Føringatíðindi - 02.06.1898, Qupperneq 1
FØRINGATlÐINDI
Nr- ii.
2. JUNI 1898.
Latið smáfugiar og heiðafuglar hava frið!
filgjandi tøkk frá konginum til felagið firi
»adressuna«:
Vársólin sær á fjødl og fram spírar
grasið úr moldum.
Vetrakuldin vil trekliga sleppa sínari
veldi, men herjar á ferð ettir ferð, hann
maktast tó alt meir og meir, verður linari
og linari, til summarlíðkan heilt fær ivir-
hond.
Harðir stormar hava buldrað í vetur
og bjóða sær fram langt út á várið, men
eisini vindurin maktast burtur, kuldin er
kraft hansara og kuldin er burtur, líðkan
vann. Um vinđur er nógvur summatíðir,
so maktar hann ikki meira enn móti helft
sum um veturin. So gongur í natúrini.
Menniskjalívið líkist nógv hesum bilætinum,
vit hava drigið fram. Tað er ein tíð, kvar
hat og avunđ kann hava adla maktina og
nærum sínist at kvala, kvat sum firi er,
kvala ađlan kærleika og alt gott. Men
lat hat og avund spæla sína tíð, lat kær-
leikan liggja undir, tann dagur kemur tó,
tá íð rætturin verður sagdur at vera rættur,
tá íð frostið má dvína firi sól, og tá íð hat
ikki longur er ment at berjast við kær-
leikan.
Kongur okkara filti 8da apríl 80 ár.
Á aðalfundi í Føringafelag varð viðtikið at
sendá eina adressu til kongs til føðinga-
dagin. Kolonibestírarin Joh. Joensen í
Grønlandi var biðin um at taka adressuna
við sær til Kjøpinhavnar og sirgja firi at
hon kom fram. Adressan, sum var skrivað
uppá Føroyskt og Dansk.t og ljóðaði soleiðis:
sHeilur og sælur siti tú 8o-ára drott-
urin, friðsæli, vinsæli.
Føringafelag inskir: Harrin unni
landsfaðirinum góða eydnu og blíðar
dagar í komandi árum.«
»Hil være dig fredsæle, vennesæle
8o-aarige Konge.
Føringafelag ønsker: Gud lade Lan-
dets Fader nyde Lykke og blide Dage
i de kommende Aar.«
varð undirskrivað av kjáverandi nevndar-
monnum. Nú í seinasta postskipi hevur
felagið fingið bræv frá »H. M. K. Cabinets
sekretariati*, kvarí fram verður borin
»1 Anledning af den til Hans Maje-
stæt Kongen indsendte Adresse, hvori
Føringafelag i Thorshavn frembærer sin
Lykønskning til Allerhøjstsammes 80-
aarige Fødselsdag, har Hans Majestæt
allernaadigst paalagt mig at bringe
Allerhøjstsammes hjertelige Tak og ud-
tale, at Hans Majestæt med Glæde har
modtaget denne Henvendelse og med
oprigtig. Tak paaskønner de derigennem
udtrykte Følelser.«
Ein av teimum, íð vóru valdir í ta
bráfangisnevnd kjá bókafelaginum, íð sett
var til at smíða lóg firi felagið, hevur biðið
okkum kunngjørt firi teimum, sum hava
skrivað seg sum limir, at lógirnar langt
síðani eru smíðaðar, men einki er tó komið
í lag av tí, at fundurin 2. mai ikki varð
mannaður.
Greinin í »Dim.« um sparukassan í
Havn gevur mær orsak til at koma fram
við einum spurningi.
F.g eigi nakað av peningi standandi í
sparukassanum, og eg havi hugsað við mær
sjálvum, at har standa teir væl, í kvussu
skammin mær gongur. Helst av tí, at eg
ikki eigi annan avlopspening enn tann í
sparukassanum, varð eg bilsin við nú firi
kortum at fáa bræv frá einum keypmanni
í Havn, sum bønar meg um at seta pening
í handilin kjá sær. Eg havi verið vissur í,
at eingin grunar, at eg eigi pening inni-
standandi nakrastaðnis.
Tori eg tí, harri blaðstírari, at spirja
tigum, um tað ikki er hemmuligt, kvør íð
eigur pening í sparukassanum ? er tað
møguligt, at tað kann vera frætt, at eg
eigi pening har, og kvussu kann tað bera til?
Við virðing
Bigdarmaður.
Ikki valgagn, ikki valgflesk, men valgtos
av A.
í valgtíð • eru ofta nógv mál uppi, nógv
mannamál meini eg. Ikki er undarligt,