Føringatíðindi - 19.05.1898, Qupperneq 1
FØRINGATlÐINDI
Nr. io.
19. MAI 1898.
9-
Ár.
Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!
Nú er tíð at sáa røtur. Gloymið ikki
tað, sum fleiri ferðir hevur verið framborið
her í blaðinum, at røtur krevja nógva og
sterka tøðu, sum tær best kunnu fáa, tá íð
tær sáast »á riggi«. Riggirnir mugu persast
so mikið niður, at gjóstur ikki kann turka
moldina midlum tær ungu spírurnar og
tøðuna. Tá íð nælt er mugu røturnar
tinnast sum snarast, so at ikki vatntrivni
skal koma í.
Skálkagerð mátti tað kadlast í øðrum
tíðum, tann søgan, 5 góðir Havnarmenn hava
sett fram í nr. ig av »Dim.« — Undir tí
standandi valgstríðinum fær tað ikki ljótari
navn enn »politiskt skák«. Hesir 5 hava logið
taó uppá Jóanes bónda, at hann hevur
stidlað seg uppá »málsakina«, ogathansara
program ikki kemur ríksdagsmannastarv-
inum við.
Nei, góði menn! Jóanes hevur stidlað
seg uppá first og fremst at starvast firi
at fáa góða upplísing í lanđið, — og
hetta kemur nettupp ríksdagsmannastarv-
inum við, í tí at ríksdagurin ræður firi út-
greiðing av skúlalógum. Vita tit 5 ikki,
at skúlalóg júst er í umbúnað í danska
ríksdeginum, so tegið heldur og talið
tikkum ikki til skammar.
Førjamálið skulu vit royna at fjálga
so dánt uttanfiri ríksdagin; men upplísinga-
sakin má og skal fremjast bæði í og uttan-
firi ríksdagin, um Førjafólk ikki skal
smokka meir og meir úr leikinum, og vefða
til kroppslig bg andlig álmussudír, kastu-
kleppar firi politiskum giklarum og trælar
firi stórmonnum, sum duga at fara við
teimum uppá rættan máta.
Sjúkahusið í Norðoyggjum verður nú
brátt tikið í brúk. Amtmaðurin og fisikus
hava verið í Klaksvík og skoðað tað. Húsið
er væl úr honđum komið. Eitt príðuligt
verk er hetta, sum sjálvbjargnir Føringar
hava fingið i lag.
Valgagn. Eitt ríksdagsmannaevnið lovar
at skaffa Føringum tveyhundrað túsund
krónur, um tær nítast, til telegraf midlum
oyggjarnar. Sind og skomm mátti tað
verið, at đrigið uppá okkum so stóra skuld
til ríkiskassan, vit, sum frammanundan fáa
so nógv ov mikið. Og so er ettir at spirja:
Eru Føringar so væl lærdir, at teir đuga
at gera sær gagn úr slíkum dírum an-
staltum. Tað má eg spirja sum
ein bíttlingur.
Klæð fjallið.
(Endað.)
Av tí, at baraldur ofta verður funnin
uppi á stórum steinum og í rókum, har,
sum seyður ikki kemur at, hava summi
hildið, at seyðurin hevur útruddað baraldin
í Førjum. Hetta er tó ikki trúligt, tí bar-
aldur finnist stundúm á slættlendi, har sum
fullskipað er av seyði (á árbakkanum við
Hoydalsá) ag i øðrum plássum, kvarseyður
kemur at adlar ársins tíðir (á vestursíðini
av Svínoy). Heldur ikki er tað trúligt, at
hann ivir høvur er útruddaður av manna
atvoldum; tí í mongum bigdum, sum hava
»torv inni í đurunum«, ber tað idla til, at
fólkið kann hava gingið fleiri fjórðingar til
at høgga og slita av baraldinum, so at
einki grønskaðist ettir. Nei, baralđur líka
sum annar viður krevur so og so nógv av
hiti í luftini og jørðini og krevur at hava
sínar røtur í passaliga turrari mold, sandi
edla eyri, annars tínist hann burtur so at
siga av sær sjálvum. Tann, íð vil geva tí
gætur, kann eisini síggja, at viðir eru
mestar og førast har, sum undirgrundin
hevur verið turrlig, — har hevur baraldurin
haft góðar lívsvónir. Ettir hondini sum
moldin er blivin feitari og gras og mosi
hevur skílt firi frosti, er jørðin blivin meiri
mókint. Vatn og luft og neyðturvuligur
varmi midlum viðarøturnar er so við og við
minkaður, inntil baraldurin er útdeyður;
og mógvurin er so, tá íð eitt edla fleiri ár-
hundrað eru umliðin, vaksin hægri og
hægri upp um firr verandi røtur og greinir
av baraldabuskunum, sum vit nú kadla
»viðir«.
Viðaskógvur veksur so seint, at vinn-
ingur av honum kann ikki metast til helftar
attur ímóti tí vinningi, íð fáast kann av
grasbeiti. Tí er tað ivir høvur ringt hús-
hald, at ala upp viðaskóg har, sum gott
gras grør.
Hevur nakar hug til at ala viðaskóg