Føringatíðindi - 02.06.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 02.06.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr- ii. 2. JUNI 1898. Latið smáfugiar og heiðafuglar hava frið! filgjandi tøkk frá konginum til felagið firi »adressuna«: Vársólin sær á fjødl og fram spírar grasið úr moldum. Vetrakuldin vil trekliga sleppa sínari veldi, men herjar á ferð ettir ferð, hann maktast tó alt meir og meir, verður linari og linari, til summarlíðkan heilt fær ivir- hond. Harðir stormar hava buldrað í vetur og bjóða sær fram langt út á várið, men eisini vindurin maktast burtur, kuldin er kraft hansara og kuldin er burtur, líðkan vann. Um vinđur er nógvur summatíðir, so maktar hann ikki meira enn móti helft sum um veturin. So gongur í natúrini. Menniskjalívið líkist nógv hesum bilætinum, vit hava drigið fram. Tað er ein tíð, kvar hat og avunđ kann hava adla maktina og nærum sínist at kvala, kvat sum firi er, kvala ađlan kærleika og alt gott. Men lat hat og avund spæla sína tíð, lat kær- leikan liggja undir, tann dagur kemur tó, tá íð rætturin verður sagdur at vera rættur, tá íð frostið má dvína firi sól, og tá íð hat ikki longur er ment at berjast við kær- leikan. Kongur okkara filti 8da apríl 80 ár. Á aðalfundi í Føringafelag varð viðtikið at sendá eina adressu til kongs til føðinga- dagin. Kolonibestírarin Joh. Joensen í Grønlandi var biðin um at taka adressuna við sær til Kjøpinhavnar og sirgja firi at hon kom fram. Adressan, sum var skrivað uppá Føroyskt og Dansk.t og ljóðaði soleiðis: sHeilur og sælur siti tú 8o-ára drott- urin, friðsæli, vinsæli. Føringafelag inskir: Harrin unni landsfaðirinum góða eydnu og blíðar dagar í komandi árum.« »Hil være dig fredsæle, vennesæle 8o-aarige Konge. Føringafelag ønsker: Gud lade Lan- dets Fader nyde Lykke og blide Dage i de kommende Aar.« varð undirskrivað av kjáverandi nevndar- monnum. Nú í seinasta postskipi hevur felagið fingið bræv frá »H. M. K. Cabinets sekretariati*, kvarí fram verður borin »1 Anledning af den til Hans Maje- stæt Kongen indsendte Adresse, hvori Føringafelag i Thorshavn frembærer sin Lykønskning til Allerhøjstsammes 80- aarige Fødselsdag, har Hans Majestæt allernaadigst paalagt mig at bringe Allerhøjstsammes hjertelige Tak og ud- tale, at Hans Majestæt med Glæde har modtaget denne Henvendelse og med oprigtig. Tak paaskønner de derigennem udtrykte Følelser.« Ein av teimum, íð vóru valdir í ta bráfangisnevnd kjá bókafelaginum, íð sett var til at smíða lóg firi felagið, hevur biðið okkum kunngjørt firi teimum, sum hava skrivað seg sum limir, at lógirnar langt síðani eru smíðaðar, men einki er tó komið í lag av tí, at fundurin 2. mai ikki varð mannaður. Greinin í »Dim.« um sparukassan í Havn gevur mær orsak til at koma fram við einum spurningi. F.g eigi nakað av peningi standandi í sparukassanum, og eg havi hugsað við mær sjálvum, at har standa teir væl, í kvussu skammin mær gongur. Helst av tí, at eg ikki eigi annan avlopspening enn tann í sparukassanum, varð eg bilsin við nú firi kortum at fáa bræv frá einum keypmanni í Havn, sum bønar meg um at seta pening í handilin kjá sær. Eg havi verið vissur í, at eingin grunar, at eg eigi pening inni- standandi nakrastaðnis. Tori eg tí, harri blaðstírari, at spirja tigum, um tað ikki er hemmuligt, kvør íð eigur pening í sparukassanum ? er tað møguligt, at tað kann vera frætt, at eg eigi pening har, og kvussu kann tað bera til? Við virðing Bigdarmaður. Ikki valgagn, ikki valgflesk, men valgtos av A. í valgtíð • eru ofta nógv mál uppi, nógv mannamál meini eg. Ikki er undarligt,

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.