Føringatíðindi - 02.06.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 02.06.1898, Blaðsíða 3
eitt borð framman firi meg við ioo g'udl- stikkjum á (20-krónustikkjum). Eg vil so standa har í tveir tímar og rópa »her seljast 20-krónustikkjur firi fimm oyrur.c Havi eg so selt tey hundrað 20-krónustikkini tá íð tveir tímar eru um. so skal eg hava tapt. Hinir hildu uppskotið vera ógvuliga løgligt, men ettir sum peningurin ikki var so nógvur og teir vóru ríkir, slerdu teir til og lovaðu at møta dagin ettir. Dagin ettir til ta bestemtu tíðina stóð hin ungi maðurin frammanfiri sínum borði á brúnni og hevði peningarnar frammanfiri sær og so rópti hann alt hann varmentur: »her eri 20-krónustikkir at fáa firi fimm oyrur.s Ojavnt virkaði hetta rópið uppá adla ta fólkarúgvu, sum ferðaðist við sjóarmálan. Nøkur lurtaðu ikki ettir, men skunđaðu sær at koma fram, nøkur hoyrdu, men hildu, at hetta var eitt nítt uppfinnilsi til at narra fólk við. Summu stedgaðu við borðið, lifti pengunum og hugdu 'uppá mannin, íð seldi. Maðurin sá bæði klókur og rætt- sigtaður út, og peningurin síntist at vera tungur, sum peningar eiga at vera, men eitt edla annað rotið mátti tó vera við hendan handilin, kvar tann keypandi fekk alt og tann seljandi nærum einki. Eingin kom at keypa. Tveir tímar vóru nærum á enda, tá íð ein fátøk kona og sonur hennara — ein smádrongur — komu fram við brúnni. Maðurin víð peninginum rópar enn sum áður, og móður og sonur hoyra. Mamman gongur beinan veg, men sonurin rópar ettir henni: »Mamma, hoyrur tú ikki kvat maðurin sigur?« »A jú, men kom nú tú bara, skunda tær nakað.« »Men, mamma,« sigur drongurin, »kví vil tú ikki hava henda stóra gudlpengan firi eitt 5-oyra?« »Tí tað er ikki sannheit, at hann kann fáast,« sigur mamman. »Sannheit, jú menn er tað sann- heit, maðurin segði tað. Hoyr, nú sigur hann tað uppattur.« »Ja, men tað er bara firi at lokka okkum, pengarnir kjá honum eru falskir, tað kann tú nokk ætla.« »Tað veit eg ikki,« sigur drongurin; »maðurin sigur tað og hann sigur tá ikki ósannheit.« Drongurin varð við sítt og hann meylaði so leingi og bað so bønliga um at sleppa at keypa firi eitt io-oyra, sum var alt kvat hann átti. Endin varð at mamman, firi at fáa frið, gav honum loyvi til at keypa 2 av 20-krónustikkjunum. Maðurin hugdi blídliga til smádrongin, tá ið hann kom fram at borðinum og biður um gudlpengar firi 10 oyrur, og hann gav honum tvev stikkir. Mamman læt drongin behalda hesar »falsku« pengarnar og meinti, at hann kundi brúka teir at spæla við. Konan og badnið komu heim, og ein og kvør, sum inn kom, fekk at siggja pengarnar, drongurin hevði fingið firi 10- oyra. Tó at 20-krónustikkini sóu »ekta« út, vilđu tey ikki vita meir, tá íð tey hoyrdu, at tey vóru keypt firi 10 oyrur. Drongurin pástóð alt samt, at maðurin, íð seldi, segði, tey vóru ekta góð, men eingin trúði honum; endin varð. at pengarnir blivu vístir einum gudlsmiði, sum segði, at drong- urin hevði rætt. 20-krónustikkini vóru púra ekta. Tá íð maðurin hevði staðið tveir tímar, fór hann heim attur við q8 20-krónustikkjum. Hann hevði vunnið veddumálið. ríðindir úr Førjum. Kvalaveiðumaðurin Grøn hevur fingið tveir kvalir. — Grind sigist at hava verið sædd firi norðan. — Sleipustøðin í Vestmanna er tikin í brúk firi 14 døgum síðani, og har tikist væl til standa. — Fólkatingsvalgið. Við fólkatingsvalgið 20. mai fudlu stemmurnar so: Olsen. Schreter. Patursson. Suðuroy 14 171 I Sandoy 5 64 24 Suðurstreymoy 53 03 16 Norðstreymoy. 75 27 3 Eysturoy 181 46 » Vágoy 70 44 Norðoyggjar . >56 2 6 Tils..., 554 447 50 Síslumaður Olsen er soleiðis valdur til fólkatingsmann firi Førjar. LÍSINGAR. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann frainman undan sjálvur síggja, kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir vendið sær til Jens Olsen. altid ^ Chr.V.MendeSbeC'sde aromatiske Jern-Likor anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel (Højesteretsdom af i4đe December 1896) efter Influenza, for Træthed, Blodmangel, Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv. Kronprinsensgades ny Materialhandel q, København K. Ene-Uđsalg i Thorshavn hos Hr. Køb- mand J. P. Evensen.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.