Føringatíðindi - 02.06.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 02.06.1898, Blaðsíða 2
um menn í slíkum tíðum hugsa um at brúka sin rætt til at veljá, tí tað er ivaleyst her kjá okkum sum aðrastaðnis hildið midlum manna. at valgrættur er valgplikt. Einki valg loypur slíkt lív í landið, sum fólkatingsyálg. Sjálđan er slíkt lív í midlum Førjafólk, sum kvørja ferð »ríks- dagsmaður skal veljast« og ikki undur í, tí ríksdagsmannavalgið er ein stór og be- tíðulig sak. Minni liv loypur eitt løgtingsvalg í Føringar; tað er tó matari nú enn firr, men tó ov lítið enn. FTetta valgið er sanniliga ikki minni, men nógv, nógv viktugari enn fólkatingsvalg. Tað er okkara løgting, íð skal røðast um. kvat okkum nítist, og einki stórvegis kann koma omanivir Førjar, uttan at tað first kemur firi í løgtinginum. Løg- tingið kemur fram við uppskotum til lógir og granskar lógir. sum eru skrivaðar av ríkisstírinum, ætlar um tær útkomandi dansku lógurnar passa í Førjurh o. a. m. Tí ræður tað sjálvsagt um at fáa okkara løgting samansett so, at tað kann verða álítandi kjá fólki og kjá ríkisstíri og ríksdegi. Ríksdagsmaðurin firi Førjar má í mest ødlum snakka gott firi tí. íð løgtingið vil hava fram, og hann kann neyvan gera annað, enn kvat løgtingið vil. I.øgtingið er soleiðis grundasteinurin í okkara sam- fundi; tí ræður tað um, at hann er góður og væl lagdur. Flarfiri ráða veljarirnir. Eitt triðja valg er, sum enn minni verður virt. tað er valg av kommunufiristøðu- monnum (kommunalforstandere. í Havn borgerrepræsentanter). Hetta valgið er eisini vigtigt, og tað ræður um at fáa kom- munustírini so góð, sum tey kunnu fáast. Helst burtur á bigd, tí har eru kommunu- stírini eisini skúlastírir umframt mangt annað. Valgrætt til fólkating hevur ein og kvør, sum er 30 ára gamalur og ikki er merktur. Firr enn ein er 30 ár kann hann ikki velja fólkatingsmann, men hann kann lata seg velja til fólkatingsmann, tá íð hann er 25. Ein verður ongantíð ov gamal til at velja, so leingi ein er mentur at ganga á valg. Mær tikjur hetta løgið. Antin skuldi ein haft valgrætt tá íð hann hevði filt 25 ár, tí tá er maður i ødlum mindugur og mentur at velja rætt, um hann nakran- tíð kann tað, edla átti ein ikki at kunna valt longur enn til hann er t. d. 60—70 ára gamalur, tí tá er maðurin minst líka nógv í badndømi, sum tá íð hann er 25 ár. Hetta er tó nakað. vit hava í felag við alt Danmark. Bíligheit taler firi, at sjómenn og aðrir, sum mugu ferðast burtur vissar tíðir um árið, sleppa at stemma skriftliga; tað er eisini lógligt i Noreg. Løgtíngsmann kann ein velja, tá íð hann er vorðin 25 ár og eigur edla leigar hús, vurderað til 300 kr., edla tveir gidlin í jørð. Hetta eigur at forandrast. Ein, sum hevur hug at vera ógiftur og ikki hevur hug at eiga eđla leig^rtiús, og heldur ikki fær í lag at keypa tveir gl. í jørð, hann kann ikki velja løgtingsmann, um hann so eigur krónur í túsunđatali. Nakrir meina, at valgrætturin átti at verið ettir tí skattabirðu, maðurin ber, men hetta finna menn nokk út av. tá íð teir bara fara í holt við tað, og eg hopi, at okkara løgting ikki letur løgtingslógina ganga óbroytta inn í igoo, ti hetta bestemmilsið um valg- rættin íirikemur mær meinlíkt tí, sum nú er upphevað, men sum heldur átti at staðið, tað, at eingin skuldi sleppa at giftast, uttan hann átti hálvmørk í jørð. Rætt til at velja kommunufiristøðu- menn hevur kvør 25 ára gamal maður, íð skatt letur. Hetta er einki at siga til firi first. men tá íð maður er 18 ár, verður hann settur i skatt, og hevur tó ikki valgrætt, firr enn hann er 25 ár. Her skuldi verið eitt av tveimum, antin skuldi ein ikki kunnað setst í skatt firr enn -hann var 25 ár, edla skuldi hann haft valgrætt, tá íð hann var 18 ár, við øðrum orðum: einkvør skattlatari skuldi kunnað valt menn i kommunustírið, antin skattalatarin er maður edla, kvinna. Tað er óbíligt, at eitt fólk, sum er undir 25 ár skal lata líka nógvan skat sum ein, íð er ivir 25 ár, men ikki hava loyvi at velja menninar, sum »skalta og valta« við peninginum (skattinum). Idka óbíligt er tað, at kvinnur skulu galda skatt, menikki hava eitt orð at siga uppi i, tá íð talan er um brúkið av skattinum. Eg havi skrivað hetta uppá má og fá, higgur nakar at tí, er tað gott, men eg vænti ongan ráðandi at taka ráð frá mær um, kvussu hann skal bera seg at í lóg- smíðing. Eitt vedd'umál. í einum stórum stað vóru fleiri menn samankomnir í einum tilhaldshúsi eitt kvøld úti við árskiftið. Ein av teimum læt orð fađla um, kvussu tey flestu vóru fudl av vantrúgv og đeyv firi náðiboðunum: »Tí verri,« væntaði hann, »at í hesum komandi árinum mundi neyvan ein av hundrað í staðnum geva náðiboðinum gætur.« Hinir mældu ímóti og søgdu, at hann skoðaði verðina í nógv ov dimmum ljósi. »Nei!« sigur tann firsti, »eg kenni verðina ov væl til at taka feil í hesum, ja eg vil tí bjóða tikkum at vedđa við meg, so skulu tit síggja kvussu lítil trúgv íð er í fólkinum. í morgin vil eg fara oman á ta stóru sleipustøðna, og har vil eg seta

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.