví er baraldurin nú so sjaldsamur í Førjum? Kví veksur hann ikki enn í teimum heiðum, kvari hann firr treivst so væl, at tú finnur armtjúkkar viðir i mónum? Hetta eru spurningar, sum leiða okkum til at kanna ettir, kvat lívs- vilkor viðavøkstur ivirhøvur og serskilt baraldurin krevur firi at trívast og kvat íð honum í aðrar mátar er vant at verða til skaða. (Niðurlagt.) Til veljarinar. Eg havi boðið mær fram til fólkatingið. Eg visti, at hugurin var lítil hjá mongum at fara á valg í ár. Tað er ikki rætt, tí sum eg fyrr havi sagt: Fólkatingssessurin er nógv verdur hjá Føringum. Fyri um møguligt at fáa landsmenn mínar at lætta sær á fótinum, havi eg bjóða meg sjálvan fram. Kann vera tað sum’staðni er sum at rætta hundi brand, men eg veit, at so er tað ikki alla staðni, eg veit, at tað eisini eru menn í Førjalandi, sum vilja og sum tora at fylgja mær, tó tað at eg gangi alt aðra gøtu, enn vant hevur verið hjá okkara oddamonnum at gingið nú í so mong og so mong ár upp í slag. Eg vil halda fram eftir teirri gøtu, sum okkara slógbrótarir í hesum árhundraðinum, teir Niels Winther og langavi mín sál. Nólsoya Páll vóru á. Har sum teir stedgaðu, haðani vil eg royna at halđa vegin fram; síðani ræður Gud fyri happi. Tað er ein đrepandi sjúka komin inn í okkara land, sum køvur alla framgongu. FØRINGATÍÐINDI Nr. q. 5. MAI 1898. 9. Ár.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.