Føringatíðindi - 19.05.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 19.05.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr. io. 19. MAI 1898. 9- Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Nú er tíð at sáa røtur. Gloymið ikki tað, sum fleiri ferðir hevur verið framborið her í blaðinum, at røtur krevja nógva og sterka tøðu, sum tær best kunnu fáa, tá íð tær sáast »á riggi«. Riggirnir mugu persast so mikið niður, at gjóstur ikki kann turka moldina midlum tær ungu spírurnar og tøðuna. Tá íð nælt er mugu røturnar tinnast sum snarast, so at ikki vatntrivni skal koma í. Skálkagerð mátti tað kadlast í øðrum tíðum, tann søgan, 5 góðir Havnarmenn hava sett fram í nr. ig av »Dim.« — Undir tí standandi valgstríðinum fær tað ikki ljótari navn enn »politiskt skák«. Hesir 5 hava logið taó uppá Jóanes bónda, at hann hevur stidlað seg uppá »málsakina«, ogathansara program ikki kemur ríksdagsmannastarv- inum við. Nei, góði menn! Jóanes hevur stidlað seg uppá first og fremst at starvast firi at fáa góða upplísing í lanđið, — og hetta kemur nettupp ríksdagsmannastarv- inum við, í tí at ríksdagurin ræður firi út- greiðing av skúlalógum. Vita tit 5 ikki, at skúlalóg júst er í umbúnað í danska ríksdeginum, so tegið heldur og talið tikkum ikki til skammar. Førjamálið skulu vit royna at fjálga so dánt uttanfiri ríksdagin; men upplísinga- sakin má og skal fremjast bæði í og uttan- firi ríksdagin, um Førjafólk ikki skal smokka meir og meir úr leikinum, og vefða til kroppslig bg andlig álmussudír, kastu- kleppar firi politiskum giklarum og trælar firi stórmonnum, sum duga at fara við teimum uppá rættan máta. Sjúkahusið í Norðoyggjum verður nú brátt tikið í brúk. Amtmaðurin og fisikus hava verið í Klaksvík og skoðað tað. Húsið er væl úr honđum komið. Eitt príðuligt verk er hetta, sum sjálvbjargnir Føringar hava fingið i lag. Valgagn. Eitt ríksdagsmannaevnið lovar at skaffa Føringum tveyhundrað túsund krónur, um tær nítast, til telegraf midlum oyggjarnar. Sind og skomm mátti tað verið, at đrigið uppá okkum so stóra skuld til ríkiskassan, vit, sum frammanundan fáa so nógv ov mikið. Og so er ettir at spirja: Eru Føringar so væl lærdir, at teir đuga at gera sær gagn úr slíkum dírum an- staltum. Tað má eg spirja sum ein bíttlingur. Klæð fjallið. (Endað.) Av tí, at baraldur ofta verður funnin uppi á stórum steinum og í rókum, har, sum seyður ikki kemur at, hava summi hildið, at seyðurin hevur útruddað baraldin í Førjum. Hetta er tó ikki trúligt, tí bar- aldur finnist stundúm á slættlendi, har sum fullskipað er av seyði (á árbakkanum við Hoydalsá) ag i øðrum plássum, kvarseyður kemur at adlar ársins tíðir (á vestursíðini av Svínoy). Heldur ikki er tað trúligt, at hann ivir høvur er útruddaður av manna atvoldum; tí í mongum bigdum, sum hava »torv inni í đurunum«, ber tað idla til, at fólkið kann hava gingið fleiri fjórðingar til at høgga og slita av baraldinum, so at einki grønskaðist ettir. Nei, baralđur líka sum annar viður krevur so og so nógv av hiti í luftini og jørðini og krevur at hava sínar røtur í passaliga turrari mold, sandi edla eyri, annars tínist hann burtur so at siga av sær sjálvum. Tann, íð vil geva tí gætur, kann eisini síggja, at viðir eru mestar og førast har, sum undirgrundin hevur verið turrlig, — har hevur baraldurin haft góðar lívsvónir. Ettir hondini sum moldin er blivin feitari og gras og mosi hevur skílt firi frosti, er jørðin blivin meiri mókint. Vatn og luft og neyðturvuligur varmi midlum viðarøturnar er so við og við minkaður, inntil baraldurin er útdeyður; og mógvurin er so, tá íð eitt edla fleiri ár- hundrað eru umliðin, vaksin hægri og hægri upp um firr verandi røtur og greinir av baraldabuskunum, sum vit nú kadla »viðir«. Viðaskógvur veksur so seint, at vinn- ingur av honum kann ikki metast til helftar attur ímóti tí vinningi, íð fáast kann av grasbeiti. Tí er tað ivir høvur ringt hús- hald, at ala upp viðaskóg har, sum gott gras grør. Hevur nakar hug til at ala viðaskóg

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.