Føringatíðindi - 19.05.1898, Síða 3

Føringatíðindi - 19.05.1898, Síða 3
Mangt og kvat °g eitt og annað. Ungrnoy S. hevði 3 giftar sistrar, men hevði sjálv einki fríggjaraboð fingið. — So ein dagin kom hitt stóra spursmálið. — Hon kravdi 8 dagar til at samráðast við skildfólk og vinfólk. First fór hon til eldstu sistur. Hon hevði verið gift i 5 ár, og var í teimum kvørki sloppin til dans eđla komediu, og helt, at tað í ødlum lutum var eitt trælaiív at vera gift. Onnur sisturin mátti sjálv skúra gólv og vaska klæðir kjá bødninum, manninum og sær sjálvum. Í-Ion rósti heldur ikki av giftarmálinum. Triðja sisturin átti ein mann. sum hevði sligið seg til »fløskuna« og bardi hana »úr song og í song«. Attaná samrøðuna við sistrarnar fór S. heim og setti seg at skriva til fríggjarin. Hon hevði tó hug til at >royna tað«. H. hevði nógv við at starvast. Fólk heitti íðuliga á hann til sakførsil, og tá tær gomlu sakirnar vóru endaðar, var han maður firi at fáa íbirt níggjar sakir, so hann nítti ongatíð at »leggja av síni herklæðir«. Tað kundi ikki við navni nevnapt, sum hann j ikki firi blíð orð og góða løn vildi taka sær firi at seta í verk. Giftarmal fekk hann í lag tværreisur skjótari enn tann kringasta krøkjukedling í lanđinum. Sum aðrir lærdir menn, var H. ofta burtur i øðrum heimi, so hann stundum ikki visti, kvar íð hann gekk edla stóð. Tú kunđi síggja hann koma titandi oman gjøgnum túnið. Best sum tað var, stedgaði hann, snuddi sær, og helt so »við sjógv á baki« niðan attur sama veg sum han var komin. Væltalandi var hann, so hann hevði fáar sínar líkar og ongan sin ivirmann. Orðini tustu frá honum sum heglingur úr einum útnirðingsæli. Tí var tað rímuligt, at hann bjóðaði sær til at fáa sess í parla- mentinum (soleiðis kadla Eingilskmenninir riksdag teirra). Kvat hann ikki hevði verið títtmæltur, ferðamikil og kikur firr, tað varð hann nú. Altíð gekk hann við lummunum fudlum av brøvum frá politiskum vinum og uppskriftum við imisligum »sta- tistiskum upplísningum«. Ósmæðin var hann, og gitið var víða um landið, at eingin kundi bjóða til at seta hann fastan. Tó síntist hann eina ferð at vera komin upp í rubbuhaft. — Hann stóð á talarapadlinum framman firi stórari manna- múgvu. Hann sveimaði liðuliga og við skemtuligum orðum uppi í tí hægru poli- tikkini, og til at stirkja sína frágreiðing um eitt av teimum brennandi spursmálinum vildi hann framleggja eitt bræv frá einum av teimum politisku vinunum. Hann trívur í lumman, fær eitt bræv upp í hondina og tekur til at lesa: »Kæri elskaði vinur!...........«; her stedgaði H., sjónliga bilsin og ein løta leið um, áðrenn hann fekk málið attur, so fór hann at trilva 1 imsum lummum; men fjáltur var komið á hann, og við ti skili mátti hann taka »tráðin« uppattur og goyma tað rætta brævið til eina aðra ferð. Kvat bræv hetta var. íð kundi gera H. so bilsnan, fingu áhoyrarnir ongantíð at vita. Ringt fólk mutlaði tó um, at tað mundi vera eitt fríggjarabræv. sum hann hevði fingið at bera fram til ein rikan svein. sum í hesum bili hevði gjørt seg til hansara politiska hjálparamann. At brævið kundi hava rikist so leingi í lummanum midlum teir statistisku upplísningarnar, at bjálvin var slitin av, var ikki ótrúligt firi teimum, sum kendu H. FRÁ ÚTJ ONDUM. í havinum sunnanfiri Kina hevur Spanialand átt o. u. 2000 oyggjar, nevndar Fillippineoyggjarnar. Tær eru nógv verdar, tí haðani førist út árliga firi fleiri hundrað millión krónur av handilsvari (hampur, tobakk, kriddarí o. a. m.). Høvuðsborgin eitur Manilla. Til at verja hesar oyggjarnar vóru tá, íð kríggjið birtist í, 4 stór kriggs- skip umframt nøkur smærri. Bandaríkini høvdu 11 góð kríggsskip firi vestan. Við teimum herjaðu Amerikamenn á spanska flotan, sum lá i víkini uttanfiri Manilla. Teir komu tíðliga um morgunin óvart inn um skansan í fjarðamunnanum, og so stóðu bardagar i tveir timar. Eitt av Amerika- skipunum var idla farið; men av teimum spansku var einki á floti; tey, íð ikki vóru skotin niður av fíggjundunum, søktu Spania- menn sjálvir niður. Seinast ið frættist hevði Manilla ikki givið seg ivir til fíandan; men í bandaríkjunum roknast oyggjarnar at vera vunnar, og presidenturin er longu farin at røða um at avreiða tær til eina kvørja stórmakt í Europa. Frá spanska høvuðsflotanum var einki frætt seinast, íð tíðindir komu. Amerika- menn sigast ikki at vilja flita sítt herlið ivir til Kuba firr enn regntíðin er ivirstaðin; men teir fáast enn sum firr við at føra kríggstilfar og frívilligar stríðsmenn til upp- rørarnar. í Spanialandi varð mikil ófriður tá, íð tíðindir komu um bardagan í Manilla- víkini. í mongum plássum hevur útskots-

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.