Føringatíðindi - 02.06.1898, Page 3
eitt borð framman firi meg við ioo g'udl-
stikkjum á (20-krónustikkjum). Eg vil so
standa har í tveir tímar og rópa »her seljast
20-krónustikkjur firi fimm oyrur.c Havi
eg so selt tey hundrað 20-krónustikkini tá
íð tveir tímar eru um. so skal eg hava tapt.
Hinir hildu uppskotið vera ógvuliga
løgligt, men ettir sum peningurin ikki var
so nógvur og teir vóru ríkir, slerdu teir til
og lovaðu at møta dagin ettir.
Dagin ettir til ta bestemtu tíðina stóð
hin ungi maðurin frammanfiri sínum borði
á brúnni og hevði peningarnar frammanfiri
sær og so rópti hann alt hann varmentur:
»her eri 20-krónustikkir at fáa firi fimm
oyrur.s
Ojavnt virkaði hetta rópið uppá adla
ta fólkarúgvu, sum ferðaðist við sjóarmálan.
Nøkur lurtaðu ikki ettir, men skunđaðu
sær at koma fram, nøkur hoyrdu, men
hildu, at hetta var eitt nítt uppfinnilsi til at
narra fólk við. Summu stedgaðu við borðið,
lifti pengunum og hugdu 'uppá mannin, íð
seldi. Maðurin sá bæði klókur og rætt-
sigtaður út, og peningurin síntist at vera
tungur, sum peningar eiga at vera, men
eitt edla annað rotið mátti tó vera við
hendan handilin, kvar tann keypandi fekk
alt og tann seljandi nærum einki. Eingin
kom at keypa.
Tveir tímar vóru nærum á enda, tá íð
ein fátøk kona og sonur hennara — ein
smádrongur — komu fram við brúnni.
Maðurin víð peninginum rópar enn sum
áður, og móður og sonur hoyra. Mamman
gongur beinan veg, men sonurin rópar ettir
henni: »Mamma, hoyrur tú ikki kvat maðurin
sigur?« »A jú, men kom nú tú bara,
skunda tær nakað.« »Men, mamma,« sigur
drongurin, »kví vil tú ikki hava henda
stóra gudlpengan firi eitt 5-oyra?« »Tí tað
er ikki sannheit, at hann kann fáast,« sigur
mamman. »Sannheit, jú menn er tað sann-
heit, maðurin segði tað. Hoyr, nú sigur
hann tað uppattur.« »Ja, men tað er bara
firi at lokka okkum, pengarnir kjá honum
eru falskir, tað kann tú nokk ætla.« »Tað
veit eg ikki,« sigur drongurin; »maðurin
sigur tað og hann sigur tá ikki ósannheit.«
Drongurin varð við sítt og hann meylaði
so leingi og bað so bønliga um at sleppa
at keypa firi eitt io-oyra, sum var alt kvat
hann átti. Endin varð at mamman, firi at
fáa frið, gav honum loyvi til at keypa 2
av 20-krónustikkjunum.
Maðurin hugdi blídliga til smádrongin,
tá ið hann kom fram at borðinum og biður
um gudlpengar firi 10 oyrur, og hann gav
honum tvev stikkir. Mamman læt drongin
behalda hesar »falsku« pengarnar og
meinti, at hann kundi brúka teir at
spæla við.
Konan og badnið komu heim, og ein
og kvør, sum inn kom, fekk at siggja
pengarnar, drongurin hevði fingið firi 10-
oyra. Tó at 20-krónustikkini sóu »ekta«
út, vilđu tey ikki vita meir, tá íð tey
hoyrdu, at tey vóru keypt firi 10 oyrur.
Drongurin pástóð alt samt, at maðurin, íð
seldi, segði, tey vóru ekta góð, men eingin
trúði honum; endin varð. at pengarnir blivu
vístir einum gudlsmiði, sum segði, at drong-
urin hevði rætt. 20-krónustikkini vóru
púra ekta.
Tá íð maðurin hevði staðið tveir tímar,
fór hann heim attur við q8 20-krónustikkjum.
Hann hevði vunnið veddumálið.
ríðindir úr Førjum. Kvalaveiðumaðurin
Grøn hevur fingið tveir kvalir.
— Grind sigist at hava verið sædd
firi norðan.
— Sleipustøðin í Vestmanna er tikin í
brúk firi 14 døgum síðani, og har tikist
væl til standa.
— Fólkatingsvalgið. Við fólkatingsvalgið
20. mai fudlu stemmurnar so:
Olsen. Schreter. Patursson.
Suðuroy 14 171 I
Sandoy 5 64 24
Suðurstreymoy 53 03 16
Norðstreymoy. 75 27 3
Eysturoy 181 46 »
Vágoy 70 44
Norðoyggjar . >56 2 6
Tils..., 554 447 50
Síslumaður Olsen er soleiðis valdur til
fólkatingsmann firi Førjar.
LÍSINGAR.
Bindumaskinur.
Góðar bindumaskinur seljast. Ein og
kvør keypari kann frainman undan sjálvur
síggja, kvussu hesar maskinur binda og
kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir
vendið sær til Jens Olsen.
altid ^ Chr.V.MendeSbeC'sde
aromatiske Jern-Likor
anerkendt som et fortrinligt styrkende Middel
(Højesteretsdom af i4đe December 1896)
efter Influenza, for Træthed, Blodmangel,
Blegsot, svækket Fordøjelse osv. osv.
Kronprinsensgades ny Materialhandel q,
København K.
Ene-Uđsalg i Thorshavn hos Hr. Køb-
mand J. P. Evensen.