Føringatíðindi - 05.05.1898, Qupperneq 1
Til fólkatingsmannasessin firi Førjar
hava stidlað seg Cl. Olsen, síslumaður í
Norðoyggjum, J. Patursson, bóndiíKirkjubø,
og J. H. Scnrøter, løgtingsmaður úr Suðroy.
Kiæð fjadlið.
Tá íð eg sá hesi orð í »Fuglaframi«,
rann mær mangt til hugu. Eg hugsaði
first um søguna kjá hinum viðgitna norska
skjaldinum Bjørnson, um kvussu baraldur
(einber) klæddi fjadlið. Harav fekk eg
hugveking sama vegin sum vit hava úr
mongum góðum orðataki, govmt úr gomlum
døgum. Eg mintist á: >Grør um gangandi
fót« og »Havn fær hann. íð rør«; eg min-
tist til »Adlir bati bøtir«.
Síðan varð mær at hugsa: »Kví skal
fjadlið klæðast?« og »Kvat kann gerast til
at klæða fjadlið?«
»Fuglafr.« setur fram sum eina inskju-
liga grund til at klæða fjadlið at gera tað
vakurt, so at ferðafólk (turistar) harvið
kunnu dragast til landið. Mær dámar ikki,
at fólk skal vera innibirgt og síggja lítið
uttanfiri sín egna køstagarð, og ikki kann
annað sigast, enn at samvera við útlend-
ingar kann vera til gagn og framburð í
mangar mátar; tó havi eg, ettir tí eg
kenni til »turistar«, ringar vónir um, at teirra
ferðir verða til frama firi Førjar. Stórur
partur av turistunum eru letingar edla annað
vánafólk, sum ikki er inskiligt at læra
siðir kjá. Tað sindrið av peningi, sum
sløðist út ímidlum fólk, har sum teir ferðast
fram, gevur stokkutan varma, og Føringar
hava meiri firi neyðini at upfostrast til at
verða hugagóðir i jøvnum arbeiði, enn til
at søkja vinning við imisligan handil og
lukkuspæl, sum turistferðsilin førur við sær.
Teir hava eisini meiri firi neyðini at koma
út í verðina og læra snildir og kunstir frá
grundini av, enn at ganga heima kjá sær
sjálvum og fáa ranguna av »civilisatiónini«
heim ti! sín við »turistunum«. Slíkum hava
vit fingið nóg mikið av við útlendskum út-
skotspakki, íð hegar er komið, og við
teimum av okkara egnu landsmonnum, sum
hava verið úti ein og annan krákumánað,
og ettir teirra heimkomandi virðast sum
prestar av ødlum, íð stunda ettir at læra
níggjar siðir.
Eg samtikki við »Fuglafr.«, at tað er
ettirinskjandi at fáa fjadlið klætt, so at tað
kann verða vakrari og harvið bæði í seg
sjálvt og av tí felagsstrevi, sum nítist til at
útinna klæðingina, kann økja kærleikan til
okkara føðiland. Tó má eg, áðrenn eg
leggi hond og hug til at klæða tað, soleiðis
sum »Fuglafr.« vil, granska sakina eitt
sindur.
Tann vøkstur, sum í søguni gekk undan
í arbeiðinum til at klæða fjadlið, var barald-
urin, ein viður, sum enn er nógv til av í
summum plássum í Førjum. Nøkur hundrað
ár herfiri hevur i mongum støðum her í
landinum verið almikið til av baraldi; tær
nógvu viðir, sum finnast víða kvar í mónum,
bera prógv harfiri. — Kví er baraldurin
nú so sjaldsamur í Førjum? Kví veksur
hann ikki enn í teimum heiðum, kvari hann
firr treivst so væl, at tú finnur armtjúkkar
viðir i mónum? Hetta eru spurningar, sum
leiða okkum til at kanna ettir, kvat lívs-
vilkor viðavøkstur ivirhøvur og serskilt
baraldurin krevur firi at trívast og kvat íð
honum í aðrar mátar er vant at verða til
skaða. (Niðurlagt.)
Til veljarinar.
Eg havi boðið mær fram til fólkatingið.
Eg visti, at hugurin var lítil hjá mongum
at fara á valg í ár. Tað er ikki rætt, tí
sum eg fyrr havi sagt: Fólkatingssessurin
er nógv verdur hjá Føringum. Fyri um
møguligt at fáa landsmenn mínar at lætta
sær á fótinum, havi eg bjóða meg sjálvan
fram. Kann vera tað sum’staðni er sum at
rætta hundi brand, men eg veit, at so er
tað ikki alla staðni, eg veit, at tað eisini
eru menn í Førjalandi, sum vilja og sum
tora at fylgja mær, tó tað at eg gangi alt
aðra gøtu, enn vant hevur verið hjá okkara
oddamonnum at gingið nú í so mong og
so mong ár upp í slag.
Eg vil halda fram eftir teirri gøtu, sum
okkara slógbrótarir í hesum árhundraðinum,
teir Niels Winther og langavi mín sál.
Nólsoya Páll vóru á. Har sum teir stedgaðu,
haðani vil eg royna at halđa vegin fram;
síðani ræður Gud fyri happi.
Tað er ein đrepandi sjúka komin inn
í okkara land, sum køvur alla framgongu.
FØRINGATÍÐINDI
Nr. q.
5. MAI 1898.
9. Ár.